Leygardagin kom Hallur Joensen á gátt við nýggju fløguni, sum hevur frámerkið HJ7, altso hin sjeynda í røðini. Fyrsta fløgan, “Pickin’ Time In Nashville” kom í 2008. Tann fløgan vakti ans, tí hon blásti nýtt lív í heimligu countrysjangruna við einum nýggjum navni í framúr framleiðslu. Á árligu samkomuni hjá Kúrekafelagnum valdi Petur Rouch sum vant fimm tær bestu útgávurnar, og nýggja navnið úr Klaksvík slapp innum hetta árið. Fimm tær bestu tað árið vóru hesar: Hank Williams "Unreleased Recordings" (3 fløgur) Kathy Mattea "Coal" Teddy Thompson "Upfront and Down Low" Hallur Joensen "Pickin' time in Nashville" Glen Campbell "Meet Glen Campbell" Síðan hevur gingið slag í slag, og allan vegin hevur Jákup Zachariassen verið fremsti samstarvsfelagi hjá Halli, tað verið seg ljóðtekniskt, sum innihaldsligani við løgum og fylgispæli, men eisini við bestu kontaktum til Nashville og føroyskar plátuyrkjarar og týðarar. Júst hett...