Tað var ein fegin formaður í stýrinum fyri Filmshusið, Jan Berg Jørgensen, sum í dag bjóðaði vælkomin til móttøku á aðru hædd í Sjóvinnuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu á Vestaru Bryggju. Orsøkin var, at nú eru dyrnar latnar upp fyri almenninginum, og stjórin, Tina í Dali Wagner, sum varð sett í starv 1. mars, tekur ímóti. Tina er donsk, og hevur í mong ár staðið á odda fyri eftirútbúgvingini á Den Danske Filmskole, har hon hevur starvast í 25 ár. Tina hevur skipað fyri skeiðum, seminarum og workshops fyri donskum og norðurlendskum filmsfólkum. Saman við stýrinum fyri Filmshúsið skal Tina seta Føroyar á heimskortið sum filmsland. Hvørki meir ella minni. Flestu varnast helst millumnavnið í Dali . Tað er frá manninum, Jonas í Dali Wagner, sum er av føroysku ættini í Dali. Jonas fæst eisini við film, skrivar handrit, teknar og klippur. - Tina í Dali Wagner er júst tað, vit hava leitað eftir. Hon er fakliga sterk, hevur eitt breitt netverk og eina persónligheit og eitt ág...