Skip to main content

Tá Havnin vaknar



Farið er um fyrsta summardag og í dag kom fyrsta ferðamannaskipið, Marco Polo, á Havnina við 730 ferðafólkum og eini manningin, ið telur 356. Fyri fyrstu ferð eru studentaskúlanæmingar slopnir at vegleiða teim ferðandi á enskum og týskum í Havnargøtum, eftir hvat skilst við stórum hepni. Fyri lønina fara tey at ferðast.


Fyrsta ferðamannaskipið, ið tey ungu møttu, er bygt í eini farnari tíð í einum landi, sum ikki er til longur og varð skrásett í einum býi, sum av navni heldur ikki er til. Talan er um DDR-skipasmiðjuna í Wismar, sum í 1964 bygdi skipið, sum árið eftir fór at sigla úr Sovjetbýnum Leningrad undir navninum Aleksandr Pushkin. Hóast aldrandi skipið siglir sítt fríska lív við trygd fyri, at her eru eingi børn umborð, so eru øll upprunanøvn strikað. Jarntjaldið og týska markið er burtur, Sojvettsamveldið er dottið sundur, Leningrad hevur skift navn til Sankta Pætursburg og ferðamannaskipið fyri vaksin skiftið í 1991 navn til Marco Polo við heimstaði í Nassau á Bahamaoyggjum. Umborð tweeta tey um næstu havn, Tórshavn:


Ferðafólk og tey lokalu, eitt nú Jógvan á Dul, sum er royndur ferðaleiðari og myndamaður í Miðbýnum, ganga framvið føroyskum keikanti, har tey selja fisk og annað til matnað, tíanverri ikki feskt í dag. Men eitt gott prát er altíð at fáa ein tílíkan dag í Vágsbotni.


Kaffihúsið í Vágsbotni hevur víðkað um rúmið inni, so innari kjallarin er latin upp, og virkar nú sum Kondittarí. Her er rátt og rúmsátt. Uttanfyri eru reyðar tulipanir.


Lívligt er á havnarlagnum og konteynarar verða skipaðir út og inn. Nú nýggjar siglingarleiðir lata seg upp í Arktis og stytta munandi um siglinartíðir millum Niðurlond, Japan og California, fer at verða enn meiri spennandi hjá Tórshavnar Havn. Hesar báðar myndir tók eg á vári í 2009 úr torninum á Greppi, krananum hjá Faroe Ship, ið stendur ytst á Molanum í Havn. Faroe Ship er eitt dótturfelag hjá Eimskip.