Skip to main content

Føroyar fara at skína!



Í 10 minuttir mitt í filminum, Submergence, sum er væl meir enn tveir tímar til longdar, fara Føroyar at skína. Tað vissar týski Wim Wenders okkum um á Hotel Føroyum fyrrapartin, har Jan Berg Jørgensen hevur boðið mær á tíðindafund hjá Visit Faroe Islands.

- Vit hava akkurát filmað í La Mancha í Spania og í Djibuti í Afrika, og alla staðni manglaði grønt. Her í Føroyum er akkurát tann grøni liturin, sum filmurin manglaði. Mitt í filminum fer føroyska summargrasið at skína - shine, sigur filmslistamaðurin Wenders, og smakkar uppá orðið. Og tá fotografurin eitur Benoît Debie, er einki at ivast í.


Fyrstu fer teir arbeiddu saman var í Every Thing Will Be Fine, sum partvís varð tikin upp í Noregi og bygdi á norsku søguna hjá Bjørn Olaf Johannessen, aðru ferð í spildurnýggja The Beautiful Days of Aranjuez, har Wenders aftur arbeiðir saman við Peter Handke og Nick Cave, og nú triðju ferð í Submergence, sum byggir á skaldsøgu hjá hetlendska J.M Ledgard, ið fyrstu ferð var frammi við Giraffe í 2006. Ledgard hevur verið krígsreportari fyri The Economist og verður lýstur sum “a thinker on risk and technology in Africa”.


Wim Wenders sigur, at til filmin leitaðu tey eftir einum stað, har náttúran er mótsetningurin til allar teir trupulleikar, sum standast av kríggi.

- Føroyar vóru eitt tilætlað val. Her er grønt, her er alt vart og her er friðarligt. Ein mótsetningur til the troubled world og eitt paradís, sum onga aðrastaðni eg fyrr havi verið.

Wenders var her í vár og kannaði møguleikarnar í nakrar dagar.


- Eg arbeiði altíð við støði í the place, staðnum sjálvum, har vit eru. Hvønn morgun veit eg, hvussu upptøkurnar skulu verða henda dag við hesum ljósi og hesi ætlan. Eg eri eitt slag av ferðaleiðara, sum førir upptøkuliðið til ein fremmandan stað. Í Føroyum høvdu vit tveir dagar og seks síður í handritinum, at arbeiða okkum í gjøgnum á landi, á sjógvi og í luftini. Tað eydnaðist alt samalt enntá tveir tímar fyri ásettu tíð. Mínir filmar eru ikki pre-designed, vit eru á staðnum og arbeiða. Í tílíkum føri eru lokalu hjálparfólkini fantastisk. Mest bangin var eg fyri at fotografera undir vatni, men tað gekk væl. Einasta var, at eg bleiv vátur í skjóttgangandi bátinum, sigur hann og grínur. Nú havi eg gjørt nógvar road movies. Kanska verður hetta mín fyrsti sea movie, sigur Wenders.


Í nýggja filminum, Submergence, sum ætlandi verður frumsýndur í Cannes í mai næsta ár, eru upptøkur gjørdar í Tindhólmi á landi, úr trimum bátum og úr tyrlu, millum húsini í Bø, inni í einum húsum og niðri á kajuni, og í Áardali í Gásadali, Bíggjarmegin, har ein dialogscena er við Charlotte Rampling. - Ein fantastisk kvinna við sterkari útstráling, sigur Guri Højgaard, sum eisini nevnir at Føroyar verða nevndar fýra ferðir í upptøkunum. Hon er fegin og strálar sum ein sól.

- Hans Tórgarð hevur ein leiklut og talar føroyskt. Umframt eru fleiri upptøkur úr luftini, sigur Jan Berg Jørgensen, sum hevur havt samband við productionsdesignaran. Tey brúka bara tvey kameru, sum oftast handhildin. Stílurin er “simple, handheld documentary style”, hóst 28 fólk eru við, sigur Jan, og útgreinar uppgávuna hjá einum productiónsdesignara, sum vit sjálvi tíanverri ikki hava ráð til, hóast uppgávan er týdningarmikil, serliga í lýsingum.


