24.1.11

Blind Boys of Alabama í Gøtu!







The Blind Boys of Alabama á palli í The Jazz Café í Camden, London, 2006. Á næstu myndini sæst umboðsmaðurin til høgru, meðan blindu sangararnir ganga fram við døgurðaborðinum á balkongini. Discostjørnan Candi Staton, dóttir og kona afrikanska sendiharran, og niðast sæst undirritaði lesa úr Dimmu og G festivalskránni í túninum hjá Friedrich Engels, sum bláa skeltið sigur, meðan arbeiðsmenninir smíða (Myndir: Birgir og Unn Kruse)

"The Blind Boys of Alabama are recognized worldwide as living legends of gospel music. Celebrated by The Grammys and The National Endowment for the Arts with Lifetime Achievement Awards, inducted into the Gospel Music Hall of Fame, and winners of five Grammy® Awards, they have attained the highest levels of achievement in a career that spans over 60 years and shows no signs of diminishing. G! Festival is proud to welcome them to this years festival edition."

Leggið til merkis seinasta setningin: "G! Festival is proud to welcome them to this years festival edition." Eg trúgvi ikki mínum egnu eygum. Men líka mikið. Vit kunnu lata eyguni aftur og spíla oyruni út og hoyra teir. Sprelllivandi í Gøtu. Tað er so vist og satt.

Summarið 2006 hoyrdu vit The Blind Boys of Alabama í The Jazz Café í Camden, London. Ein góður spælistaður, innrættaður sum Sjónleikarhúsið í Havn, og alla tíðina við áhugaverdum nøvnum. 18. juli hetta summarið vóru tað The Blind Boys of Alabama.

Vit bíløgdu borð við døgurða á balkongini og komu at sita saman við konu og dóttir ein afrikanskan sendiharra í London. Tey vóru úr einum ófriðarligum afrikanskum landi, sum føroyskt málstríð forbjóðar mær at nevna og enn minni stava. Tá er gott at vera blindur og bara hoyra. Hoyra og aftur hoyra, at lata tónarnar snigla seg innar í insta oyra. Eingin vokalur bólkur hevur rørt meg sum The Blind Boys of Alabama.

Innan konsertina kom eg á tal við fryntliga umboðsmann teirra, sum eisini umboðaði Charlie Musselwhite, ið fegin vildi sleppa á Listastevnuna, sum einaferð var. Eg gav honum Dimmuna við skránni fyri G Festivalin tað árið og viðmælti honum heldur at senda blindu sangararnar á sandin, niðanfyri gamla Filadelfia har abbi prædikaði. Gamla discosangarinnan Candi Staton kom framvið døgurðaborðinum og so komu teir rað á rað, The Blind Boys of Alabama. Steðgaðu eina løtu og hildu so fram eftir balkongini og niður á pallin. Hetta er fastur táttur á teirra framførslum. Hvussu henda hugtakandi gásagongd, í blindum, verður fyriskipa á Gøtusandi, mugu gudarnir vit. Men nú fari eg at keypa atgongumerki!