Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2014

At skriva er at liva

At skriva er at liva. Tað mann H. C. Andersen hava vitað, tá hann var á ferð, heima og úti, men altíð við penni og pappíri. At skriva er at liva. Og vilt tú læra at skriva, so er einki sum - at skriva. Einki annað. Einaferð var eg á einum frálíkum skriviskeiði hjá Oddfríði Marna Rasmussen á Háskulanum. Hugvekjandi og altíð hvessandi. Útvarpið hevur eisini latið skrivaða orðið hjá lurtarum koma til sín rætt, til dømis tá fyrsta Listastevnan varð hildin og útvarpað í 2001 og eisini givin út í bók Mjørki í heilum . Nú hevur Útvarpið lukkutíð aftur sett lurtaraskriving á skránna. 650 eru orðini og lærarin, Rakel Helmsdal, gevur evnið so hvørt. Frálíkt. Men tað tekur tíð at skriva, og einaferð segði Marianna Debes Dahl, at einasti, sum ikki fekk løn í føroyskari bókagerð, var upphavsfólkið sjálvt, rithøvunduri, ella rithøvundan, sum onkur hevur sagt. Men tað stendur kortini ikki á at fáa fólk at skriva til upplestur í útvarpinum, skilst, og tað beint til lurtaran. Nógvar søgur koma inn...

Besti norðurlendski filmur

Tað er sjónleikarin Benedikt Erlingsson (f.1969), omanfyri til høgru, sum við Hross í oss á fyrsta sinni hevur skrivað og leikstjórnað film í fullari longd. Navnframi leikstjórin Friðrik Thór Fridriksson, omanfyri til vinstru, hevur framleitt og leikarar eru Charlotte Bøving, ið er kona Benedikts, og Ingvar E. Sigurðsson. Trý fólk úr hvørjum av teim fimm Norðurlondum, ið hava limaskap í Norðurlandaráðnum, hava gjørt av, at hetta er besti filmur í Norðurlondum. 17. september var Benedikt sjálvur í Norðurlandahúsinum og vísti filmin fyri mest sum øllum reiðfólkum í landinum. Í tí sambandi varð sagt soleiðis um filmin: Hross í oss verður í Íslandi lýstur sum “grimm sveitarómantík”, ið snýr seg um menniskjað í rossinum og rossið í menniskjanum, tá ið kærleiki, sex, ross og deyði verða tvunnin saman við hondføstum avleiðingum. Í ljóði og leiki spælir rossafilmurin uppá bæði tølt og tango. Leikstjórin sigur, at filmurin er eitt felags avrik, ið byggir á sjálvt evnið, staðin, objek...

Veðurlagsfundur á torginum

Í heimsins Sameindu Tjóðum (ST) eru deildir, ið arbeiða við veðurfrøði (WMO) og umhvørvi (UNEP) í øllum ST-limalondunum. Í 1988 stovnaðu hesar báðar deildir eina millumtjóða deild, The Intergovernmental Panel on Climate Change (IPCC), sum við støði í aktuellari vitan hevur til endamáls, at lýsa tær umhvørvisligu og samfelagsbúskaparligu avleiðingar, ið veðurlagsbroytingar elva til. Hesi granskingarúrslit savnar IPCC og gevur tey út í einum jøvnum streymi, so politikarar kunnu brúka úrslit og nýggja vitan í dagliga arbeiðnum. Sjálvt er IPCC púra ópolitiskt. Í hesum døgum verður fimta høvuðsfrágreiðingin løgd fram í Keypmannahavn. Og var tað ikki fyri listamanninum, Ólafur Eliasson (f.1967), so hevði eg ikki ánilsi av hesum fundum, frágreiðingum og framløgum á Tivoli hotellinum. Saman við granskaranum Minik Rosing (f.1957) hevur Ólafur Eliasson funnið uppá eina ísklokku, Ice Watch , á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, har hvørt tal er eitt bráðnandi petti av grønlendska innla...

Grót í skúlan!

