CoPilot gjørdi myndina meðan eg skrivaði Í hægstu agurkutíð, hvannatíð, tað er hon við tíðindaloysi, hevði Útvarpið eitt frálíkt innslag um nakað so eksotiskt og søguliga foredlað, sum føroyskt whisky. Man fer at gleða seg til rákan, tí søgan um whisky verður sterkast á óframkomiligari útoyggj, har gandakent afturhald verður sjálv drívmegin í marknaðarføringini. Landstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, fegnast meðan ein annar landstýrismaður, Jenis av Rana, øtast og rópar varskó um whiskytíðindini. Millum hesar báðar eru fleiri, ið taka kjakið upp á Facebook, sum alt árið er og verður fólksligi almenningurin, serliga úr einum tillagdum og tillærdum fráhaldssjónarhorni, har religion er samantvunnin partur. Nú lokið er tikið av hesum niðursjóðaða blikki, alkohol í Føroyum, sum sett í gildi av nettupp politikarum at selja við risavinningi í Rúsum, er eingin endi á spurningunum. Men hvussu áhugaverdir teir eru, tykjast teir mær nakað einoygdir og avmarkaðir, tí her er líti...