Skip to main content

Posts

Hallur og Kristina

Fyri fullum húsum sungu og spældu Hallur og Kristina í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn í gjárkvøldið. Ein tvídupult stjørnustund. Pauli spældi bass og sang kór saman við Beddi, sum hevði brotið hondina, og tí ikki kundi spæla gittar. Men lukkutíð fyri okkum, ið upplivdu løtuna, ikki bara við hansara góða kórsangi saman við Paula, men sum a double bill slapp Janus Kampmann úr The Reverends at spæla gittar til høvið, bæði akustiskan og elektriskan.  Meðan eg njóti nýggja gittarljóðið, serliga tá hann fer út í markið móti seigum blues, verið eg púra starstrucked av trummusláaranum, Høgna Lisberg, sum var í mest legendariska bólki í nýggjari tíð, Clickhaze, stundum skýrdur Føroya størsti rútmiski aliringur, so nógv kom búrturúr tí bólkinum.  Nú hepnaðist at síggja og hoyra Høgna spæla trummur við Halli og Kristinu, og eins og Janus, støðugt finna nýggjar smogur í tí kenda, skapa op og lyfta tað gamla upp í nýggjar hæddir. Briljant frá Seven Spanish Angels til konsisar svingarar sum Mister Wr

Styrkin er at dokumentera

Ísraelski varasendiharrin, Jonathan Lebel, í Varpinum við minniskorti frá Nova festivalinum Hóskvøldið 29. august skipaði Maigun Solmunde fyri fyrstu almennu filmsýning í Varpinum. Sýndur varð ísraelski heimildarfilmurin ”06:30”, sum sipar til klokkuna hin 7. oktobur í fjør, tá Hamas leyp á trance festivalin Nova, sum eftir brasilskari fyrimynd úr Bahia varð hildin har suðuri i Negev oyðimørkini, fimm kilometur frá Gasamarkinum. 364 fólk vórðu myrd og 40 rænd. Líknandi tónleikafestivalur var í Norðradali herfyri. Ísraelski varasendiharrin, Jonathan Lebel, hevði opnað dyr, so til bar at fáa spildurnýggja filmin higar at vísa fyrstu áskoðarafjøld í heiminum, hóast sýningin ikki var ein almenn og viðurkend frumsýning. Til tess krevst ein heilur festivalur við stórari skrá, søgu og fyrireikingarnevnd. Tílíkan hava vit ikki í landinum.  Heiðurskonsulin í Føroyum, Svenning av Lofti, byrjaði við eini hugvekjandi minnissøgu úr skúlanum á Eiði, har hann byrjaði í 1946 og longu tá hefti seg við

Útvarpsendingar gjørdar uttanfyri ringvegin

At gera útvarpssendingar er krevjandi uppgáva at taka á seg. Einaferð taldi eg sendingar, eg sjálvur havi gjørt, og hvat tíðarskeið, tær fevndu um. Bleiv kløkkur, tá eg endað beint undir livialdrinum hjá Hank Williams, sum Oddbjørn hevur dyrkað. Og tá hevur tað verið lagaligt, tí øll árini havi eg búð í Havn, so eg kundi ganga, koyra ella súkla niðan í Útvarpið, og har fingið ein góðan teknikara, um tað so varð beinleiðis ella bandað sending.  Tá varð skilt millum talusending og tónleikasending, har hin fyrra bygdi á egnar upptøkur og samrøður við bandupptakara úti á feltinum, og í seinna førinum varð neyðugt at dúva uppá savnsfólk, sum funnu rætta tónleikin og legði hann kláran at brúka hjá teknikaranum í røttu sendistovuni. Og rosinan í pylsuendanum, samsýningin, varð altíð hon, eg bað um. Soleiðis var tað.  Hugsi, at meginparturin av árunum vóru háttaði soleiðis, at helvtin av skránni varð boðin út til afturvendandi frílansar at gera, so programmmedarbeiðarar kundu ganga vakt og ger

Hvussu minnist mann tey deyðu?

