Skip to main content

Føroya land á Føroya veggi

Skúlablaðið í dag:


Fyri fyrstu ferð er eitt Føroyakort til skúlabrúks teknað í Føroyum. Tað er Føroya Dátusavn, sum í sambandi við nýggja atlasið hevur ment kortið saman við Námi. Umframt at kortið verður á tólv blaðsíðum í atlasinum, fæst tað eisini til keyps sum uppslag at heingja á veggin.

“Føroyakortið er vorðið til, tí tað hevur verið ein fullkomin samanrenning millum tey røttu fólkini ta røttu løtuna”, sigur Magnus Tausen, ið er stjóri í Námi.

Úr gomlum døgum kann hugsast, at kort og landmálingar vóru seinastu vápn, ein tjóð læt frá sær. Kann vera, at hetta gamla sjónarmið er ein av orsøkunum til, at føroyska landkortið enn ikki er yvirtikið, hóast allar dátur eru tøkar í landinum. Her sæst Rói Højgaard, forritari í Føroya Dátusavni, sum hevur teknað Føroyakortið.


“Nú kann skúlaverkið brúka nýggja Føroyakortið, sum við altjóða litum er bygt upp í 63 løgum og hevur eina rúgvu av upplýsingum”, sigur ein vælnøgdur Klæmint Weihe, sum er stjóri í Føroya Dátusavni. Hann fortelur smílandi, at í tilgongdini nevndi onkur, at tað fullu skøl frá eygunum, tá tey fyrstu ferð sóu hetta kortið.

“Føroyakortið skal vera so vakurt, at tað kann hanga í hvørjari stovu í landinum, og so skal prísurin eisini vera til at gjalda hjá øllum”, sigur Magnus Tausen. “Eg haldi, at tað hevur eydnast okkum. Harafturat skal kortið styrkja kunnleikan hjá øllum føroyingum um oyggjarnar og knýta okkum saman”, sigur hann og upplýsir, at Føroyakortið fer at kosta 375 krónur.

Øll forritan og talgild tekning hjá Føroya Dátusavni byggir á tey fleiri enn 1700 staðarnøvnini, sum rúmast á hesum prentaða korti. Eivind Weyhe, sum er formaður í Staðarnavnanevdini, hevur verið avgerandi og ómissandi parturin í hesum arbeiði.


“Staðarnøvnini á Føroyakortunum ganga í flestum førum aftur til arbeiðið, sum Generalstaburin gjørdi í 1890’unum. Teir vóru ikki altíð so stinnir í føroyskum, og tí eru villur íkomnar, sum hava verið standandi á kortum líka síðan, og sum tað kann vera ringt at sleppa av aftur við. Tíl dømis hava Ókyrrumúli og Stattirnir staðið sum nøvn í Lítlu Dímun í eini hundrað ár, men eru nú rættað til Oyggjarmúli og Støddanev, sum eru teir rættu navnaformarnir. Tí er ofta neyðugt at fara afturum aftur og hyggja kritiskt at nøvnunum”, sigur Eivind, nú Føroyakortið í stødd 1:100 000, har ein sentimetur á kortinum er ein kilometur á landi og sjógvi, er liðugt. Myndin av Eivindi er tikin, tá hann fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2012.

Regin Ellingsgaard, fyrrverandi leiðari á KT-depilinum, hevur gingið flestu fjøllini í Føroyum. Hann hevur fylgt við og rættlisið kortið saman við Eivindi, Námi og Føroya Dátusavni.


Myndin av Regini, við eini talgildari sjálvsmynd, er tikin í køkinum í Mentamálaráðnum, tá hann fór frá sum leiðari í KT-depilinum, fyri jól.

Nýggja Føroyakortið verður sett til sølu í Námi flaggdagin. Eftir hetta verður kortið at fáa í Námi, bókahandlum og kunningarstovum úti um landið.

Niðast haldi eg proof royndarprentinum av Føroyakortinum við Nólsoyarfjørði í baksýni.