Skip to main content

Hvar er hin føroyski A. P. Møller?



Hvar er hin føroyski A. P. Møller, í Gøtu ella Fuglafirði? Sleppi eg at spyrja í nýggjastu útgávu av Pulsinum hjá Gallup Føroyum, har mentan sum góðskað tilfeingi er partsevni, ið verður viðgjørt.

Gallup Pulsurin nr. 8 tekur støði í spurnarkanning um stóra evnið Tilfeingi Føroya Fólks.

Gallup Føroyar hava gjørt eina kanning, hvussu væl føroyingar halda, at vit duga at gagnnýa okkara tilfeingi á sjógvi og landi. Skotsmálið, sum spurdu føroyingarnir geva, er ikki nakað at reypa av. Svarini verða hildin saman við, hvønn flokk fólk velja, lønarlagi og útbúgving.

Spurt verður eisini, hvussu vit kunnu fáa enn fleiri ung at nema sær útbúgving í Føroyum, so vit ikki missa so nógv dugnalig ung frá hvørjum árgangi?

Hvussu hongur mentan og list saman við tilfeingið, sleppi eg sjálvur at spyrja. Og nú evnið er tilfeingið Føroya fólks, mest við sterti, so sleppi eg eisini at vísa á, at tað er ein missur av teimum stóru, tá mentanin ikki verður góðskað.

Lesið fjølbroyttu greinarnar og blívi klókari!

Greinaskrivarar í áttandu útgávu av Pulsinum hjá Gallup Føroyum eru Regin Reinert, Ólavur Ellefsen, Birgir Kruse, Justin Philbrow, Suni Poulsen, Ellindur Egilstrøð og Laila Hentze.