Jarðfeingi lýsir í dag við tilboði til allar skúlar í landinum: Bíleggið føroysk grót- og steinsløg í einum snøggum skápi, sum altíð er klárt at taka fram, og sum eftir undirvísingina kann rullast uppá pláss aftur! Undir yvirskriftini: "Fá tilfar og íblástur at kveikja áhuga hjá børnum og ungum fyri Føroya jarðfrøði", verður upplýst um skápið, sum sæst omanfyri. Tað er Uni Árting, jarðfrøðingur í Jarðfeingi, sum vísir einu skuffuna fram. Uni og onnur hava javnan skeið fyri lærarum í Nám, har myndin er tikin. Í Námi er altíð eitt skáp til skjals, so lærarar og skúlafólk kunnu síggja tilfarið og hvussu hent og snøgt skápið er í undirvísingini. Í skápinum eru 7 skuffur, 36 grót- og steinsløg, skrivligt frálærutilfar, kort og leiðbeiningar, teldutøkt frálærutilfar og amboð at arbeiða við. Nærri upplýsingar um skápið fáast hjá Jarðfeingi og til ber at bílegga eitt skáp til skúlan hjá Námi.

Norðurlendsk Bókasavnsvika 2014

Norðurlendska bókasavnsvikan verður í døgunum 10. - 16. november 2014, tá trøll í Norðurlondum er evni. Eitt spennandi hefti við hugskotum er gjørt á norskum og svenskum. Hesar dagar fara fólk á bókasøvnum, skúlum, dagstovnum og deildum hjá norrønu feløgunum um øll Norðurlond og Baltalond við, at lesa upp úr somu norðurlendsku bókmentum samstundis. Bókasavnsvikan verður í ár hildin fyri átjandu ferð, og mánadagin 10. november verður tann stóri felags upplestrardagurin við trøllum á skránni. Upplesturin er í tveimum pørtum: “Sólarris”, sum er upplestur fyri børnum um morgunin, tá lisið verður úr hesum báðum bókum: Um kvøldið er “Skýmingarløtan”, sum er upplestur fyri vaksnum. Harafturat er ein bólkur, sum vendir sær til størri børn. At taka lut í Norðurlendsku bókasavnsvikuni er ókeypis. Her krevst bara áhugi. - Saman skapa vit eitt serstakt upplivilsi, tá ið norðurlendsku bókmentirnar verða gjørdar livandi, og fáa veruligar røddir í vetrarmyrkrinum, siga fyrireikar...

Minnismyndir

Onkuntíð er spennandi at vita, hvussu nær tú kanst sleppa at taka myndir av eini stjørnu. Henda myndin av Glen Campbell er tikin í Hammersmith í London í 2006 við einum Panasonic lummamakera. Nú er hann 78, demensraktur, og sigur farvæl við sanginum  I'm Not Gonna Miss You , ið samstundis er ein nemandi frágreiðing um Alzheimer. Ofta er bannað at taka myndir tá konsertir eru. Bert innskrivaðir fotografar sleppa at taka myndir fyri ávís bløð, og bert tá konsertin byrjar. So skulu teir út. Tí er freistandi hjá fjepparum at finna markið, og royna at taka myndir allíkavæl, uttan at verða blakaður út. Einaferðina stóð eg bara fáar metrar frá Paul McCartney og sang kór til Let it Be . Tað var stórt. Men einki kamera varð at goyma løtuna. Kendi meg sum tann, ið misti heimsins størsta laks. Men ráð eru fyri tí. Í Viborg latst eg tosa í fartelefon og gekk mær heilt upp til pallin. Nonsjalant setti eg Sony telefonina á kantin og við honum sum undirlagi, tók eg myndina av Hank Marvin. Ób...

