Aðalroynd á Vaglinum í kvøld. Ovast ein hjartansfegin Sunleif framman fyri stóra kórinum, síðani tveir av teim trimum yrkjarunum Sólrun Michelsen og Carl Jóhan Jensen. Ólavur Hátún er fangaður close up á kvæðapallinum og síðani sæst Kingobólkurin úr Tjørnuvík við Gamla Bókahandil. Hanus G. Johansen er annar av tveimum sangsolistum undir Tinghúsinum, hin er Joanna Johansen. Niðast sæst ljóðteknikarin Jónas Bloch Danielsen savna leidingar á Tinghúsvøllinum og kjakast við dirigentin og tónaskaldið. Hóast stórar avbjóðingar er lagið gott (Myndir: Birgir Kruse)
Fyri Tórshavnar kommunu ger tónaskaldið Sunleif Rasmussen nýggja 100 ára kantatu, har kórið, ið framførir undir tinghúsinum ólavsøkudag telur 100 røddir. Tilsamans 160 fólk luttaka í nýggju kantatuni.
Tónaskaldið sigur at nú Havnin fyllir 100, hevði verið hóskandi við eini kantatu, sum gongur heilt nýggjar leiðir, men samstundis tekur støði í hevd og umhvørvi kring Vaglið. Ólavsøkudag verður allur Tinghúsvøllurin ein stór tónleikaframførsla, sigur Sunleif, ið lýsir nýskrivaðu kantatuna soleiðis:
- Ætlanin er at samnantvinna fortíð og nútíð í eina tónleikaframførslu, ella sjov, ið fevnir um kórsang, kingosang, kvøðing, messingblásarar, solosang, elgittar, percussion og elektrontónleik. Kór, solosangarar, elgittar, percussion og dirigentur standa á vøllinum. Kvæðabólkur dansar í Gamla Kommunuskúlagarði og kingobólkurin úr Tjørnuvík syngur millum Apotekið og Bókahandilin. Tveir trombonleikarar standa á í gamla Apotekinum, tvær trompetir blása úr Tinghúsinum og tvey horn úr Byráðsygunum. Samstundis streymar elektroniskur tónleikur úr seks sourroundhátalarum runt alt økið á Vaglinum.
Jónas Bloch Danielsen er ljóðmaður.
Tekstin til nýggju kantatuna hava Sólrun Michelsen, Oddfríður M. Rasmussen og Carl Jóhan Jensen skrivað. Sangsolistar eru Hanus G. Johansen og Joanna Johansen.
Kantatusálmur
sólin rísur roðin litar
fjallalíð og hjartað hitar
sum í kulda ringdi seg
víkið burtur syndadreymar
flótið inn tit gleðisstreymar
harrin sendir á mín veg
fylgjast báðar sorgin gleðin
eingin kennir tíman vegin
hvør og ein má knossa sítt
fekk eg bjálka tungan sendan
harrin bar tó tyngra endan
varnaðist tað hjarta mítt
einki kann eg lata aftur
takki bara hjartans lættur
fyri ljós har myrkrið lá
um tú tørv og trongd mær linnar
signar tann mítt hjarta ynnar
hvat kann meir eg tráa tá
tíðin máar ungdómsstyrki
valdið stórt og vísdómsyrki
sama veg sum blóman fer
men tí fyri synd tín deyði
skuldargoymslu oydna legði
ævinleikin fyri er
Sólrún Michelsen
Føroya Kvæði
Öldirnar liðu um oyðin lond
-alvaldið sat í ráðagerðum-
løgdu grundir í klakabond
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Jörðin skapast dag frá degi
-alvaldið sat í ráðagerðum-
hvør minsta ögn í hvørjum vegi
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Kyknaðu oyggjar undan jøklum
-alvaldið sat í ráðagerðum-
lívið kreyp í sálleysum krøklum
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Við hondum so smátt og við eldi
-alvaldið sat í ráðagerðum-
kom samvit loksins til skil og veldir
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Sríddist tjóð undir stjörnufjöld
-alvaldið sat í ráðagerðum-
við haka, við snøri hálvtólvta öld
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Veður sær ráddu og maktin við
-alvaldið sat í ráðagerðum-
við fátækt og trúgv bant fólkið frið
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Onnur kom tíð við skipum og troli
-alvaldið sat í ráðagerðum-
vælferð, sum samdist illa við tolið
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Um høg eru keyp, sama er veldið
-alvaldið sat í ráðagerðum-
maktin røkkur frá toski til teldu
-hvat ið so stendst av mannaávum-
So land, tú alskjarra, randhvíta flagd
-alvaldið sat í ráðagerðum-
hvar er tín framtíð, hvar er tín frægd?
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Carl Jóhan Jensen
Ásjónd
Tú rak á ramari aldu
sogin úr søltum streymi
ið trúliga tevið aldi
sansir í blámudeymi.
Tú øsp á ævigu aldu
landið hevur tær vunnið
æru úr kenslunnar tárum
lagnu úr søgum spunnið.
Tú ert vón úr vætu sprottin
ein kykna í eygað negld
fødd av havsins drátti
í húðina niður feld.
Tú ert grønka úr orðsins grund
gitin úr vitsins døkka
ein glotti í hvørjari stund
- saman vit okkum førka.
Oddfríður Marni Rasmussen
Skýggini bera ynski
Skýggini bera ynski
duld millum blómutár
upp úr djúpum lysti
rás rist í gleðissár.
Beinagrind litar mánan
gráa mannaeyga
og nátt fer at lána
lív títt inn í deyðan.
Minni renna út á sjógv
ald úr hjartastyrki
leita upp legurógv
har skýggj bera ynski.
