Leygarkvøldið var leikurin Breaking the Waves frumframførdur á Tjóðpalli Føroya. Í leikskránni bjóðar Jenny C. Petersen, stjóri, vælkomin við orðum Paulusar um kærleikan, sum er størstur av øllum. Hetta er kjarnin í leikinum, sum byggir á filmin hjá Lars von Trier við sama navni, Breaking the Waves. Vit kundu hildið fram og siterað Kierkegaard: Hjertets renhed er at ville ét.
Frá eyðkenda myndatólinum í hondum Triers, við kjøtiligum nærmyndum og hóttandi havi á filmsløriftinum, hava vit nú bara hin avmálda og einfalda pallin, leikararnar og orðini, ljóðið og ljósið, framman fyri okkum. Og orðið varð hold, kunnu vit eftir lítlari løtu staðfesta við enn einum Bíbliuørindi.
Íslendski Guðjón Pedersen hevur leikstjórnað og Laura Joensen hevur týtt handritið hjá donsku Vivian Nielsen, sum byggir á filmshandritið hjá Lars von Trier. Um enn ikki óvanligt úti í stóru verð, er tað ein rár hending at gera sjónleik úr filmi. Júst Vivian Nielsen hevur fyrr sett nýtulkaðar kvinnumyndir á pall, Asta die Asta, Thit Jensen í En sommerdag på Bulbjerg og Den yderste Nat um P.S. Krøyer og konuna Marie og elskaran Hugo Alfvén. Spennandi samanrenningar, júst tí tær ikki leggja seg eintýðugt upp at móðurbindingum og øðrum sálarflølkjum, sum ofta og javnt verða kastaðar Trier fyri.
Vit eru á bygd í Skotlandi, har einfoldiga Bess (Beinta Clothier) møtir norska Jan (Hjálmar Dam), sum arbeiðir á einum borðipalli. Skjótt gerst greitt at Bess er úr einum Gudsóttandi umhvørvi, ið avnoktar allan kropp, serliga sjónligt í meistarliga samspælinum við mammuna (Súsanna Tórgarð), meðan hin fremmandi Jan er tað øvuta. Hann er ímyndin av kroppi, kjøti og blóði, eins og vinmaðurin Terry (Jákup Dahl). Í brúdleypinum gerst leikurin larmandi kollektivur og øll fara at dansa og syngja. Tá óttist eg fyri at hetta er ein vaudevilla, sum tvungin leggur seg upp at filminum, og í besta føri er ein pastisja. Men so er ikki.
Leikararnir trúna ein og ein fram á einfalda pallinum, sum hevur snildisligar loynikrókar, vesið, har Bess lærir kjøtiligu lystirnar at kenna saman við Jan, og hinumegin er kirkjurúmið, har presturin (Kári Øster) venur røddina framman fyri spegilinum. Tá Bess kemur til hansara at spyrja, er røddin veik og gerandislig. Spennið millum dómadags- og gerandissrødd gevur ein serligan farra og eini samkomulimurin, William (Høgni Johansen), skarar framúr sum ein mælsk hóttan bæði heima og í kirkju. Men í kjøti og blóði er tað arbeiðarin Jan, ið stendur fremstur, ikki minst tá hann missur allar kjøtligar førleikar. Bleiktrar stjørnan Bess, so ger vinkonan og svigarinnan, Dodo (Gunnvá Zachariasen), tað ikki minni. Hetta er eitt hugtakandi umhvørvi, einkult og effektivt, og ikki sørt viðkomandi og vælvalt til ein Norðuratlantiskan pall í einum gudfryktigum landi, sum ætlar sær at finna olju.
Tónleikur hevur stóran týdning í filminum og sama er í sjónleikinum. Tíðarrokningin, timing, er perfekt, serliga tá vit hoyra Leonard Cohen syngja Suzanne, og Jan liggur í sjúkrasongini.
Leikurin verður aldri karikaturur, men etur seg inn í kalvinistisku samkomuna, sum avnoktar alt, at kvinnur skulu tala og at klokkur skulu ringja. Sum eitt nýbrot í føroyskum leiki tykist mær, at henda afturlatna samkoman er ektað og ikki annað enn tað, hon er. Her er einki spei, alt er ótilgjørt, virðiligt og ektað. Amboðið, sum leiklutirnir hava, eru orðini. Tey verða gjørd likamlig og sannførandi av øllum leikarum, eisini á einum meta pláni, tá læknin (Hans Tórgarð) vendur sær beinleiðis til áskoðaran. Í øllum einfeldni er pallsetingin eisini eksperimenterandi, treyðugt so. Men eftir stendur, hvussu góð orðini eru í hesum torskilda leiki, sum á filmi er ein ódnarferð, ið fær djevulskt skap, tá Bess fer umborð á russararnar á redini, at ofra seg fyri kærleikanum. Øll hesi ytru og estetiserandi viðurskifti eru burtur í leikinum, sum er skorin inn á bein og gerst ein meira eintýdd søga enn filmurin. Tiltiknu kirkjuklokkurnar í filminum verða til menniskjaklokkur í leikinum.
Sjónleikurin kann saktans síggjast einsamallur, uttan at hava sæð filmin, men eg haldi at leikurin gevur eina víðkaða fatan av filminum og helst er tað eisini øvut, at filmurin kann víðka um upplivingina av leikinum.
Meistarligu myndirnar í leikskránni tók Eija Mäkivuoti
Um Lars von Trier