Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2012

Flott framleiðsla

Hugtakið framleiðsla hevur altíð verið undirmett, ikki bara í stuttu søgu Kringvarpsins, men eisini í drúgvu søgu Útvarpsins. Nú tilsjoflaða sendingin Dagur og Vika er send í ófrívilliga útlegd í sjey vikur, er sendingin Fríggjakvøld sett á skránna eina ferð um vikuna, fyrstu ferð í kvøld. Fjøruti minuttir við tíðarbærum tilfari, sum vertirnir dugdu væl at bera fram. Tað er nevniliga ikki ein sjálvfylgja at vælskrivaður journalistikkur verður borin fram so væl, at vit yvirhøvur skilja hann. Tíanverri er tað so í Kringvarpinum. Í hesum royndartíðum kunnu vit dagliga staðfesta, at upplesturin av skrivaðum journalistikki í talaða kringvarpinum greitt kann metast sum ikki staðin. Og tá vit koma til ta niðurstøðu, kann allur hin gravandi journalistikkurin aftanfyri innslagið ella sendingina vera fullkomuliga líkamikið. Eingin keta er sterkari enn veikasti liðurin. Heldur ikki í journalistikki. Í kvøld var alt borðið væl fram. Virðiligir vertir við góðum framburi og innsløg, sum...

Rínur og hvínur

Í morgun rínur og hvínur í hvørjari sprekku. Hásummar er, men ikki er hugsingur um at lata vindeygað upp og taka eina líkinda mynd yvir fjørðin og av kampingplássinum. Neyðars summarkampistar, sum mugu brynja seg við saltráka og ongum útsýni. Nólsoyggin er mest sum burtur í sjórokinum. Tvey telt, eitt grønt og eitt gult, eru at hóma og í morgin skal Medina syngja summarhits fyri tannáringapisum í Vágsbotni. Danska veðurstovan DMI boðar frá í minsta lagi Hård vind , strúkur í vindi, sum er vindstyrki 6, ella 11-14 metrar um sekundið eftir Beaufortstiganum og heilt upp í Kuling , skrið, sum er vindstyrki 7 til 9, ella 14-24 metrar um sekundið eftir Beaufortstiganum. Norska veðurstovan Storm, sum Portalurin brúkar og Tryggingin stuðlar, sigur í mesta lagi 15 metrar um sekundið. Men afturvið regni er tað meir enn flestu brýggja seg um. Nú sær út sum at tey bæði í grøna teltinum pakka saman og rýma.

Agurkutíð(indi) í hundadøgum

So fór flaggskipið í summarfrí, Dagur og Vika, nú íslendski álmanakkin rakti hundadagar, sum har í landinum eru 25. juni til 22. august. Fekk hug at tríva í skúlabókina Fjølmiðlar (2007), har blaðsíða 25 er soljóðandi: Summartíðin er ikki hin besta til tíðindi. Løgtingið er í summarfrí og flestu starvsfólk, ið taka avgerðir, fara í feriu. Skúlanir eru tómir og loftmiðlarnir taka sendingar av skránni. Hjá teim journalistum, ið eru til arbeiðis um summarið, eru tí fá at spyrja og enn færri, ið tíma at lesa, lurta og hyggja. Sama er galdandi á jólum, men tað er bert um summarið, at hugtakið agurkutíðindi verður drigið fram. Tað vóru týsk handilsfólk, sum í 19. øld fóru at brúka hugtakið sauregurkenzeit, um ta tíðina á árinum, tá agurkin er búgvin. Umvegis danskt er orðið komið inn í føroyskt. Bretskir journalistar kalla hesa tíðin á árinum the Silly Season. Í báðum førum er talan um hásummartíð, sum vit kanska kundu knýtt aftur at hundadøgum. Eru stór tíðindi at bera, t...

