Skip to main content

Útvarpsendingar gjørdar uttanfyri ringvegin

At gera útvarpssendingar er krevjandi uppgáva at taka á seg. Einaferð taldi eg sendingar, eg sjálvur havi gjørt, og hvat tíðarskeið, tær fevndu um. Bleiv kløkkur, tá eg endað beint undir livialdrinum hjá Hank Williams, sum Oddbjørn hevur dyrkað. Og tá hevur tað verið lagaligt, tí øll árini havi eg búð í Havn, so eg kundi ganga, koyra ella súkla niðan í Útvarpið, og har fingið ein góðan teknikara, um tað so varð beinleiðis ella bandað sending. 

Tá varð skilt millum talusending og tónleikasending, har hin fyrra bygdi á egnar upptøkur og samrøður við bandupptakara úti á feltinum, og í seinna førinum varð neyðugt at dúva uppá savnsfólk, sum funnu rætta tónleikin og legði hann kláran at brúka hjá teknikaranum í røttu sendistovuni. Og rosinan í pylsuendanum, samsýningin, varð altíð hon, eg bað um. Soleiðis var tað. 

Hugsi, at meginparturin av árunum vóru háttaði soleiðis, at helvtin av skránni varð boðin út til afturvendandi frílansar at gera, so programmmedarbeiðarar kundu ganga vakt og gera tíðindi, og onkrar heilt fáar avtalaðar sendingar, sum eftir eini frígonguskipan løgdu seg upp at tíðindarbeiði. Programleiðslan segði, at á henda hátt varð menningin av føroyskum útvarpssendingum løgd út til fólk, sum í eini væl lýstari samstarvsætlan gjørdu avtalaðar sendingar, ið vórðu settar á skránna tá summarið var av.

Ørminnist, at útvarpið eina tíð royndi at stuðla upp undir og kanska beinleiðis skapa møguleikar fyri einum produktiónsumhvørvi uttanfyri húsið, so frílansarar fakfelagsliga kundu standa sterkari saman og samstundis eisini professionelt gera betri og betri sendingar til okkara felags besta í samhaldsfasta Útvarpinum. 

Mentamálaráðið, sum tað tá kallaðist, skapti á fíggjarlógini møguleikar hjá frílansarum, sum fingu Útvarpsváttan, at gera sendingar, og suðuroyingar og klaksvíkingar tóku av við heitum sum Viðurgerði og Pegasus. Sendingin Salt hevur í eina tíð loftað hesum gamla útvarpstanka. Men í dag er einki framleiðsluumhvørvi, sum ger útvarpssendingar uttanfyri ringvegin og Útvarpið í Havn, síggja vit burtur frá kirkjuligum møtiupptøkum.

Tað eru mínir drúgvu innleiðandi tankar, nú Oddbjørn Vágslíð í Klaksvík, hevur gjørt seinastu av ikki færri enn átta sendingum um Hank Williams. Oddbjørn, sum stundar til fýrs, hevur skrivað og skipað sendingarnar, býr í Klaksvík, fingið ein annan at lesa, havnarmannin Djóna Andreasen, og ein lokalan teknikara, Erik Biskupstø, at taka upp og gera klárt til sending hjá øllum landinum at hoyra. 

Havi spurt meg fyri, og skilji at Oddbjørn fær samsýning fyri hvørja sending, men skal so sjálvur rinda fyri upplestur og teknikk, megnar hann ikki at gera tað eisini. Úrslitið er undirskot fyri hvørja sending, skal ætlan og støðið haldast, sigur nærlagdi Oddbjørn. 

Tað haldi eg vera spell, tí sendingin er tíðuliga borin av gerandisligum áhuga hjá leikmanni, ið mest sum hevur vígt hvørja lívsløtu til hugmyndina um Hank Williams (1923-1953), og hvar og hvussu hann í eitt seks ára skeið, innan hann doyði bara níggjuogtjúgu ára gamal, gjørdi fleiri enn hundrað sangir, ja onkur sigur 167, sum løgdu støðið undir ragg og rull, sum Tonglatummas segði um rock and roll í 1959. 

At gera sendingar, er eisini at traðka út í almenna rúmið. Fyrsta sendingin var 17. juni og hin seinasta 12. august. - So seint sum mánadagin í farnu viku, tá eg fór til lækna, kom ein til mín í bíðirúminum, og sigur, at tað er harmiligt, at tað ikki koma fleiri Hank Williams sendingar, fortelur Oddbjørn og sigur, at viðkomandi hevði vant seg við, at lurta eftir Útvarpinum hvønn mánadag klokkan fýra.  - Tínar sendingar líkjast burtur úr øðrum tónleikasendingum, tí man fær so nógv at vita um mannin og hansara tónleik. Oddbjørn leggur afturat, at úti á gøtuni steðgaði ein kona honum, og helt fyri, at hon visti ikki, at Hank var skít, tá hann gjørdi andaliga sangin I Saw the Light. - Hetta vísir bara, at fólk lurta og fylgja við, sigur Oddbjørn, og minnir meg, á at orsøkin til sambandið okkara millum var, at eg spældi toksangin hjá Hank Williams The Pan American í ferðandi sendingini Kuffertið fyri júst tretivu árum síðan. Sangurin var úr nýkomna savninum Health and Happiness Shows, sum Heri Dam hevði keypt í Skotlandi, tá Smyril sigldi hagar og víðkaði um føroyska sambandið við umheimin.

Í postinum hevur Oddbjørn sent mær eitt yvirlit yvir okkara samband kring Hank Williams, og hvussu tað byrjaði. Tá gerst tú heitur um hjartað, at fáa innlit í, hvussu fólk ikki bara passivt lurta, men eisini seta prís uppá tað, sum sent verður. Tú lærir, at lurtarin er tín strangasti dómari. Men aftur til Oddbjørn og Hank Williams sendingarnar.

