Niðan eftir Áarvegnum varnast tú í hesum døgum, at húsini hjá Eingla Per eru fyrst brotin niður, og verða nú bygd upp aftur, eftir øllum at døma í upprunaligum sniði. Sjálvur haldi eg, at henda nýggja fasadan riggar munandi betri enn hin fyrra, sum var ein ótýdligur kassi uttan nakran veruligan bústaðarprofil, meðan henda nýggja fasadan í passandi mun leggur seg estetiskt snøgt upp at næstu bygningum niðan eftir.
Blákollan og frisørsalongin Kvilt, sum fingu gulan lit undir koronastongslinum, peika í mínum eygum á ein enn meira livandi miðbý enn fyrr.
Haldi tað er eitt stuttligt mark, sum Bringsnagøta setur millum gamla og friðaða býarpartin úti á Reyni, og so uppi á Húsabrúgv og niðan eftir Áarvegnum, har pláss er fyri klivplantum, bara tær ikki verða til villvaksingar.
Einferð helt Birgar, at Amtmansgarðurin, sum er beint yvirav hjá Eingla Per, burdi verið tikin niður, so havnarborgarar sóu inn í lovaða garðin kring borgina. Kanska hevði tað riggað, men á hesum stað haldi eg, at ein ávísur trongi definerar innkomuna til miðbýin og vaglið við bæði Effersøe, ráðhúsi og løngtingshúsi longur uppi. Sum borgari í býnum seti eg prís uppá, at býurin eg rindi skatt til, er í eini skilvísari broyting og tykist livandi og væl hildin og ikki verður neyðtikin av peningaligum áhugamálum og estetiskum blindni, sum hevur hug at blóma vilt, serliga í mentanargøtuni. Fram við Klubbafasaduni og oman eftir Sverrisgøtu er hetta við estetikkinum í løtuni ein álvarsligur trupulleiki, ja minnir summstaðni um slumm.
Seinastu árini, bæði undir sitandi og undanfarnu býráðssamgongu, hevur verið ein at síggja til púra óstýrilig fyrisiting av byggimálum í høvuðsstaðnum, tí fólkatalið økist. Eftir at einki er gjørt við íbúðir frá almennari síðu fyrr enn Bústaðir komu til í 2012, er nú eitt sjónligt og summstaðni ikki sørt ræðandi skarvslop at síggja í gøtumyndini í Havn. Ringasta ræðudømi er í mínum eygum uppi við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, har bygt verður so tætt, at vandi er fyri øllum, ið rørir seg uttan um húsini, ikki bara børnum, men øllum yvirhøvur. Niðan gjøgnum gøtuna er ikki ráðiligt at flyta seg á annan hátt enn í bili, tí gonguteigarnir eru so ivasamir at eg tori ikki at ganga á teimum, og tá eg ætlaði at taka eina mynd av parkeringsviðurskiftunum millum íbúðarblokkarnar, gavst eg, tí her fæst ikki meining í inn og útkoyringarviðurskiftum. Nýggjasta er, at har sum pláss er til avlops, verður gjørt parkerigspláss, so bilar kunnu bakka út á vegin, meðan aðrir bilar strúka framvið, framman fyri niðasta húsablokkinum til vinstru, meðan ein lítil skáli, kanska handilsgoymsla ella súkluskúrur, nú verður skrumblaður upp til høgru. Kapping er um fermetrarnar, tað er sjón fyri søgn. Spennandi hevði verið at fingið ein búskaparfrøðing at greinað, hvussu nógv hesir fermetrar kring Karlamagnusarbreyt hava genererað av pengum í lummarnar hjá teimum, sum - helst - liggja longst frá sjónarmiðnum hjá Bústøðum, Føroya Bústaðarfelag.