Lívið handan skíggjan

Danski rithøvundurin Carsten Jensen hevur í dag eina tíðargrein í Politiken um tær ónevniligu hendingarnar á Utøya í Noregi 22. juli í fjør. Greinin er so skakandi góð, at eftir at hava sodnað tey djúpsøkk, sum er í hvørjum broti, eri eg farin at sakna teir eins góðu greinaskrivarar, vit eiga, men sum eingin sær á prenti longur. Hvørki lærarar ella sálarfrøðingar makta einsamøll at eygleiða og skráseta tey uppælingarligu viðurskifti, sum Carsten Jensen nevnir. Tí hava skrivandi fólk eina stóra ábyrgd at seta orð á hesi viðurskifti í almenna rúminum, skal ómegdin ikki gerst ein permanent støða í teldufongda vesturheiminum, serliga innan skúlagátt. Sagt hevur verið, hvussu góð telduspøl eru at menna strategiska hugsan og rúmliga sansin hjá serliga dreingjum í postmodernistiska samfelagnum. Sjálvur skrivaði eg tíðargreinina Heimleys vitan (2008) eftir umbøn frá Sosialinum um sama evni. Um námsfrøðiligu uppgávuna í dagsins samfelag, sigur Carsten Jensen lutvíst beint øvut, at her ...

Sunnudagur í Havn

So er summarið komið til Havnar. Tey grilla í túninum og Útvarpið gongur. Prát, møti og fótbóltur, hvørt um annað, og so donsk tv avís. Möger er enn ikki koyrdur frá og verður tað helst ikki. Niels Krause-Kjær sigur, at danskir veljarar er vorðnir kundar, heldur enn veljarar. Teir shoppa frá flokki til flokk, alt eftir, hvat hvør einstakur hevur tørv á her og nú. Veljarar eru vorðnir kundar, sum ikki eru flokstrúgvir. Men tað var danska tv avísin heima í stovuni. Á Skálatrøð verið eg tikin av einum øðrum og meiri jarðbundnum veruleika. Í Vikuskiftissosialinum síggi eg at vinir úr Javnaðarflokkinum skriva, at Hanus Kamban altið hevur staðið fyri tí demokratisku javnaðarhugsjónini. Eg leggi blaðið frá mær og lurti heldur eftir Bergi D. Hansen, sum í Steinprenti hugleiðir um ópolitiska politikaran , Hanus Kamban, sum nú fyllir 70. Altíð hevur mær dámt hann, nærlagda útvarpsmannin, kjakaran, týðaran og rithøvundan, Hanus Kamban. Og so hoyrdi eg fyri fyrstu ferð í mong ár Kára...

Hanus Kamban 70 ár

Mánadagin 25. juni 2012 verður rithøvundurin og samfelagsrevsarin, Hanus Kamban sjeyti. Í hesum sambandi skipar Rithøvundafelag Føroya fyri hátíðarhaldi sunnudagin 24. juni kl 16:00 í hølunum hjá Steinprenti á Skálatrøð, har Hanus leggur fram eitt nýtt savn av týðingum. Møguleiki verður at ogna sær bókina á staðnum. Í tíðindaskrivinum frá Rithøvundafelag Føroya verður greitt frá, at tá ið Hanus Kamban í 1978 gav út fyrsta stuttsøgusavnið, “Dóttir av Proteus”, var hann longu langt síðani roknaður millum fremstu mentafólk okkara sum týðari, ummælari og viðmerkjari í bløðum og tíðarritum. Víðari verður sagt, at hesi seinastu rúmliga tretivu árini eru fleiri stuttsøgusøvn komin frá hansara hond, umframt greinar, ritroyndir og týðingar og ikki at gloyma ævisøguna um J.H.O. Djurhuus. Hann hevur eisini gjørt vart við seg í loftmiðlunum. Fyri sjónvarpið gjørdi hann tær minniligu heimildarsendingarnar um Áarstovubrøðurnar báðar, Janus og Hans Andrias. Fyri útvarpið gjørdi hann m...

Kom og fest í summarið

Mentanarnáttina 2012 tók Ó.J.Rólantsson hesa mynd av fabrikkini hjá Öström Meðan festi á bygd fara í órøkt, er Festi í Havn við sítt fasta lív, og tað væl innan fyri Stóragarð. Ummast tað er burturi í óbygdum í Famará, ella í miðbýnum, úti á Skálatrøð, so skulu privatfestir havnarmenn til at blása lív í tað, sum fyrr var deytt. Tað er so vist og satt, men eisini festligt. Við inngongd í Sigmundargøtu, boðar Festi í dag frá, at nú eru 125 ár liðin síðani fabrikkin hjá Öström varð tikin í nýtslu á Skálatrøð. Í Tórshavnar Býaratlasi  (2007), verður sagt soleiðis um søguligu fabrikkina, sum nú er spírandi karmur um mentunarligt virksemi í høvuðsstaðnum: Fyrsta ídnaðarvirkið í Føroyum var fabrikkin hjá Öström og skuldi virka tøð, albumin og lím. Fabrikkin varð bygd úti í Rættará í 1886-87. Hon stendur enn prýðilig við síni eyðkendu sagtentu framsíðu móti vágni, av laðaðum gróti og málað hvít. 125 ára dagin er opið hús og føðingardagstiltakið byrjar kl 20:00 í kvøld. Tá ...

