Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2009

Lat hann bera okkum burt í annan heim

Sunleif Rasmussen og Heðin Mortensen við nýggju ólavsøkukantatuni inni í Ráðhúsinum hjá Tórshavnar kommunu (Mynd: Birgir Kruse) Eftir drúgvar fyrireikingar – skriviborðskjak, kórvenjingar og teknisk høvuðbrýggj – varð ólavsøkukantatatn 2009 loksins førd fram á pall. Á landsins besta, undir fríum lofti við tinghúsið á Vaglinum. Ja, í roynd og verðu kring alt Vaglið og allar hæddir, har eru. Í somu løtu tingmanning, landstýrisfólk, prestar og embætisfólk sóust koma undan í Mylnugøtu, varð blást í horn, so Vaglið knýttist saman í eina inngangandi fanfaru og kórið gekk framm á pall – grøna grasið á tinghúsvøllinum. Allar rørslur, koereografiin, perfektar. Tign og ljóð samantvunnin. Og so byrjaði tónlistamyndin í sveipandi umfarsljóði, sourround , sum vardi 20 minuttir. Ljóðmyndir í sourround eru ikki ókendar hjá Sunleifi. Hann hevur eina framúr góða hond og ikki minst huga at skapa, kréera, ljóðmyndir í rúmi. Kenni tað sum at fara á fjall við einum kønum fjallmanni, ið veit at siga um hvø...

Ólavsøkukantatan 2009

Aðalroynd á Vaglinum í kvøld. Ovast ein hjartansfegin Sunleif framman fyri stóra kórinum, síðani tveir av teim trimum yrkjarunum Sólrun Michelsen og Carl Jóhan Jensen. Ólavur Hátún er fangaður close up á kvæðapallinum og síðani sæst Kingobólkurin úr Tjørnuvík við Gamla Bókahandil. Hanus G. Johansen er annar av tveimum sangsolistum undir Tinghúsinum, hin er Joanna Johansen. Niðast sæst ljóðteknikarin Jónas Bloch Danielsen savna leidingar á Tinghúsvøllinum og kjakast við dirigentin og tónaskaldið. Hóast stórar avbjóðingar er lagið gott (Myndir: Birgir Kruse) Fyri Tórshavnar kommunu ger tónaskaldið Sunleif Rasmussen nýggja 100 ára kantatu, har kórið, ið framførir undir tinghúsinum ólavsøkudag telur 100 røddir. Tilsamans 160 fólk luttaka í nýggju kantatuni. Tónaskaldið sigur at nú Havnin fyllir 100, hevði verið hóskandi við eini kantatu, sum gongur heilt nýggjar leiðir, men samstundis tekur støði í hevd og umhvørvi kring Vaglið. Ólavsøkudag verður allur Tinghúsvøllurin ein stór tónleikafra...

Ólavsøkan byrjar

Gev mær ketsjupp í ein bil...(Mynd: Birgir Kruse) So er ólavsøkan komin í gongugøtuna. Henda fylta bilin við ketsjuppi, sinnopi og remulátu gekk eg framvið um nátturðatíð. Ein heil røð av pylsuvognum eru longu at síggja í gøtuni. So mann gongur neyvan svangur um ólavsøkuna.

Púra paff av Taff

Russ Taff tók øll á bóli í Ebenezer sunnukvøldið fyri ólavsøku (Myndir: heimasiðan hjá Russ Taff og Birgir Kruse) Sunnukvøldið var eg í Ebenezer, har lýst varð við konsert hjá Russ Taff, fyrrverandi leiðara í The Imperials og tilsamans sjey ferðir Grammyløntur sangari. Hóast rúmlig høli, var fullsett í Ebenezer. Saman við øðrum stillaði eg meg aftast, men við góðum útsýni framm á pallin. Á klingandi skotskum bleiv amerikumaðurin introduseraður og nevnt varð, at dótturin eisini var við og fór at syngja. Sum konsertin leið og skemtarin Taff var komin á pallin, gekk upp fyri mær, at dótturin var ein av mongu føroysku songrøddum hann hevði hitt undir vitjanini, Karlina Højgaard. Havi ikki hoyrt Karlinu áður, men hennara versjón av sálminum um hinum Vanvirda Krossin var so intens sum aldri áður. Russ Taff lovprísaði henni og fekk hin annars so stirvna salin í Ebenezer at svvvinga. Kanska hevði eg Tórshavnar Stórband í oyrunum enn – tey høvdu júst endað eina fantastiska uttandurakonsert í ...