Guri Højgaard, sum er stjóri í Visit Faroe Islands, er fegin um fyrstu stóru filmsuppgávu í Føroyum. Hon skrivar í dag: Very happy that the recordings of Wim Wenders' next film, Submergence, starring the Swedish Oscar winning actress Alicia Vikander and James McAvoy were finished yesterday and that everything went really fine. A part of the film is shot in the Faroe Islands and Visit Faroe Islands has been the head coordinator of the Faroese part. The film will be launched next year.


Eftir Ingmar Bergman tók Wim Wenders við sum forseti í Evropeiska Filmsakademinum í 1996 og er eftir mínum tykki størsti filmslistamaður á lívi í Evropa. Tey, sum gingu í Filmsfelagnum í 1980’unum kenna hansara filmar, og aftur í fjør, tá Filmsfelagið vaknaði aftur, og fólk sóu The Salt of the Earth á Filmsdøgum í Felag í Havnar Bio og hoyrdu fabulerandi poetisku røddina á Wenders.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Wenders hevur umhugsað Føroyar sum part av filmi. Í 1989 ringdi frú Forelle, sum tá var framleiðsluleiðari hjá Wenders, til Filmsfelagið, og spurdi um heitar keldur vóru í Føroyum. - Nei, men grønt gras um summarið og gott ljós alt árið, var svarið frá formanninum, sum fekk Pentax fotografin Inga Joensen at senda henni eitt VHS band við eini spildurnýggjari fotorøð um ljós, regn og betong í svørtum og hvítum.


- Á, tað minnist eg, sigur Wenders. - Tað var tá vit fóru undir Until the end of the World. Tá umhugsaðu vit fyrstu ferð Føroyar, ja.

Og so fái eg meistarin yvir øllum núlivandi filmsmeistarum at signera eina bók, sum Gudmundur Lindenskov Joensen hevði funnið í einum donskum bókahandili og sendi mær í 1997. Í nevndini í Filmsfelagnum og á filmstevnu í Kristiansand høvdu vit báðir dyrkað Wenders. At fáa einglaveingjasignaturin á sama titulblað, sum Gudmundur hevur skrivað, nemur meg djúpt. Og tað er tað, sum filmur er um. At nema áskoðaran, ikki sum í spegli, men sum í filmi, filmi um okkum, sum skrivað stendur í somu Wendersbók, Billedernes logik. Og so var tað uppgávan um børn í Vestmanna skúla og hvussu tey tjattaðu, nevnd ella ónevnd, skúlaárið 1999/2000. Titulin tók eg frá einum Wendersfilmi: Faraway, so close!  



Føroyar eru í tryggum filmshondum. Wenders er størsti filmsleikstjóri í Evropa síðan Bergman, og var hin fyrsti, ið ummælti Fassbinder, feraðist til Íslands í 1978, og festi í hjá Frikki og filmsfólki har í landinum. Ja, øll tey nøvn, sum rullaðu inn yvir løriftið í Filmsfelagnum í 80’unum, Kaurismaki og Jarmush, høvdi ikki verið til í mínum hugaheimi, var tað ikki fyri Wenders. Og eg hevði neyvan funnið uppá at ferðast á amerikanskum smávegnum, var tað ikki fyri Paris, Texas og eg hevði neyvan fingið áhuga fyri ruralum amerikanskum musikki, var tað ikki fyri Ry Cooder í sama filmi.


Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur latið pening til filmsverkætlanina, sum Visit Faroe Islands hevur samskipað saman við Atlantic Airways, Hotel Hafnia og Hotel Føroyum, ið øll hava veitt fíggjarligan stuðul. Filmsvinnan í Føroyum hevur tikið sær av tí praktiska arbeiðið í samband við upptøkurnar.

- Vit á Visit Faroe Islands hava nú í nøkur ár arbeitt við at fingið altjóða filmsverkætlanir til Føroyar og eg gleðist tí sjálvandi um, at tann fyrsta stóra filmsverkætlanin nú er komin á mál, sigur Guri Højgaard, stjóri.