Hvar er hin føroyski A. P. Møller?

Myndir: Helle Thede Johansen Nøkur brot úr grein í Gallup Pulsinum 8, 2012 : Ein sunnudag kom ein pengamaður til bygdar. Á morgunmøtinum varnaðist hann, at eingin urga var í salinum. Og gita hvat, dagin eftir stóð ein vognur í túninum og tveir unglingar knossaðust við hana, nýggju urguna. Eingin gretti orð, men øll vistu. Soleiðis kennir Harrin síni. Spakført og í tí dulda, søgdu tey, hvítbotnað undir Kolli. Áratíggju eru liðin, og á onkrum økjum er samfelagið broytt, á øðrum als ikki. Fyri tretivu árum síðan varð spurt í mentanartíðarritinum Brá, um nýkomna Norðurlandahúsið fór at verða nýggi koddin hjá mentanini at sova á. Í pallborðsorðaskifti um sama spurning, tjúgu ár seinni, varð svarað játtandi, tá tað galt almennu fyrisitingina og politisku skipanina. Her var hvørki mentanarpolitikkur ella ein virkisførur mentanargrunnur. Tað almenna svav so søtan á øllum koddum. Men øðrvísi var við einstaklingamentanini hjá Palleba og Marsonnu. Men lat okkum hvessa sýnið og spyrja, ...

Hvar er hin føroyski A. P. Møller?

Hvar er hin føroyski A. P. Møller, í Gøtu ella Fuglafirði? Sleppi eg at spyrja í nýggjastu útgávu av Pulsinum hjá Gallup Føroyum, har mentan sum góðskað tilfeingi er partsevni, ið verður viðgjørt. Gallup Pulsurin nr. 8  tekur støði í spurnarkanning um stóra evnið Tilfeingi Føroya Fólks. Gallup Føroyar hava gjørt eina kanning, hvussu væl føroyingar halda, at vit duga at gagnnýa okkara tilfeingi á sjógvi og landi. Skotsmálið, sum spurdu føroyingarnir geva, er ikki nakað at reypa av. Svarini verða hildin saman við, hvønn flokk fólk velja, lønarlagi og útbúgving. Spurt verður eisini, hvussu vit kunnu fáa enn fleiri ung at nema sær útbúgving í Føroyum, so vit ikki missa so nógv dugnalig ung frá hvørjum árgangi? Hvussu hongur mentan og list saman við tilfeingið, sleppi eg sjálvur at spyrja. Og nú evnið er tilfeingið Føroya fólks, mest við sterti, so sleppi eg eisini at vísa á, at tað er ein missur av teimum stóru, tá mentanin ikki verður góðskað. Le...

Blues og Country í Sørvági

Í fagrasta veðri og í teim best hugsandi kørmum var fyrsti Country- og Bluesfestivalur hildin í Sørvági um vikuskiftið. Hóast tiltakið er krevjandi fyri so lítla bygd, her búgva bara túsund fólk, vóru altíð stundir til eitt bros og eitt prát á festivaløkinum, har heitið ikki var innantómt, men livdi upp til tað, sum lovað var, frá country til blues, sum hesir báðir, Sámal og Hallur, borga fyri. Tað var Ólavur í Beiti, ið rekur Vágaportalin, sum hevði bjóðað okkum vestur. Vit gistu í frálíku íbúðini í hjallaranum í Traðarbrekku 20, har redaktiónin, við øskibikari, Niemeyer og bláari bók, er á loftinum. Tá vit komu hevði Ólavur borðreitt við smurdum breyði úti í garðinum og leygardagin kókaði hann súpan úr bíggjarkjøti og setti á borðið í stovuni, haðani besta sýni er yvir bygdina og fjørðin. So fóru vit oman í bygdina at hyggja eftir festivaløkinum og kunna okkum um skránna og øll tey tilboð, sum har eru til børn og vaksin, inni og úti. Niðanf...