Skip to main content

Flest lesa søgur hjá Marjun


Skúlaárið, sum nú rennur út, var Skriva í sandin tann bókin, ið so nógv oftast varð lænt frá Námi sum flokssett. Sama var í fjør, sigur Nám í tíðindaskrivi í dag. Høvundur er Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974), sum nú er í uppskoti at fáa virðisløn sum hin besta at skriva til børn og ung í øllum Norðurlondum.


Nú er próvtøka á skúlunum og lærarar hava latið Mentamálaráðnum pensumlistar, og sagt hvat verður givið upp til próvtøku. Sambært pensumlistum í lærugreinini føroyskum er Marjun Syderbø Kjelnæs aftur í ár millum mest lisnu rithøvundarnar. Í flestu førum er talan um stuttsøguringin Skriva í sandin (2010) og stuttsøguna Kópakonan (2001), sum eisini er í tekstsavninum LES 2 (2006).


Stuttsøguringurin Skriva í sandin er bókmentaverk í flestu pensumlistum í 10. flokki. Umframt at vera sera vælegnað sum bókmentaverk í undirvísingini, verða viðkomandi evni hjá unga lesaranum viðgjørd og lýst eitt vikuskifti í Havn. Greiningarhugtøk sum sjónarhorn, frásøgufólk, persóns- og umhvørvislýsingar eru sera sjónlig í tekstunum, so nógv er at arbeiða við innan skúlagátt, sigur Nám.


Ummælarar hava lagt dent á, at bókin er aktuell og løtt at lesa. Umframt at vera so væl skrivað, at hon kanska er hin besta í Norðurlondum, er høvundurin ikki bangin fyri at taka upp evni, sum vanliga verða tagd burtur. Marjun dugir væl at lýsa viðurskifti, sum ungfólk stríðast við og hugsa nógv um ta truplu tíð, tá ið einki er støðugt, men alt broytist bæði persónliga og samfelagsliga. Skriva í sandin, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út, var fyrsta upprunaføroyska ungdómsbókin í fimtan ár.