Skip to main content

Ársins Miðlavirðisløn til tveir stuttfilmar


Hetta er Ársins Miðlavirðisløn 2014, sum felagsskapurin LGBT á fyrsta sinni letur. Móttakarin er Sakaris Fríði Stóra fyri filmarnar Summarnátt og Vetrarmorgun. Á ársfundi í Perluni í kvøld grundgav felagsskapurin LGBT soleiðis fyri at geva honum Ársins Miðlavirðisløn:
Henda virðisløn verður latin til fólk, feløg ella miðlar, sum eru við til at kasta eitt rættvíst og jaligt ljós á føroyskar LGBT'arar umvegis ein almennan miðil. Á hendan hátt er viðkomandi við í okkara bardaga fyri javnrættindum og ymiskleika í Føroyum. Sakaris Stórá hevur umvegis stuttfilmar sínar Summarnátt og Vetramorgun verið við til at kasta eitt veruligt og jaligt ljós á føroyskan LGBT ungdóm. Hesir vøkru og læruríku stuttfilmar bróta upp úr nýggjum og tora at siga søgur, sum áðrenn hava verið tagdar burtur í føroyska mentanarlívinum. Vegna hetta megnar miðlaavrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka Sakarisi fyri, at vit nú eisini kunnu endurspegla okkum í føroyskum stuttfilmum. Vónandi eru hesir stuttfilmar einans byrjanin til eitt langt og bjart lívsyrki innan føroyskan film. Drív á, Sakaris!

Handanin fór fram á ársfundi hjá LGBT, sum varð hildin í kvøld í Perluni í Tórsgøtu í Havn. Aftaná var aðalfundur. Beinta Løwe Jacobsen var orðstýrari og Heini í Skorini var boðin at halda gestarøðu á ársfundinum. Eftir framúr væluppløgdu røðuna vórðu henda virðislønin og tvær aðrar handaðar. Virðislønina Ársins hinkynd handaði Karin Kjølbro teimum trimum løgtingslimunum Rigmor Dam, Poul Michelsen og Bjørt Samuelsen. Tey fingu LGBT virðislønina við hesi grundgeving:
Henda virðisløn verður latin fyri drúgva stríð tykkara fyri javnrættindum hjá LGBT føroyingum, og fyri at leggja fram uppskot fyri Føroya Løgting um dagføring av hjúnabandslógini, so samkynd eisini kunnu giftast borgarliga í Føroyum - eins og í øllum øðrum Norðurlondum. Vegna hetta søguliga avrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka tykkum fyri tað týdningarmikla arbeiði og tann dygga stuðul tit hava víst okkum. Hetta fara vit ongantíð at gloyma. Tykkara jaliga pláss í føroyskari søgu, er longu væl og virðiliga tryggjað! Drívið á!

LGBTvirðislønin, ið er nevnd Ársins Róland, og í fjør fór til Boga Davidsen, fór í ár til Rasmus Rasmussen, sála. Pápin, Mortan Rasmussen, tók ímóti virðislønini frá allari nevndini, sum segði soleiðis:
Virðislønin verður árliga latin til heiðurs um minnið eftir Róland Samuelsen, til ein móttakara, sum LGBT Føroyar metir hevur givið eitt týdningarmikið og lívslangt íkast til stríðið fyri javnbýtisrættindum millum hinkynd og samkynd í Føroyum. Samstundis skal viðkomandi hava verið við til at kasta eitt jaligt ljós á LGBT føroyingar. Hesin heiður fellur í 2014 á Rasmus Rasmussen, sála. Uttan at vilja tað, gjørdist Rasmus fyri nøkrum árum síðani miðdepil í stríðnum hjá LGBTarum í Føroyum, tí hann vegna sína kynsligu ábending varð álopin. Hetta hevði stórar persónligar fylgjur fyri Rasmus og hansara nærmastu, men gjørdist eisini tað, sum endaliga slóðaði fyri, at fólk fyri fyrstu ferð í Føroya søgu vóru vard vegna sína kynsligu sannføring. Rasmus er farin, men ein litfagur varði stendir eftir hann. Tað vitnaðu vit aftur nú, hansara síðsti dreymur um, at eitt Fountain House varð sett á stovn í Føroyum, gjørdist veruleiki. Hóast lívið gjørdist alt ov stutt, so hevur henda friðarliga hetjan sett djúp og varandi spor eftir seg. Bæði í okkara minni, men eisini fyri okkara framtíð. LGBT Føroyar takkar Rasmusi almikið fyri hansara íkast til okkara felagsstríð fyri javnrætti. Tú ert ein av okkara stóru hetjum.
Forever and beyond!

Síðani var tónleikur, sum í skránni varð lýstur við hesum orðum: "Tónleikaframførsla við Lisu í Dali til heiðurs fyri Rasmusi". Eftir ein kaffimun greiddi Jóan Høgnesen frá um kyn og ymiskleika. Eftir ársfundin var aðalfundur við nevndarvali. Í ársfrágreiðingin frá sitandi LGBTnevnd varð ljós varpað á hjúnabandslóg, transmál, eina nýggja bók, tiltakið Pride í ár og um eina upplýsandi herferð kring landið. Kvøldið endaði við at filmarnir Summarnátt og Vetramorgun vórðu sýndir. Við felagsskapin LGBT sigi eg bara: Drívið á!