Møtti Lailu fríggjamorgunin í durinum á Landsjúkrahúsinum. Hon á veg inn og eg á veg út. Støðan hjá Óla Jákupi var álvarslig. Tá kom fram fyri meg tær góðu løtur, vit høvdu samfelagsfak í Hoydølum og skuldu gera eina veljarakanning úti um landið, hvør í sínum heimstaði. Vit fingu Norðureysturoy og gistu, tá liðugt var, í Søldarfirði. Minnist foreldrini og serliga abban, sum eftir útvarpsleikin um Baskervillehundin hetta leygarkvøld, livandi fortaldi um Immanuel og bønhúsið, og so alfredianararnar, sum í Bethania sungu hinar niður, so sterk var demarkasjónslinjan í Gøtu, har omma gekk og hevði broderað eitt skriftstað á veggin. Tað varð tikið niður, tá hon møttu abba, sum seks ár seinni fór at ganga í Filadelfia í Syðrugøtu. Hetta vikuskiftið skrivaðu vit um veljarakanningina og okkara upplivingar millum veggirnar í Funningi og við Gjógv, meðan Ívar, dollarin og yennurin gingu kykir millum veggja, sum eini setningurin segði. Veit ikki, hvar søgan er í dag, men væl lá fyri hjá Óla Jákupi

Dagur og vika aftur úr summarfrí

Í kvøld komu tey bæði, Dagur og Vika, aftur úr summarfrí. Tað var eitt stórt frambrot, tá føroyska tíðindasendingin byrjaði, eftir at Sjónvarpið var komið í verðina hin fyrsta apríl í 1984. Frammanundan høvdu somu fólk sent donsku TV-avísina, sum kom við posti á U-matic bandi frá eini ónevndari keldu, helst einum vinmanni á Keypmannahavnarleiðini. Í Dimmu lovaðu lesarar kríggj, um danska TV-avísin ikki helt fram. Fólk hvørki ynsktu ella orkaðu eina føroyska TV-avís, sum tað róptist. Um somu tíð var ein hampuliga stórur og íðin flokkur, sum savnaðist úti á Frælsinum í Kvøldskúlanum í Havn at granska hetta nýggja føroyska fyribrigdið, sjónvarpstíðindi. Góða tíðarritið Brá hevði eisini grein, har tey kannaðu tíggju føroyskar sendingar við sjónvarpstíðindum. Fjøruti ár eru liðin. Enn hava vit ikki sjónvarpstíðindi hvørt kvøld, ítrótturin fyllir eins nógv og tíðindini, og sunnukvøld eru slettis ongi tíðindi, sjónvarpstíðindi, sum í teimum londum og miðlum eg oftast hyggi eftir, er høvuðskvø

Fyrsta kokkakapping í Føroyum

Leygardagin verður Sjómannadagurin karmur um fyrstu kokkakappingina nakrantið í Føroyum. Talan er um kappingina Arctic Young Chef, sum NORA - Norrønt Atlantssamstarv - skipar fyri í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík og Føroya Sjómannadag. Kappingin byrjar kl 10.30 leygarmorgunin, tá ið fyrsti kokkurin fer til komfýrin og grýturnar. Fimm ungir kokkar eru við í kappingini, sum er partur av eini størri norðuratlantiskari kapping. Vinnararnir í Íslandi og Grønlandi eru klárir, og um hálvan september verður norski vinnarin funnin.  Stóra finalan verður í Hørpu í Íslandi sum partur av altjóða arktisku ráðstevnuni Arctic Circle Assembly í oktober. Kappingin í Klaksvik er á kokkaskúlanum í Tekniska Skúla í Klaksvik. Við kappingini seta NORA og fyrireikararnir sjóneyku á norðuratlantiska og arktiska gastronomi. Dentur verður eisini lagdur á at brúka staðbundnar stuttfluttar rávørur, herundir summar, ið ikki verða so oftani brúktar. Luttakandi kokkar skulu eisini hugsa um, hvussu teir miðl

Mick Box: Kambsdalur var hin løgnasti

Jens Kristian Vang hevur fotograferað 77 ára gamla Mick Box, tá hann lyftir einum glasi av vatni á stóra palli á Summarfestivalinum á Vágsbøi leygarkvøldið. Box er hin einasti av upprunamanningini, sum enn er á lívi, og tað er fimta ferðin, at hann hevur staðið á føroyskum palli við Uriah Heep. Eitt glas av vatni, mind you. Tí Box skrivar sjálvævisøgu, memoirs, sum kemur út í ár. And this will be in it, sigur hann. Við í bókina hevur hann tikið løgnastu konsertuppliving, honum hevur verið fyri á palli, anywhere in the world.  Leygarkvøldið 26. novembur 1988 hevði bólkurin gjørt seg út við størstu ljóðútgerð nakrantíð, átjantúsund wattum, har tey tíggjutúsund skuldu út í høllina á Kambsdali at fevna teim møttu, sum ikki bara vórðu baðað í heavy rocki, men eisini í trýss ljóskastarum. Mixarin í salinum hevði tveyogtretivu kanalir og hann á pallinum fýraogtjúgu. Einki er at taka seg aftur í, at Uriah Heep hevur havt stóran týdning fyri menningina av útgerð á føroyskum pallum og hallum, su

