Í dag, mikudag 15. oktober, byrjar árliga filmstevnan í Woodstock, tá Steve Earle fer at syngja og gestalistin telur Darren Aronofsky og tveir føroyingar. Listaligur leiðari í Woodstock er Meira Blaustein, sum sæst omanfyri til høgru. Til vinstru er borgarstjórin í Woodstock, Jeremy Wilber. Í fjør var Meira altjóða dómari í Geytanevndini, ið gav Dáva Djurhuus virðislønina fyri filmin Terminal. Við stuðuli frá Norðurlandahúsinum eru hann og Sakaris Stóra bodnir við til stevnuna, sum í ár verður hildin á fimtanda sinni.
Filmstevnan er høvuðsevnið í blaðnum Woodstock Times, ið er eitt av fimm, sum kemur út í Hudson Valley. Woodstock er kendasti ‘small town’ í USA og í grannabýnum Saugerties eru húsini, har Bob Dylan spældi inn The Basement Tapes, og The Band spældu inn partar av Music From Big Pink, tí húsini vóru ljósareyð.
Undir yvirskriftini Try these, verður skrivað soleiðis í dagsins útgávu av Woodstock Times:
As for films for which one should rush to get tickets, the WFF founder noted two special documentaries and two narrative works…as well as the special ‘Despair’ program of shorts, running at the Mountain View Studio on the afternoons of October 17 and 19, which Blaustein describes as “amazing, imaginative, and haunting works” including one piece she first saw while judging a film festival in the distant Faeroe Islands, who will be sending their leading filmmaker to attend the festival.
Gestalistin í Woodstock fevnir í ár um nøvn sum Oscartilnevnda Darren Aronofsky, Mark Duplass, Oscarvinnararnar Natalie Portman, Jennifer Connelly og Melissa Leo, Emmyvinnaran Courteney Cox, Pauly Shore, Emmy-, Tony-, og Pulitzervinnarin Tony Kushner, Ron Nyswaner, Grammyvinnararnir Steve Earle og jazzlegendan Hugh Masekela og David Broza.