Fullir dreingir í undirbuksum

Í kvøld sá eg fyri fyrstu ferð ein part í sjónvarpsrøðini hjá Ole Bornedal um danska kríggið í týska grannalandinum í 1864 . Hefti meg við yvirskipaða myndabrúkið, serliga á bóndagarðinum, sum lýsti stættarmunir og hugsanir um eitt nýtt land fyri eina reina rasu, hina donsku, akkurát sum í stórfilminum 1900 (Novecento), sum Bernardo Bertoluccio gjørdi í 1976 og Filmsfelagið vísti í Sjónleikarúsinum. Bornedal brúkar akkurát somu filmisku frásøgusnildir, sum Bertolucci at lýsa italska fasistastatin. Ein vágin tanki, sum byggir á ein spennandi film, sum Danmarks Radio sýnir í átta pørtum. Hesin tanki um myndabrúk í almenna skattafíggjaða rúminum kom til mín, tá eg síggi at Kringvarpið allan dag hevur víst eina mynd av fullum dreingjum í undirbuksum. Fullir, giti eg at teir eru, tí øl stendur frammi, og hvat annað enn fyllskapur kann fáa dreingir at posera soleiðis? Fótbóltur kanska? Ella estetisk undantaksstøða? Ikki veit eg, men almennu redaksjónirnar vita kanska okkurt, sum eg ikki ...

Og Sjá, tað varð gott!

Onnur sending hjá Heina í Skorini, Sjá , varð send í kvøld. Alt tað, sum ikki eydnaðist so væl í fyrstu sendingini, samskiftið millum teir tríggar innbodnu gestirnar, eydnaðist stak væl í kvøld. Serliga tá Armgarð Mortensen spontant vendi sær til Hans Jacob Heinesen, at hoyra um hansara royndir við rullistóli, tá hann koyrdi um fortovskantar og aðrar forðingar á almenna vegnum. Nýtt var eisini at upptøkur aðrastaðni frá enn úr studio vórðu brúktar at lýsa gestin. Tað er vágið, men hepnaðist. Avbjóðingin er altíð at halda formatið og leistin. Sum fyrrverandi løgmaður hevur Jóannes Eidesgaard natúrligvís so nógv at siga, at trupult er at slúsa hann inn í eitt avmarkaða konsept, sum byggir á prát í eitt knapt korter til hvønn, og tá skulu eisini verða stundir til vertin og sínamillum prát. Eisini hesari avbjóðing kom verturin væl frá. Leikluturin sum akkersmaður er krevjandi, og fyrr hava vit sæð beint fram miseydnaðar royndir, kanska tí at redaksjónin ger ov lítið við venjing og ikki ...

Karisma í Reinsarínum

Tað var reinvaskað karisma í Reinsarínum fríggjakvøldið. Fyrst tá AVE spældi og síðani tá Høgni Lisberg kom á pallin undir gamla pakkhúsarstórviðinum beint framman fyri okkum. Bæði nøvn geva út nýggjar sangir á plátu og fløgu, sum fingust signerað í gongini eftir lidna konsert. Hetta er fyrstu ferð eg vitji nýggja spælistaðin í Havn, sum læt upp fyri góðum tveimum vikum síðani. Ikki tí, eg havi við áhuga fylt við, alt síðani Býráðið við Leivi Hansen sum borgarstjóra fyri fjúrtan árum síðani út í odd og egg defineraði ein rútmiskan spælistað og setti sær fyri, at skriva Havnarsøgu í bók og við fyrimynd av Akureyri at skapa eina glitrandi mentanargøtu frá Frelsunarherinum og oman í Vágsbotn. Nú eru orðini gingin út. Ynskini um ein spælistað eru ikki longur leysir fuglar á rustaðum tekjum, men veruleiki her og nú, mitt í okkara býi. Bogi Andreasen er settur sum samskipari og hann vísti runt á øllum trimum hæddum í nýggja spælistaðnum. Vónandi verður Reinsaríið spírin, sum f...

Sex á forsíðuna!