Grindabátar úr Vági

Grindabátarnir úr Vági koma til Havnar og verða drignir uppá land úti undir Bakka. Vit síggja manningina á Norðstjønuni, tveir landstýrismenn Jákup Vestergaard og Jóhan Dahl, sum sigur borgarstjóranum frá um grindaróður norður til Havnar. Hans í Líðini, sum róði í Oyrabátinum, helt talu í Reinsarínum, har gávur vóðru handaðar til allar manningarar, eisini Árna Brattaberg (Myndir: Birgir Kruse) Leygardagin komu ikki færri enn 120 bátsmenn og -kvinnur sunnan úr Vági og grannabygdunum norður til Havnar. Ørindini vóru at heilsa Tórshavnar kommunu, sum fylti 100. Hetta stóra tiltak var púra spontant og stóð ikki í ólavsøkuskránni. Júst hetta persónliga engasjemang var stuttligt at eygleiða og uppliva við fyrsta føroyska kajkant, innanfyri Skinnarasker, úti undir Bakka í Havn. Fitt av fólki varð møtt har borgarstjórin helt røðu og bátsfólkið gekk niðan í Reinsaríið í Tórsgøtu at fáa ein bita og eina gávu - 100 ára filmin hjá Tórshavnar kommunu. Orsøkin var at meðan grindamenn í Vagi hava ver...

Havnarløg

Ólavur Olsen og Eirikur Skála hava samskipað tiltakið 'Havnarløg'. Í miðjuni sæst kapellmeistarin Magnus Johannesen. Niðast er Martin Joensen fangaður í mannamúgvuni meðan Sólvá Ford syngur 'Mánalýsið Gylt' (Myndir: Birgir Kruse) Í dag vóru Havnarløg framførd á útipalli í Tórsgøtu, har Tórshavnar Stórband spældi undir leiðslu av Magnusi Johannesen. Hann hevði gjørt allar útsetingarnar og eisini tvey nýggj løg. Gomlu løgini vóru klassikarar úr Havn. - Deiliga Havnasligt, segði Finnur Jensen, ið var ein av fýra sangsolistum. Hinir vóru Anna Nygaard, Sølvá Ford og James Olsen. Frásøgumaður var Robert McBirnie. Og eg kann ikki annað enn at geva Finni rætt. Hetta var deiliga Havnasligt. Ógvuliga presissar, men stak væl svingandi útsetingar. Ljóðið, sum fylti langt niðan í mentanargøtuna í miðbýnum, var breitt við góðari fyllu og væl blandað. Ein deilig løta. Tórshavnar Stórband er í góðum formi og vónandi verður tað afturvendandi táttur at verk verða skrivað til orkestrið....

Degns Hús eru fyrsta telefonstøðin

Degns Hús, Tinghúsvegur 4, verða á ólavsøku karmur um framsýning við listaverkum eftir Ingálv av Reyni (1920-2005). Verkini eru øll ogn hjá familjuni av Reyni. Umframt at síggja hesa forvitnisligu listaframsýning á ólavsøku, er samstundis høvið at síggja húsini hjá Degn, mitt í Havn. Serliga forvitnislig er avgreiðslulúkan í køksvegginum. Hon stavar frá fyrstu telefonstøðini í 1906. Fyrsta samrøða í telefon var tó gjørd árið fyri. Tá varð tosað úr Geil, longur niðri í Havn, har Tryggingin nú heldur til og enn rópar hølini 'Gelin'. Tosað varð við bóndan Bærendsen inni á Sundi. Henda fyrsta telefonsamrøðan var í 1905. Niðast sæst Jákup Nielsen, Føroya Tele, við elstu telefonunum í landinum. Mitt fyri er hin elsta, sum brúkt varð í 1905. (Myndir: Birgir Kruse) Tá løgtingið hevði bygt tinghús í 1854 varð vegurin framvið kallaður Tinghúsvegur. Árini 1866-1881 keypti Tórshavnar kommuna jørð frá bóndanum á Eystara Húsagarðsfesti, og fyrstu útstykkingar vórðu gjørdar til sethús við v...

