Skip to main content

Posts

Verður hetta framtíðar Bíblian?

Karina Toftegaard ritstjóri og John Dalsgarð frá Gramar royna Kindle e-bókina hjá Amazon í køkinum á Skúlabókagrunninum. Kindle fæst fyri 1500 krónur og onnur hvør bók, sum Amazon selir er ein e-bók (Myndir: Birgir Kruse) Fyrsta hugsanin, tá eg sá elektronisku Kindle bókina var, at hetta verður nýggja Bíblian. Tað er Amazon, ið selur Kindle bókina, sum er snøgg og handug at hava við á møti. Fæst Bíblian sum e-bók, so er laga manni at sláa upp og fylgja við. Fyri ikki um at tala telefonbókina ella dagsins avísir og wikipedia. Tá verður laga manni at luttaka í spurnarkappingum. Nú fartelefonir mennast og møta brúkarum á nýggjan hátt, kann lættliga hugsast at ymsu e-bøkurnar renna saman í eittans format, sum fólk vilja hava beint í lógvanum. Spennandi verður at síggja um Føroyar eisini verða við tá.

Omma Blomma er metsølubók

Annika Árting, sum er kosins ársins ungi bókaseljari, vísir fegin fram metsølubókina á barnalistanum í Riti og Ráki í SMS (Myndir: Birgir Kruse) Tað er sjáldsamt at ein skúlabók røkkur ovastu metsølulistum í einum handilsligum bókahandili. Men tað hendi um jólini, stutt eftir at bókin Omma blomma abbi krabbi - vit tíma at ríma kom út. Sissal Rasmussen hevur savnað tilfarið, sum er rím og ramsur fyri børn. Pápin Árni Winther hevur teknað myndirnar í bókini, sum er ætla børnum undir skúlaaldur. Føroya Skúlabókagrunnur gav bókina út og hetta er fyrsta ferðin at ein útgáva haðani er komin á metsølulista.

Fýra steggjar og ein bøga

Steggjar og bøgur spegla sær í kuldanum á Hoyvíkstjørn í dag. Ljósagráu steggjarnir eru eyðkendir, tí teir eru grønir um høvdið og korkareyðir um bringuna. Bøgurnar eru brúnsjórutar og hava ein bláan, hvítrandaðan spegil ytst á veinginum.

Martin ger kyndlar í Tórsbyrgi

Martin handar kyndlar við hitamiðstøðina. Áskriftin á snørdu sekkjunum er helst arabisk. Anna Maria Simonsen í nummar 4 tendrar ein kyndil. Martin hevur nakrar kyndlar til avlops. (Myndir: Birgir Kruse) Martin Enok Jespersen, sum býr í nummar 10, ger kyndlarnar klárar til gonguna og nýggjársbálið í Tórsbyrgi. Kyndlarnir eru stórir og krevja nógva fyrireiking. Trupult er at fáa fatur á sekkjum úr rætta tilfarinum, men enn ber til hjá Martini at savnað alt tilfarið, so kyndlarnir eru snøggir og góðir at bera, og ikki minst - brenna!

Kyndlagonga í Tórsbyrgi

Veðrið er av tí fagrasta og grøna fløtan er kavaklødd, tá kyndlagongan steðgar eina løtu. Bjarnvarður í Dali, sum býr í nummar 31, sæst fremstur fyri í kyndlagonguni undir húsunum hjá Lýtt og Jens Petur. (Myndir: Birgir Kruse) Tá klokkan er farin av ellivu, fer kyndlagongan í Tórsbyrgi úr túninum á hitamiðstøðini, niðan eftir parkeringsplássinum og oman eftir gøtuni fyri endanum á Fútalág. So verður gingið undir øllum húsinum, til vit aftur eru í lagdini handan hitamiðstøðina.

Nýggjársbál í Tórsbyrgi

Kyndlagongan er savnað kring nýggjársbálið í Tórsbyrgi. Bjarni Nielsen í nummar 4 syngur tjóðsangin. Gongan blakar kyndlarnar á bálið (Myndir: Birgir Kruse) Nýggársbálið fær góða undirtøku í Tórsbyrgi. Gjøgnum dagin hava íbúgvar savnað tað, ið brennast kann. Undir kønari leiðslu verður træ og pappír lagað til eitt stórt bál í lagdini aftanfyri hitamiðstøðina. Bálið verður tendrað við teim kyndlum, sum fólk framman undan hava borið kring allan býlingin. Innan kyndlarnir verða lagdir á bálið, verður eitt ørindi úr tjóðsanginum sungið.

Fólk í Tórsbyrgi

Hans Jákup Hermansen tendrar eitt neyðbluss á midnátt. Sigrún Mohr er forkvinna í Eigarafelagnum á Tórsbyrgi. Hallbjørg Lamhauge býr í nummar 6. Hanus hevur savnað vinfólk til ræst kjøt, nýggjársaftan. Julian Kragesteen býr í nummar 28 (Myndir: Birgir Kruse) Nógv fólk koma saman á nýggjárinum í Tórsbyrgi. Við hitamiðstøðina eru fleiri av teim 36 húsunum umboðað, tá nýggja árið byrjar. Tá bjóðar Eigarafelagið sjampanju og so verða rakettir skotnar úr túninum. Og so eru allar dyr opnar.