Skip to main content

Og Sjá, tað varð gott!


Onnur sending hjá Heina í Skorini, Sjá, varð send í kvøld. Alt tað, sum ikki eydnaðist so væl í fyrstu sendingini, samskiftið millum teir tríggar innbodnu gestirnar, eydnaðist stak væl í kvøld. Serliga tá Armgarð Mortensen spontant vendi sær til Hans Jacob Heinesen, at hoyra um hansara royndir við rullistóli, tá hann koyrdi um fortovskantar og aðrar forðingar á almenna vegnum. Nýtt var eisini at upptøkur aðrastaðni frá enn úr studio vórðu brúktar at lýsa gestin. Tað er vágið, men hepnaðist. Avbjóðingin er altíð at halda formatið og leistin. Sum fyrrverandi løgmaður hevur Jóannes Eidesgaard natúrligvís so nógv at siga, at trupult er at slúsa hann inn í eitt avmarkaða konsept, sum byggir á prát í eitt knapt korter til hvønn, og tá skulu eisini verða stundir til vertin og sínamillum prát. Eisini hesari avbjóðing kom verturin væl frá. Leikluturin sum akkersmaður er krevjandi, og fyrr hava vit sæð beint fram miseydnaðar royndir, kanska tí at redaksjónin ger ov lítið við venjing og ikki hevur dirvið til hondfasta vegleiðing, so verturin villist í ov nógvum ætlanum og innsløgum. Tá kennir hyggarin seg skjótt vilstan, og hvørki upplýstan ella undirhildnan, tí verturin hevur sett sær ov nógv fyri. Keep it simple, sum í Sjá. Leikluturin sum akkersmaður fellir Heina í Skorini serstakliga væl og hann lyftir uppgávuna við bravour. Hyggjarin kennir seg væl í hansara selskapi. Meir kann eg ikki ynskja mær av so einfaldari produksjón.