Í kvøld læt Nils Ohrt upp nýggja framsýning í Listasavninum. Ikki tí, nýggj er hon ikki, men tikin úr gamla savninum, og so hongd upp á ein nýggjan hátt, ein nýggj uppheinging , sum tey siga á snedigum savnsmáli. Leiðslan í Listasavni Føroya sigur, at nýggja uppheinging meira enn áður tekur søguna upp í sýningina. Frágreiðandi tekstir eru í trimum førum settir við verkini á føroyskum, donskum og enskum og fleiri tílíkir tekstir fara at koma, sigur Nils. Av somu orsøk hava tey nevnt upplatingina Væl byrjað, við einum spurnartekni í endanum. - Um tað er so, kunnu bara gestir okkara gera av, sigur Savnið, lítillátið, í innbjóðingini til tiltakið, har Åse Bømler Olsen borðreiddi við leskiligari leyksúpan. Í nýggju deildini á Listasavninum verða eyðkend føroysk myndevni hjá Sámal Joensen-Mikines og hansara eftirmonnum, so sum bygdin, strondin, fjallið, havið og gerandisdagurin. Úttrykkið er oftast í tí ekspressionismu, sum hevur vunnið sær hevd sum...