Ísland hevur vunnið á Onglandi í fótbólti og sent teir úr evropeisku fótbóltskappingini. Bretsk bløð skriva um landaskomm, venjarin sigur seg frá og donsk bløð, sum vit altíð lesa fyri at skilja verðina, fáa aftur høvið at rópa um en hel nation med hvalfangere . Í øllum londum liggur latenta übermensch orðavalið beint fyri tá fótbóltsfepurin herjar. Tað er í fótbólti, at vit hóma ytstu mørkini. Fótbóltsfepurin hevur eisini rakt bretska parlamentslimin Nigel Ferage , sum í Brússel í morgun fornermaði alt parlamentið, tá hann fyri opnari mikrofon segði, at bróðurparturin av parlamentinum ikki hevur gjørt Dáva nyttu í lívinum. Tað sum ómentaði bretski parlamentslimurin fegnast um er, at bretska fólkið hevur atkvøtt alt landið út úr Evropeiska Samveldinum. Okkara næsti granni fyri sunnan. Landstýrismaðurin Høgni Hoydal hugleiddi um hetta í Degi & Viku, og sá ymsar føroyskar møgleikar, alt eftir hvussu leikur fer í Bretland, Skotlandi og ES. Íslendski forsetin, Ólafur Ra...