Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2014

Hummaraheimferð

Í kvøld kom Matthew Workman á gátt við 50 hummarum, sum hann hevði fingið frá vinfólki. Í morgin, hósdag, flýgur hann heim aftur til Oregon, umvegis Keypmannahavn og Chicago. Kløurnar eru tiknar av og bollin við hummarahalunum verður sett beint á borðið við lime og sitrón. Fesku hummararnir, sum eru úr Tangafirði, dygst við Flesjarnar, eru kókaðir spilllivandi í Himalaiasalti í ein minutt og seytjan sekund. So verða teir skornir og kryddaðir við pesto og hvítleykssmøri, og settir í ovnin, sum er 170 stig, í sjey og ein hálvan minutt. Tá umræður føroyskan hummara eru avtakaralondini fyrst og fremst Russland, Las Vegas í USA og Monako. Ein delikatessa afturvið góðum breyði og vatni. Manga takk, Matthew og vinfólk, og góða heimferð í morgin!

Ólavsøkan sett

Ólavsøkuaftan byrjaði við køldum borði í opnum húsum í Føroya fremsta privata listaskála, honum hjá Amariel Norðoy í Lambagerði 1. Hann hevur málarastovu í kjallaranum, men í restini av húsinum, bæði í neðra og í erva, ja sjálvt á vesinum, er besta savn av føroyskari myndlist, eg havi sæð. Sum til dømis Steffan Danielsen í baksýni omanfyri. Myndin niðanfyri er úr gongini hjá Amariel, og sýnir eftir mínum tykki besta úrval av myndlistini hjá Amariel sjálvum. So fara vit niðan í almenna skálan, Listaskálan, at skoða ólavsøkuframsýnignina hjá Listafelag Føroya, har Katrin í Gongini tekur ímóti við ársins gula liti. Kinna Poulsen hevur kuraterað ólavsøkuframsýningina, har 38 listafólk eru við. Her er Kinna avmyndað frammanfyri risastórum málningi hjá Rannvá Kunoy. Rannvá Kunoy, sum er úr Havn, men býr í London, tosar her við John Dalsgarð. Umframt at halda Sisu í hondini við svørtum neglum, hevur Rannvá trý verk á ólavsøkuframsýningini. Kinna gevur tjóðskapar- og kær...

Lítla ólavsøkuaftan

Lítla ólavsøkuaftan byrjar við at Camilla Bårnes, í sprøklutum kjóla til vinstru, og Maria, í gulum og ljósareyðum til høgru, bjóða bindiklubbanum í Tórsbyrgi til brunch. Camilla hevur arbeitt sum lækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum og Maria sum sjúkrasystir. Eftir eitt ár í Føroyum flyta tær báðar aftur til Danmarkar. Grønskan ger um seg og Gutti hevur aftur sligið bøin, so nú er klárt at halda ólavsøku. Marglitti dagurin er málaður í ælabogalitum. Tað syrgir LGBT felagsskapurin fyri, heilt úr Gundadali og oman á Skálatrøð, har ein riðil, kanska meir enn 5000 fólk, hava valt at fylgja gonguni gjøgnum allan býin. Eru veittrandi fløggini lívsjáttandi, so eru børnini við marglittu súkklubátum ikki minni lívsjáttandi. Gongan kemur á Skálatrøð við bilum fremst fyri. - Høvuðsendamálið við Faroe Pride-degnum er at trýsta politisku skipanina at samtykkja hjúnabandslóg, ið eisini fevnir samkynd, sigur Eiler Fagraklett við Kringvarpið. Av pallinum eru...

Havnin ger klárt til ólavsøku

Tað er fríggjakvøld og Havnin ger klárt til ólavsøku, sum verður mánadagin og týsdagin. Í mjørkanum á Skálatrøð lossar Heiðrikur Christiansen eina grøna endurnýtslubingju, har tú kanst fáa pening í hondina fyri tómar fløskurar. Eitt er fløskur, annað er taskur. Í Dómkirkjuna, sum sæst aftanfyri, slepst ikki inn við tasku. Í Steinprenti skeinkja Fríða og Jan ein kaffimunn afturvið grønari kaku, sum tekur seg væl út við Hanna Bjartalíð og Tróndi Paturssyni í baksýni. Ólavsøkuframsýningin í Steinprenti er komin á veggin og klipp úr ummælum og greinum um virksemið í Steinprenti er lagt fram. Kanska er tað fyrst slavni ólavsøkumjørkin og síðani almenna fríggjadagskenslan, sum ger, at í kvøld dámar mær best at síggja svart-hvítu prentini, hóast reytt og blátt fevna meginpartin av rúminum. Fyrst er tað Morten Skovmand og síðani Tróndur Patursson. Uttanfyri liggja bátarnir. Um teir so aldri loysa frá landi, eru teir aktivir medspælarar í dandandi litverkinum á Vestaru ...