26.4.18

Wim Wenders í Filmsfelagnum


Jan Berg Jørgensen, formaður í Filmshúsinum, Wim Wenders, leikstjóri, Guðrið Højgaard stjóri í Visit Faroe Islands og Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum 

Nógv umrøddi filmurin hjá kenda týska leikstjóranum, Wim Wenders (f.1945), kemur nú til Føroya. Umframt okkum, eru tað bara sviar, ið vilja síggja filmin. Tað sigur norðurlendska fyritøkan Scanbox, sum leigar film út til biografar á okkara leiðum.

Heitið á nýggja Wenders-filminum er Submergence, sum umframt at verða tikin upp í Føroyum, eisini er upptikin í Týsklandi, Fraklandi, Spania og Djibouti.

Føroyar fara at skína

- Føroyar fara at skína við grønsku mitt millum brennandi og deyðsmerkta heita oyðimarkarsandin í Djibouti, har James McAvoy er innilæstur fangi, og kalda bláa havið, har Alicia Vikander kavar og granskar lívið í sjónum. Soleiðis segði leikstjórin Wim Wenders, tá eg hitti hann á tíðindafundi á Hotel Føroyum 3. august í 2016.

Jan Berg Jørgensen, formaður í Filmshúsinum, ið varð knýttur at føroysku upptøkunum hjá Wenders, fer at innleiða sýningina, sum verður í Filmsfelagnum mánadagin 18. juni kl 20. Tvær aðrar sýningar verða í biografinum týsdagin og mikudagin eftir. Allar sýningarnar eru almennar og í Havnar Bio, sum Filmsfelagið samstarvar við.

Filmur úr Svøríki

Filmsfelagið hevur útvegað Submergence frá Scanbox í Svøríki, sum umframt Føroyar er einasta Norðurland, ið vísur filmin. Scanbox, sum hevur íslendskan stjóra, eigur rættindini at vísa filmin í øllum Norðurlondum. Svenski Olle Agebro segði soleiðis um Submergence, tá hann varð sýndur á altjóða filmstevnuni í Gøteborg:
Alicia Vikander briljerar i känslosvallande kärleksdrama i Wim Wenders största film på decennier. Danielle (Alicia Vikander) och James (James McAvoy) faller ögonblickligen för varandra när deras vägar korsas i en fransk semesterort vid Atlantkusten. Men förälskelsen hindras av deras stökiga yrkesliv och snart befinner sig marinbiologen Danielle på havets botten samtidigt som ingenjören James kidnappas av Al-Qaida. Wim Wenders återvänder till sitt magiska berättande i en kärlekshistoria uppriven av geopolitiska konflikter och naturens otämjda krafter. I ett storslaget porträtt fångar Alicia Vikander en omättlig längtan i en saga driven av existentiella frågor hos en Wenders i sin mest storslagna form sedan Himmel över Berlin. (Olle Agebro, Svøríki)

Tárandi romantiskur

Ummælarin John DeFore sigur í filmstíðarritinum Hollywood Reporter, at romantiski filmurin Submergence er “Wim Wenders’ most broadly accessible fiction film in ages" og endar við at siga "there will probably be tears”:
A study of longing in conditions both desperate and profound, Wim Wenders' Submergence follows lovers who, having known each other just a day or three, must endure a separation that may never end. James McAvoy and Alicia Vikander make a photogenic pair in this sometimes sweepingly romantic film, the most roundly satisfying fiction feature Wenders has made since, well, that first one about the angel so in love he gives up immortality. More conventional than Wenders' best-loved work, it should manage to please some old fans while reaching - thanks to star power - younger moviegoers who've never heard of him. More thematically restrained than some of Wenders' grander films, this one is only about love, the origins of life, the increasing scarcity of natural resources and the conflict between the West and radical Islamist terrorism.

Evropeiska meistararøðin í Filmsfelagnum

Filmsfelagið vísur í hesum døgum nýggjastu filmar hjá fremstu evropeisku filmsleisktjórum, m.a. Happy End hjá Michael Haneke, sum Høgni Djurhuus innleiddi, og Aus dem Nichts hjá Fatih Akin, sum Birgit Remmel fer at innleiða mikudagin.

Umframt eysturríkska Haneke, hevur týski Wim Wenders í áratíggju verið mettur sum hin fremsti filmsleikstjórin í Evropa, ikki minst tí hann er forseti í Evropeiska Filmsakademinum.

Allar sýningar í Filmsfelagnum eru almennar og atgongumerki kunnu keypast við dyrnar og á netinum. Filmsfelagið hevur vangamynd á Facebook har upplýst verður um allar sýningar, og á heimasíðuni hjá Havnar Bio ber til at keypa atgongumerki á netinum.