Skip to main content

Sex á forsíðuna!


Fyri fyrstu ferð havi eg sæð orðið sex á eini føroyskari avísforsíðu. Veit ikki, um eg havi latið onkra sexsíðu farið framvið uttan at varnast, men eg haldi ikki. Um so er, kann onkur sexlesari rætta og vísa til fortilfeldi av sex á forsíðuni í Føroyum. Alment er, at einki selur sum sex, og so eisini fitt børn og fitt dýr á fittum forsíðum. Uttan tó at siga, at hasi trý viðurskifti, sex, børn og dýr, skulu setast í samband hvørt við annað, slettis ikki nakað Dan Jørgensen kjak her. Nei, tað var bara Sosialurin, sum ivaleyst í nýggjari kappingarstøðu flaggaði við sex í morgun, hvítt uppá svart, tí ein av mongu deiligheitsreportarunum eru so ídnir at rapportera úr Keypmannahavn og fylla okkum heimligu pressuna við sussi um annað suss har í landinum. Haldi fyri vist, at Sosialurin hevur upparbeitt sær ein trúverdigheitstrupulleika við øllum hesum sussandi deiligheitsraportarum, sum skriva um fluffy things uttan úr heimi. Og betri ger hin annars so skilagóða Inna Törnroos tað ikki, tá hon er journalistiskt errin av stavifeilum, tí teir hava einki at siga í mun til innihaldið, hon vil hava fram. Puha. Onkuntíð er vikuskftislesnaður so tungur at sodna, at tú fært forstoppilsi. Hart lív. Sjálvt um tú lesir Høgna, sum nú aftur hoyrist í útvarpinum sum klumma. Og í Dimmu stingur filmshjartað heilt upp at bløða á síðu 18, tá nýggi ferðavinnustjórin sigur, at áttahundraðtúsund krónur er einki til ein ørstuttan stuttfilm, tí tað siga tey, sum hava skil fyri filmi, tað eru tey sum fáast við altjóða marknaðarføring og ferðavinnu. Sig mær, ber til at seta so skilaleys orð saman í einum landsdekkandi blaði, sum er til sølu og hevur útbúgvið fólk báðu megin mikrofon og tastatur? Ella er filmsvinnan nýggja prügelknabe hjá besserwissers? Annars tykist Dimman fín í dag. Nógv at goyma – til eina aðru ferð. Og júst hesin uppmagasinerandi tanki um magasinbløð, er góður eina løtu. Men so gongur hann í seg sjálvan og verður ólisin. Tað, ið eg goymi til at lesa eina aðruferð, kanska sunnudag, verður aldri lisið. Lesing er ein beint fram liniér prosess frá start til slutt. Nakað nógv er merkt av hesum goym-og-les-seinni tankanum í Dimmu. Annars er mentanin sjáldsama væl fyri í miðlunum. Umframt at bæði bløðini eftir førimuni dekka mentanina, so eru fleiri framúr sendingar í Kringvarpinum, ið samstundis gera tað sama, at lýsa mentanina sum vøru, knýtta at ítøkiligum viðurskiftum sum útgávu ella framsýning. Har er Grindin hjá Ivani, sum vísti ein sjáldsama sprelskan Jóhan Martin Christiansen, ið mær hevur dámt serliga væl síðani Koloni Box fyri fimm árum síðani, Suni Merkistein við Mentanarkafé úr Útvarpinum, Gunnar Nolsøe við somu útvarpskafé úr Norðurlandahúsinum og ikki minst nýkomarin Heini í Skorini við vælupplagdum talking heads í Sjónvarpinum sunnukvøld, ja og so Høgni Djurhuus við útvarpsklummu í morgun, og ikki at gloyma Konfekt í Gekkinum í kvøld. Nú ræður um at halda tørn, fyrst og fremst hjá Kringvarpinum, sum er á bestu mentanarleið í mong ár. Er ikki ein sunnudagsskúlasangur, sum sigur Vit eru rík, tí tit eiga meg? Haldi tað. Men latið privata marknaðin fáa útberðarstuðul fyri sex. Hann hevur bara baksíður, sexurin, sum er til sølu ein fríggjamorgun. Ikki tit, sum eru okkara. Gott vikuskifti!