Oddfríður Marni Rasmussen
Reystur var andin
Reystur var andin
sum logan birti.
Kveiktur varð sangur
sum mælið styrkti.
Reystur var andin
sum bergið herdi.
Hvassur var pennur
sum málið telgdi.
Reystur var andin
sum streymin beindi.
Læstur varð ringur
sum brýndi landið.
Reystur er andin
sum byggir tjóð.
Hugur sum førkar
og skapar samljóð.
Oddfríður Marni Rasmussen
Tónaskaldið sigur at nú Havnin fyllir 100, hevði verið hóskandi við eini kantatu, sum gongur heilt nýggjar leiðir, men samstundis tekur støði í hevd og umhvørvi kring Vaglið. Ólavsøkudag verður allur Tinghúsvøllurin ein stór tónleikaframførsla, sigur Sunleif, ið lýsir nýskrivaðu kantatuna soleiðis:
- Ætlanin er at samnantvinna fortíð og nútíð í eina tónleikaframførslu, ella sjov, ið fevnir um kórsang, kingosang, kvøðing, messingblásarar, solosang, elgittar, percussion og elektrontónleik. Kór, solosangarar, elgittar, percussion og dirigentur standa á vøllinum. Kvæðabólkur dansar í Gamla Kommunuskúlagarði og kingobólkurin úr Tjørnuvík syngur millum Apotekið og Bókahandilin. Tveir trombonleikarar standa á í gamla Apotekinum, tvær trompetir blása úr Tinghúsinum og tvey horn úr Byráðsygunum. Samstundis streymar elektroniskur tónleikur úr seks sourroundhátalarum runt alt økið á Vaglinum.
Jónas Bloch Danielsen er ljóðmaður.
Tekstin til nýggju kantatuna hava Sólrun Michelsen, Oddfríður M. Rasmussen og Carl Jóhan Jensen skrivað. Sangsolistar eru Hanus G. Johansen og Joanna Johansen.
Kantatusálmur
sólin rísur roðin litar
fjallalíð og hjartað hitar
sum í kulda ringdi seg
víkið burtur syndadreymar
flótið inn tit gleðisstreymar
harrin sendir á mín veg
fylgjast báðar sorgin gleðin
eingin kennir tíman vegin
hvør og ein má knossa sítt
fekk eg bjálka tungan sendan
harrin bar tó tyngra endan
varnaðist tað hjarta mítt
einki kann eg lata aftur
takki bara hjartans lættur
fyri ljós har myrkrið lá
um tú tørv og trongd mær linnar
signar tann mítt hjarta ynnar
hvat kann meir eg tráa tá
tíðin máar ungdómsstyrki
valdið stórt og vísdómsyrki
sama veg sum blóman fer
men tí fyri synd tín deyði
skuldargoymslu oydna legði
ævinleikin fyri er
Sólrún Michelsen
Føroya Kvæði
Öldirnar liðu um oyðin lond
-alvaldið sat í ráðagerðum-
løgdu grundir í klakabond
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Jörðin skapast dag frá degi
-alvaldið sat í ráðagerðum-
hvør minsta ögn í hvørjum vegi
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Kyknaðu oyggjar undan jøklum
-alvaldið sat í ráðagerðum-
lívið kreyp í sálleysum krøklum
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Við hondum so smátt og við eldi
-alvaldið sat í ráðagerðum-
kom samvit loksins til skil og veldir
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Sríddist tjóð undir stjörnufjöld
-alvaldið sat í ráðagerðum-
við haka, við snøri hálvtólvta öld
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Veður sær ráddu og maktin við
-alvaldið sat í ráðagerðum-
við fátækt og trúgv bant fólkið frið
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Onnur kom tíð við skipum og troli
-alvaldið sat í ráðagerðum-
vælferð, sum samdist illa við tolið
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Um høg eru keyp, sama er veldið
-alvaldið sat í ráðagerðum-
maktin røkkur frá toski til teldu
-hvat ið so stendst av mannaávum-
So land, tú alskjarra, randhvíta flagd
-alvaldið sat í ráðagerðum-
hvar er tín framtíð, hvar er tín frægd?
-hvat ið so stendst av mannaávum-
Carl Jóhan Jensen
Ásjónd
Tú rak á ramari aldu
sogin úr søltum streymi
ið trúliga tevið aldi
sansir í blámudeymi.
Tú øsp á ævigu aldu
landið hevur tær vunnið
æru úr kenslunnar tárum
lagnu úr søgum spunnið.
Tú ert vón úr vætu sprottin
ein kykna í eygað negld
fødd av havsins drátti
í húðina niður feld.
Tú ert grønka úr orðsins grund
gitin úr vitsins døkka
ein glotti í hvørjari stund
- saman vit okkum førka.
Oddfríður Marni Rasmussen
Skýggini bera ynski
Skýggini bera ynski
duld millum blómutár
upp úr djúpum lysti
rás rist í gleðissár.
Beinagrind litar mánan
gráa mannaeyga
og nátt fer at lána
lív títt inn í deyðan.
Minni renna út á sjógv
ald úr hjartastyrki
leita upp legurógv
har skýggj bera ynski.
Oddfríður Marni Rasmussen
Reystur var andin
Reystur var andin
sum logan birti.
Kveiktur varð sangur
sum mælið styrkti.
Reystur var andin
sum bergið herdi.
Hvassur var pennur
sum málið telgdi.
Reystur var andin
sum streymin beindi.
Læstur varð ringur
sum brýndi landið.
Reystur er andin
sum byggir tjóð.
Hugur sum førkar
og skapar samljóð.
Oddfríður Marni Rasmussen