Fyri fullum húsum sungu og spældu Hallur og Kristina í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn í gjárkvøldið. Ein tvídupult stjørnustund. Pauli spældi bass og sang kór saman við Beddi, sum hevði brotið hondina, og tí ikki kundi spæla gittar. Men lukkutíð fyri okkum, ið upplivdu løtuna, ikki bara við hansara góða kórsangi saman við Paula, men sum a double bill slapp Janus Kampmann úr The Reverends at spæla gittar til høvið, bæði akustiskan og elektriskan.
Meðan eg njóti nýggja gittarljóðið, serliga tá hann fer út í markið móti seigum blues, verið eg púra starstrucked av trummusláaranum, Høgna Lisberg, sum var í mest legendariska bólki í nýggjari tíð, Clickhaze, stundum skýrdur Føroya størsti rútmiski aliringur, so nógv kom búrturúr tí bólkinum.
Nú hepnaðist at síggja og hoyra Høgna spæla trummur við Halli og Kristinu, og eins og Janus, støðugt finna nýggjar smogur í tí kenda, skapa op og lyfta tað gamla upp í nýggjar hæddir. Briljant frá Seven Spanish Angels til konsisar svingarar sum Mister Wrong og heimaslagarar frá Jákupi Zachariasen, Niclas Johannesen og Steintóri Rasmussen, og ikki at gloyma skemtisangirnar í V4 traditiónini hjá Andriasi Justesen um kynsbýti, og sangin um Kára Kálvalíð, sum skapti eitt gott lag í fremsta spælistaði í Havn.
Eitt gott duett-show har tey bæði klæddu hvørjum øðrum so væl og stuttliga ektað, við djúpt persónligum søgum - hon um pápan og hann um at vinna á brennivínsdjevilinum - at tað var eitt fornoyilsi at vera millum áhoyrararnar og kenna, at Reinsaríið var gjørt til akkurát hetta, ikki langt frá Gruene Hall í Texas, hevur tú bara einaferð verið har.
Tvær heimligar stjørnur, sum hvíla í sær sjálvum og íslendski makin hjá Kristinu, Böddi Reynis, við stjørnuglampandi fylgispæli.
Síðst eg havi hoyrt so smittandi gott sjov og samanspæl var við Benjamin Petersen og Daniu Tausen í somu hølum. Tá sat eg eisini innast uppiá og hugdi upp í ovasta rúmið, har Kris Kristofferson mundi gingið av verðini. Tað hevði eg ikki vilja lisið um í bløðunum. Jú, hetta er eitt gott rúm og spælistað, sum angar meir og meir av søgu.