Skip to main content

Íshavsferð í sjey mánaðir



Í morgun kom seglskipið Tara á Havnina við tilsamans fimtan fólkum, flestu teirra granskarar, lívfrøðingar og havfrøðingar. Felagsskapurin Tara hevur síðani 2003 skipað fyri ferðum og verkætlanum í sambandi við skrásettar veðurlagsbroytingar. Undir heitinum Tara Oceans Polar Circle skulu tey skiftandi fimtan fólkini, flestu fronsk, men eisini úr øðrum londum, kanna æti í Íshavinum í sjey mánaðir. Næsta havn hjá Tara er Tromsø í Noregi og síðani Murmansk í Russlandi, sigur skiparin, Daniel.


Siglingarleiðin, ið fevnir um 25.000 kilometrar í Íshavinum, er gjøgnum Norðurhøv, Noregshav, Barentshav, Karahav, Laptevhav, Eystursibiriahav, Chuckihav, Beaufortshav, Baffinflógvan, Davisfjørðin og so út í Atlantshavið og heim aftur til Lorient í Bretagne í Fraklandi, har báturin er skrásettur.



Tara, sum er úr aluminium, er skonnart við tveimum mastrum, ið eru 27 metrar høgar og kunnu føra 400 fermetrar av segli. Bátslongdin er 36 metrar, breiddin 10 og Tara vigar 120 tons. Á heimasíðuni hjá felagsskapinum Tara ber til at fylgja við, síggja dagførdar myndir, og lesa loggbókina á fleiri málum. Og so ber eisini til at læra nøvnini á øllum teim mongu høvunum, ið fjala seg undir ivasama og nógv misbrúkta heitinum Arktis. Góða ferð!