Skip to main content

Marjun og Rakel í uppskoti



Norðurlendski áhugin fyri føroyskum barna- og ungdómsbókmentum er stórur. Omanfyri sæst danski fólkatingslimurin og fyrrverandi ráðharrin, Bertil Haarder, til høgru, lesa í donsku útgávuni av ungdómsbókini hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs, Skriv i sandet, sum forlagið hjá Hugin Eide, Torgard, til vinstru, gav út. Sjálv sæst Marjun mitt fyri, meðan landsbókavørurin, Erhard Jacobsen, avmyndar støðuna frá hinari síðuni á Bókamessuni í Göteborg í fjør.


Marjun hevur verið nógv eftirspurd í miðlunum. Niðanfyri er tað fyrst finnlandssvenski journalisturin, Sofie Furu, ið vil hoyra um føroyska sjúkrarøktarfrøðingin, sum gjørdist rithøvundi, og niðanfyri er tað Vár Berghamar Jacobsen, sum í hølunum hjá føroyska forleggjaranum, Bókadeild Føroya Lærarafelags, vil hoyra um nýggjastu avrikini í Morgunsendingini hjá Útvarpinum í fjør.



Sambært pensumlistunum í lærugreinini føroyskum í 9. og 10. flokki er Marjun Syderbø Kjelnæs, sum í fjør fekk trý ára starvsløn, millum mest lisnu rithøvundarnar í skúlunum. Í flestu førum er talan um stuttsøguringin Skriva í sandin (2010) og stuttsøguna Kópakonan (2001). Skriva í sandin hevur gingið aftur í flestu pensumlistum í 10. flokki og er eisini vælumboðað í 9. flokki. Skriva í sandin er aftur í ár so nógv mest útlænta flokssett til føroysklærugreinina úr savninum hjá Námi hetta skúlaárið, sum nú er um at enda. Her sæst Marjun saman við danska forleggjaranum, Hugi Eide, sum er í troyggju við Lítla Skrímsli og Stóra Skrímsli á.


Í dag hevur ein dómsnevnd kunngjørt, hvør skal verða í uppskoti at vinna nýggju Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, sum verður umsitin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík. Millum uppskotini eru Marjun Syderbø Kjelnæs við ungdómsbókini Skriva í sandin og Rakel Helmsdal, ið er partur av íslendska uppskotinum, Skrímslaerjur. Norðurlendsku útgávurnar, ið nú dystast um nýggju Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum og 350.000 krónur, eru í dag kunngjørdar í hesi røð:

Danmark: Kim Fupz Aakeson og Eva Eriksson (ill.) Søndag (Gyldendal, København 2011), Oscar K. og Dorte Karrebæk (ill.) Biblia Pauperum Nova (Forlaget Alfa, København 2012)

Finnland: Seita Vuorela og Jani Ikonen (ill.) Karikko (Blindskär) (WSOY 2012, Finland), Minna Lindeberg og Linda Bondestam (ill.) Allan och Udo (Schildts & Söderströms, 2011)

Ísland: Áslaug Jónsdóttir (ill.), Kalle Güettler, Rakel Helmsdal Skrímslaerjur (Monstergräl) (Mál og menning, 2012), Birgitta Sif Ólíver (Mál og menning, 2012)

Noreg: Aina Basso Inn i elden (Samlaget, 2012), Inga H. Sætre Fallteknikk (Cappelen Damm, 2011)

Svøríki: Sara Lundberg Vita Streck och Öjvind (Alfabeta Bokförlag, 2011), Jessica Schiefauer Pojkarna (Bonnier Carlsen, 2011)

Føroyar: Marjun Syderbø Kjelnæs Skriva í sandin (Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2010)

Grønland: Nuka K. Godtfredsen (ill.) og Martin Appelt Hermelinen (Ilinniusiorfik / SILA Center for Grønlandsk Forskning, 2012)

Áland: Isela Valve Joels färger (PQR-kultur, 2011)

Sámaland: Signe Iversen og Sissel Horndal (ill.) Mánugánda ja Heike (Idut forlag)

Norðurlandaráðið letur hvørt ár fimm virðislønir: Bókmentavirðislønina, Filmsvirðislønina, Tónleikavirðislønina, Náttúru- og umhvøvisvirðislønina og nú eisini Barna- og ungdómsbókmentanarvirðislønina. Hvør virðislønin er 350.000 krónur. Og hvør veit, kanska gongst sum í 2008, tá henda seinasta myndin varð tikin í Müllers Pakkhúsi, tá Marjun fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. Vit krossa fingrar og ynskja góða eydnu!