Albert fúrsti úr Monako

Flaggið úr Monako við dyrnar í Norðurlandahúsinum, Albert Fúrsti, løgmaður og grønlendsk børn í túninum og niðast borgarstjóraparið í Havn saman við fúrstanum eftir loknan film í høllini (Myndir: Birgir Kruse) Í dag hitti eg hin fryntliga Albert fúrsta úr Monako. Sat aftanfyri hann og borgarstjóran, tá filmurin Inuk var sýndur í høllini í Norðurlandahúsinum. Sjáldsama fryntligur maður, eisini tá eg eftir loknan film prikaði hann á økslina og spurdi um eg kundi avmyndað hann og borgarstjóraparið í Havn, Heðin og Hjørdis. Tað var gaman í. Longu í túninum sást at hetta var ein avslappaður maður. Har tosaði hann við løgmann og landstýrismannin í úttanríkismálum og fleiri onnur við. Eingin sjónlig løgregla ella annað hóvasták. Bara flaggið úr Monako. Ja, og so var tað filmurin í høllini. Vakrar myndir og vakurt landslag, sum avdúkar eitt trupult samfelag. Eitt samfelag við nógvari søgu og ríkari fortíð, men ongari framtíð. Hetta eru dagsins kulissur í Grønlandi. Vit hava sæð tað fyrr, men h...

Njál í Aldingarði

Neil Alden Armstrong, Michael Collins og Edwin Eugene 'Buzz' Aldrin Jr. mannaðu Apollo 11 fyri fjøruti árum síðani. Senni sang Lobo í føroyskum útvarpi um Armstrong á Mánanum og norðmenn komu higar at gera sjónvarpsfilm, kveiktir av Buzz Aldrin, sum hvarv í heimsins meldri (Mynd: NASA, Føroya deild) Fátt kann sum ein væl vinklaður poppsangur minna teg á farnar tíðir og hendingar. Um dagarnar kom mær til hugs setningurin ‘When a Man Called Armstrong Walked upon the Moon’. Ein sentimentalur poppsangur við Lobo, sum Útvarpið plagdi at spæla miðskeiðis í sjeytiárunum. Minnist eisini at ein vinmaður átti LP plátuna, sangurin var av Just a Singer , ið fevndi um sangir, tíðartinnur, sum onnur høvdu skrivað. Mest spældi sangurin í Útvarpinum var Rings , men handan tveir aðrar sást navnið John Stewart (1939-2008) sum høvundur. Annan sangin Daydream Believer kenna øll frá The Monkees í 1967. Men hin, við turrisliga heitinum Armstrong , bleiv aldri nakað popphitt ella landaplága. Kom ik...

Lívsins landslag

Nógv forvitnisligt varð at síggja tá Tróndur Patursson lat upp framsýning við hálvthundrað verkum í Listahøllini á Skipasmiðjuni í dag (Myndir: Birgir Kruse) Tróndur Patursson lat í dag upp nýggja framsýning í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Hálvthundrað verk, lutvíst retrospektiv, lutvíst nýggj. Glaslistina hjá Tróndi havi eg altíð hildið verða spennandi, bæði í skapi og liti. Havi altíð knýtt hana at havinum, listina hjá Tróndi. Í komprimeraðum orðaformi gevur Inger Smærup Sørensen í skránni eitt innlit í júst henda ultramarinbláa heimin hjá Tróndi. Rói Patursson helt røðu, tá latið varð upp og Tróndur beyð so vælkomin. Fryntligur sum altíð, vísti hann mær eina glaskúpu í áðurnevnda bláa liti. Kúpan, ið liggur á gólvinum sum ein innseting - ein organisk vera, sum tikin úr havsins dýpi - var aldri ætla at sýna fram, sigur Tróndur. Í veruleikanum var tað eitt óhapp í ovninum, sum gjørdi at flata glasið bólgnaði og síðani sprotnaði. - Men so helt Brandur, at hetta skuldi við á framsýningi...

Karisma við Múrin

Karisma strálaði av pallinum í Lágabø, tá Boys In A Band spældu og sungu leygarkvøldið. Stuttligt sjov við góðum dreiv. Og bráddliga broytti frontmaðurin Pætur perspektivið, tá hann leyp av pallinum og sang millum áhoyrararnar. Frálíkur bólkur við frálíkum tilfari og enn betri undirhaldi.