Í sendirøðini helmar hann ikki í, fyrr enn allar plátur, eisini tær sjáldsomu úr ferðandi reklamusjovum sum Hadacol og Mother’s Best eru hoyrdar úr landinum, har útvarp vaks seg meinings- og marknaðarsterkt undir øðrum heimsbardaga og helt fram undir Koreakrígnum, tá hvítu kristnu virðini hjá fátækrafólki á bygd í Amerika, skaptu nýggjan gróðrarbotn fyri at fara út í heim at skjóta, tí kommunisman og antikrist hótti heimsmyndina, hana sum Louvin Brothers staðfesta og syngja um í The Family Who Prays, From Mother’s Arms to Korea og Don't let them take the Bible out of our school rooms. Tað bleiv ein borgarlig skylda, at gera sum sangirnir messaðu.

Mær dámdi væl tær átta útvarpssendingarnar um Hank Williams, tí tær vóru annarleiðis í orðavali, upplestri og tónleikavali, enn miðalsendingar, sum koma á skrá. Gamaní kundu partarnir møguliga verið færri, hevði ein hvassur framleiðari verið yvir tilfarinum og summstaðni skorið inn á bein. Onkuntíð vóru sendingarnar ov drúgvar, so tíðindini komu inn yvir, tá minuttirnir vórðu ov mangir. Tíðin sparir ongan og tá timin er komin, er einki at gera. Tað er ein tematikkur, sum gongur aftur hjá Hank, tá hann er dómadagsbestur. 

At siga US-dollars hvørja fer dollarin verður umrøddur, er óneyðugt, tí vit vita, at hetta eru bara amerikanskir dollars, og allar sendistøðirnar nýtast ikki at verða nevndar við bókstavanavni heldur. 

Og so er tað elefanturin í rúminum - alkohol - sum uttan iva var orðið og fyribrigdið, denn djevulsins urt, sum allaroftast kom fyri. Hetta er gamaní sigandi sum einki annað frásøgufyribrigdi úr lívinum hjá Hank Williams, men eg haldi at tað flytir fokus frá meginskaldinum á heiðini, The Hillbilly Shakespeare, tá alkohol verður nevnt so ofta. 

Sarkastiskar viðmerkingar sum ”sendingin er IKKI stuðla av Føroya Bjór” ella ”Hank var ikki limur í nøkrum fráhaldsfelag, tað vit vita”, ella ”Losjumaður var hann so ikki” kundu skapt ein ertandi stíl, sum hevði klætt The Health and Happiness Shows, so nýtt forteljaraperspektiv uppstóð til hesa legendarisku legendu, sum ikki verður tikin, tá vit hugsa um skaldskap á plátu og øll tey, sum seinni komu, bara fyri at nevna Bob Dylan og Bruce Springsteen.

Kalda kríggið og Sangbók Guds Fólks kundi eisini verið hildin upp móti fleiri av amerikansku sangunum, sum eru týddir til føroyskt og verða brúktir í fríkirkjuligum møtivirksemi, ikki minst I saw the Light, sum er Tom Hiddlestone-heitið á filminum frá 2015, og Luke the Drifter’sa versjón av Tá sól er sett her, sum á upprunamálin eitir Beyond the Sunset. Men tá tosa vit um eina aðra sending ella eitt annað slag av kommenterandi bókmentanarligari sending, sum kanska kemur fyri dagin, tá gamlar plátur koma í nýtt ljós, so segði hann. Livst, so spyrst. Keldan og tulkingarfelagsskapurin eru ótømandi.

Og so er tað hvíta arbeiðarastættin á bygd i USA, sum Elvis eisini var av, og sum Trump nú roynir at ítaluseta, sum tey siga í journalistisktpolitiskum retorikki. Ítaluseta og gera sjónlig, tí hann, ríkmaðurin Trump, skal eitast at hava samhuga við teimum, og hevur hugsað uppbyggiligar ætlanir at byggja eitt nýtt Amerika saman við hesum ómælandi outcast borgarum, ið komu oman úr Appalakkufjøllum, og Trump nú sigur seg vilja geva eina rødd. 

Kríggið um sálirnar eri ikki broytt síðan dagar Hank Williams, sum eisini kallaði seg Luke the Drifter, og yrkti hugsunarsamar og evangeliskar sangir á persónligari helsóttarferð, sum Men With Broken Hearts, I've Been Down That Road Before og Pictures from Life's Other Side. Her er tað mest áhugaverda, dualisman hjá plátuskaldinum Hank Williams, rennandi millum barr og bønhús, sum á bygd í Føroyum, tá skip gingu burtur og allir menn vórðu tiknir úr túninum og heimafólkið ikki visti síni livandi ráð. Tá varð gróðrarevni í søgum sum Tikin ella latin eftir. Um tað evnið kundi eg hugsað mær eina sending burturav í hesi røð um Hank og lívsglottar úr lívi hansara, kanska so sum Paul Schrader hevur skrivað í Eight Scenes from the life of Hank Williams, sum enn ikki er blivin til film, tað eg veit. Men Your Cheatin’ Heart við George Hamilton, hann sá eg í Havnar Bio. 

Í útvarpi er Hank Williams ein ótømandi episk kelda at oysa av úr plátum og filmi. Takk til Oddbjørn fyri dirvið at gera hesar átta sendingar um fremsta plátuskaldið, Hank Williams. Eingin í okkara landi hevði gjørt tað betri. Takk fyri tað og takk fyri vinalag í tretivu ár.