Verður hetta Tanngarður og ikki Stórigarður? Fyri akkurát einum árum síðani, 31. mai 2012, skrivaði eg henda blogg um verkætlanina Havnina innan fyri Stóragarð. Eftir sum Tórshavnar býráð í gjárkvøldið hevur samtykt at lýsa til arkitektakapping um deyða og miseydnaða miðbýin, havi eg gjørt av at endurposta ársgamla bloggin. Orsøkin er at einasta ítøkiliga átak, sum Útvarpið í morgun kundi rapportera frá fundinum í gjárkvøldið var, at barnatannrøktin í Havn flytir inn í nýkeyptu hølini í Húsagøtu. Men bøtir tað um miðbýin? Er tað í tráð við lokalar býarætlanir í Havn og floygdar tankar hjá Richard Florida um bý og menning? Í hvussu er, so er alt forarbeiðið longu gjørt og rindað, fyri nett einum ári síðani. Í báðum førum av kvalifiseraðum fólki uttan sjónligar desperatar tankar, ið sum marran ríða Tórshavnar býráð í hesum døgum. Lesið og fái innlit í tankar um ein góðan miðbý, so sum teir brettu seg út í huganum hjá fólki fyri einum ári síðani: Síðan eg las um Stóragarð ...