Samrøða við Taylor Swift

Tekstur úr samrøðu við vitlíkið Copilot Skúlanæmingar hava atgongd til amboðið Copilot, sum er partur av Microsoft, ið er á hvørjari teldu í føroyska skúlanum. Tað er gott, tí her kanst tú læra teg tað, sum journalistar kalla interviewteknikk, hvussu tú kanst byrja eina samrøðu og fáa informantin, tann tú tosar við, at greiða frá um viðurskifti, sum heimildarfólkið at byrja við kanska ikki vildi tosað við teg um.  Gevur tú tær tíð, kanst tú lata upp fyri einum truplum evni, sum neyvan nakar fæst at siga nakað um. Á henda hátt kanst tú skriva teg á botn um eitt evni, sum hevur tín áhuga.  Hetta er ein skrivivenjing, har tú skalt minnast til, at tað er ikki eitt menniskja, men ein maskina, tú tosar við, sum tá vit lofta við bóltum upp móti einum veggi. Komin á botn, finnir tú kanska títt alter ego. Tí tú stýrir kjakinum og tíðini. Tað er bara tín hugur og førleiki at skriva, sum er til staðar. Vitlíki skrivar 80% av journalistikki   Fyri stuttum var eg á einum fyrilestri við danska journ

Fær gøtu uppkallaða eftir sær

  Veit ikki, hvussu vanligt tað er, at fáa eina gøtu uppkallaða eftir sær, meðan mann enn er á lívi og gongur somu gøtu. Kanska er tað eindømi. Veit ikki. Men ein heiður er tað, at eitt blátt offisielt gøtunavnaskelti ber títt navn, hóast gøtan er gongugøta og ikki ætlað bilum. Bara tað er í sær sjálvum eitt steytment, býrt tú í Havn. Tað er útvarpsmaðurin, Høgni Djurhuus, sum hevur fingið henda heiður. Hann býr á Berjabrekku og hevur arbeitt í Útvarpinum síðan síðst í áttatiárunum. Tí hevur hann gingið hesu leið, oman og niðan.  Seinasti partur av gongugøtuni er akkurát gjørdur. Ørminnist, at ein klumma gjørdi vart við, at nakrir metrar manglaðu. Nú styttir lidna gøtan leiðina til arbeiðis rættiliga nógv. Haldi, vit møttust á kvøldskúlaskeiði úti á Læraraskúlanum um miðlar og samskifti ein vetur mitt í áttatiárunum. Tá hevði hann verið journalistur á Fjúrtinda og Sosialium. Fyrsta hálvár í 89 samskipaði hann fyri Filmsfelagið eina norðurlendska filmstevnu við 130 professionellum útlen

Á Klaksvíksgøtum

Leygardagin 3. august skrivaði Norðlýsið um ”Felagið”, sum var komið til Klaksvíkar at ganga gøturnar og vitja nýggj, forvitnislig støð, eftir skrá hjá Gunnari Nolsøe, sum er nýggjasti limur í Felagnum, har Albert Isfeld er formaður, eftir at Amariel Norðoy andaðist í 2022. Johan Lutzen skrivaði og tók myndina niðanfyri. Einaferðina fyrr hava vit í sama høpi og ferðalagi verið í Klaksvík. Tað var í 2017. Í ár varð farið av farstøðini í Havn kl 12:10, enn sum áður við Leið 400, yvir land, sum tey søgdu fyrr, norður gjøgnum Sundalagið, gjøgnum Norðskálatunnilin, gjøgnum Skálafjørð, um Gøtueiði, gjøgnum Lorvíkstunnilin og so at enda á Sandinum í Klaksvík kl 13:40. Arbeiðsdagar, koyrir bussurin gjøgnum undirsjóvartunnilin. So hetta var ein ferðafólkatúrur við panoramiskari útsikt. Í Klaksvík taka Gunnar og Jógvan Juel Rasmussen ímóti. Dávur Winther er á blettinum, og bjóðar inn í mentanarhúsið Varpið, har tey gera klárt til brúdleyp. Tískil fáa vit eisini innlit í, hvussu húsið fungerar í