Fyri fyrstu ferð havi eg sæð orðið sex á eini føroyskari avísforsíðu. Veit ikki, um eg havi latið onkra sexsíðu farið framvið uttan at varnast, men eg haldi ikki. Um so er, kann onkur sexlesari rætta og vísa til fortilfeldi av sex á forsíðuni í Føroyum. Alment er, at einki selur sum sex, og so eisini fitt børn og fitt dýr á fittum forsíðum. Uttan tó at siga, at hasi trý viðurskifti, sex, børn og dýr, skulu setast í samband hvørt við annað, slettis ikki nakað Dan Jørgensen kjak her. Nei, tað var bara Sosialurin, sum ivaleyst í nýggjari kappingarstøðu flaggaði við sex í morgun, hvítt uppá svart, tí ein av mongu deiligheitsreportarunum eru so ídnir at rapportera úr Keypmannahavn og fylla okkum heimligu pressuna við sussi um annað suss har í landinum. Haldi fyri vist, at Sosialurin hevur upparbeitt sær ein trúverdigheitstrupulleika við øllum hesum sussandi deiligheitsraportarum, sum skriva um fluffy things uttan úr heimi. Og betri ger hin annars so skilagóða Inna Törnroos tað ikki, tá...

Føroyingar í Woodstock

Í dag, mikudag 15. oktober, byrjar árliga filmstevnan í Woodstock, tá Steve Earle fer at syngja og gestalistin telur Darren Aronofsky og tveir føroyingar. Listaligur leiðari í Woodstock er Meira Blaustein, sum sæst omanfyri til høgru. Til vinstru er borgarstjórin í Woodstock, Jeremy Wilber. Í fjør var Meira altjóða dómari í Geytanevndini, ið gav Dáva Djurhuus virðislønina fyri filmin Terminal . Við stuðuli frá Norðurlandahúsinum eru hann og Sakaris Stóra bodnir við til stevnuna, sum í ár verður hildin á fimtanda sinni. Filmstevnan er høvuðsevnið í blaðnum Woodstock Times , ið er eitt av fimm, sum kemur út í Hudson Valley. Woodstock er kendasti ‘small town’ í USA og í grannabýnum Saugerties eru húsini, har Bob Dylan spældi inn The Basement Tapes, og The Band spældu inn partar av Music From Big Pink , tí húsini vóru ljósareyð. Undir yvirskriftini Try these , verður skrivað soleiðis í dagsins útgávu av Woodstock Times: As for films for which one should rush to get tickets, the W...

Bókaheyst í SMS

Í dag var lív í bókahandlinum Riti og Ráki í SMS. Eftir at seyður varð flettur á torginum frammanfyri bókahandilinum, vórðu fyrstu føroysku bøkur løgdar fram í heyst, ein hjá Jógvani Isaksen, til vinstru og ein hjá Jóanesi Nielsen, til høgru omanfyri. Útgevari er í báðum førum Mentunargrunnur Studentafelagsins. Yrkingar 2014 er ein samlað útgáva av teimun higartil níggju yrkingarsøvnunum hjá Jóanesi Nielsen. Frá fyrsta savninum Trettandi mánaðin  í 1978 til fyribils seinasta savnið Tapet millum øldir í 2012. Nýtt yrkingasavn við Jóanesi kemur seinni í ár. Á ovastu hill sæst, hvør bók selur mest. Tað er At elska og liva hjá Jógvani Zachariassen, pastori í Lívdini. At myrða við skrivaraborðið sigur í stuttum søguna hjá altjóða krimibókini, og hon tekur eisini saman um føroyska krimiskriving. Meginparturin av bókini snýr seg kortini um bøkurnar hjá høvundanum sjálvum, Jógvani Isaksen, og hvussu tað bar til, at hann fór undir at skriva krimi. Tað verður somuleið...

Fjørðurin henda dagin og hin dagin

Um áttatíðina í morgun fjúrtanda oktober og hósmorgunin um somu tíð annan oktober, tók eg hesar báðar myndirnar av sama stað. Eins og sólin, eru oyggin og fjørðurin tey somu myndaevnini. Hetta er sama útsýni fyrsta jóladag í 2011. Myndirnar eru tiknar av sama stað, seinrapartin klokkan fýra. Nólsoyggin dagar undan av og á og fjørðurin er vundin upp í skúm og hvítur froyður liggur omaná sum eitt surrealistiskt teppi, ið flytir og snurrar seg alt eftir ættini. "Tað tekur leyst", sum nólsoyingar siga.