Afturvið morgunkaffinum lá sum vant Fríggjadagssosialurin, prentaður dagin fyri. Fyrr var tað so, at ikki fyrr enn í fyrsta lagi eftir loknan arbeiðsdag og fylta innkeypskurv um fimmtíðina, tá tú sjaggaði pøstur til handilskassan, tástani dagaði Fríggjadagsdimman og Fríggjadagssosialurin í handilsbrúnni, klárur at konsumera. Ein av hvørjum í kurvina og so heim at lesa afturvið anganum av brúnari sós og rungandi Vikuskiftissending við up tempo tónleiki. Tí nú var vikuskifti. Hóast tøknin gerst smidligari og lættligari tænir fleiri, er ikki soleiðis longur. Afturvið dagsins morgunkaffi lá sum sagt dagsins Sosialur, hann frá í gjár við ongari mentan, bara lýsingum og vinnusøgum. Kom í tankar um Útvarpssendingina Føroyar í dag, sum fyrstu ferð varð send av Christiansborg í gjár. Soleiðis segði hann, ið tá læs skránna og so startaði sendingina. Sum miðlabrúkari fært tú onkuntíð ta fatan, at tað glíður í koblingini. Føroyski miðlapallurin hevur neyvan upplivað so stórar...