Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2023

Matur sum ironisk distansa

  Kringvarpið er fari at gera rip off versiónir av Spískamarinum hjá Gutta Winther undir heitinum Foytar Greyðir , sum annan vegin kunnu tulkast sum vulgarisering av føroyskari gastronomi, og hinvegin sum ironisk distansa at náa ein hyggjaraskara, ið kann draga aldurin á føroyska sjónvarpshyggjaranum niður í helvt ella so. Matur, sum fyrst bleiv eitt barometur hjá betra slagnum at bjóða øðrum, og síðan eksotiskur veiðifongur at reypa av úr londum, sum eingin í vinabólkinum kendi, trophy travels , er nú blivin innbakaður kjaftfiskur.  Gongur tíð, so slær alt bakk. Eisini mat- og kokkasendingar. Í mínum eygum eru Foytar Greyðir avgjørt ein óhátíðarlig sending, gjørd við ironiskari distansu, yvir sjálvhátíðarliga føroyska køkin, og tær heilagu uppskriftir, har verða hildnar fram. Stuttliga ósmagligt og hvørt høvið at pilka í nalvanum verður brúkt. Tað ger stuttligheitina so troyttandi, at vit aldri gloyma satiruna. Fara vit í filmiska heimin er annarleiðis bit og slit í upptøk...

Oynnabøl ber besta kjøtið

Fyri fimm árum síðan skar Ivan Holm í Nólsoy mær fyrsta bitan av skerpikjøti úr Oynnabøli. Har hevur hann tveir veðrar gangandi millum risastórar hvannir í brattlendinum eystantil á oynni.  Saltstroytt - uppá ljóst nýbakað rugbreyð - smakkaði eg aftur ein bita av kjøtinum úr Oynnabøli um vikuskiftið. Veðrarnir høvdu góða vekt, og kjøtið, sum er frá fyrrárinum, glinsar, tá tú leggur tað á breyðið. Ikki tí tað er so feitt, tað er mest sum drivið, reint kjøt, og fitin, ið sæst, er glærfiti heldur enn tálgarfiti. Gott at síggja, gott at smakka og góðan konsistens. Ilt at siga, um tað er vitanin um hvannirnar, ið gevur kjøtinum ein farra av einum seregnum smakki, ið kemur til sín rætt á góðum breyði, og kann verða forloyst við einari føroyskt tokutari Klikkhaze, ella einum klárum italskum Tipopilsnara, alt eftir hvussu lagið er.  - Eingin hevur nakrantíð átt Oynnabøl, sum er eystantil á Nólsoynni, sunnanfyri Mann, mitt í berginum, beint upp frá Bólstaði. Vit kunnu vera eini níggju ...

Ein ljósblettur í Havn!

Henda mynd varð ein lukka og sæla at síggja í skránni hjá Kommununi um ein grønari miðbý , har borgarin í størri mun hómast at fáa gongu- og tilverurættindi, ið sumstaðni yvirhála bilin, sum handilsvinnan ikki kann liva uttan.  Henning Larsen hevur teknað katalogið, sum býráðslimurin Kári í kvøld sigur verða einmælt samtykt. Akkurát hvat tað merkir, veit eg ikki.  Men teldutekningin omanfyri bendir á, at ljós kann hugsast inn í býðarmiðjuna, og at samansetta og ofta skeiklaða byggilagið í miðbýnum kann greipast og teingjast saman, bara ein heppin pennur er til staðar.  Bravo!  Hetta hevði eg ikki væntað, at ein av ljótastu blettum í Havn kann fáast at lýsa so mikið upp, sum á hesi teldutekning. Man fær hug at syngja sálmar í hesum steinsetta ljóstúni. Fleiri blettir av hesum slag, serliga aftanfyri Frelsunarherin og omaneftir, treingja til somu arkitektonisku yvirhaling, uttan at alt skal vindast upp í hæddirnar og skapa skýmaskot hjá teim, ið longu búgva har. Bústað...

Soleiðis sær ein fallos út

Ein av teimum, sum í Útvarpinum mótmælti útbyggingini hjá Varðanum Pelagið mitt í søguliga býnum á Tvøroyri, var næsti grannin, Tróndur Enni, sum kallaði ætlanina ein risa fallos, sum mitt fyri kirkjuna stakk 60 metur upp í luftina. Nú er hann lagdur fram og luftaður fyri almenninginum. Ein tvøramaður helt fyri, at varð skorsteinsfallosurin av øllum illum málaður í TB-liti, so hevði í hvussu er nakað verið at fyrigivið. Her eru myndir frá almennu framløguni, sum Niels Petur Niclasen var til í Salt og sendi mær í kvøld.

Lívið er ein ítróttakabal

Haldi tað var Telling, ið sang, at lívið er ein kabal, men tað er púra skeivt. Lívið er ein fóbóltsvøllur, inni ella úti, við uppstandsljósi, sum upplýsir hvørja stovu, sum fyrr var myrk. Og er ein gomul vælvirkandi multihøll á Hálsi, har Savage Rose spældu bestu konsert í landinum, umbygd fyri skattaborgarans pening, so hon, sambært hondbóltsforkvinnuni ikki kundi brúkast til skattafíggjaða endamálið, so byggja teir, býráðspolitikararnir í Havn, bara eina nýggja høll, umframt hana, sum fyrr er samtykt at byggja, so tey á Strondum onga byggja.  Kenni ein skaldbókahøvund, ið sum skjaldbøkan savnar tilfar til privtafíggjaðu hungursbókina ”Roknistykki arbeiðarans” við undirheitinum ”Nýggja Pisubókin” á egnum forlagi, ið er farin at spyrja Hagstovuna hjá landinum, um nakað yvirlit er, ið vísir hvussu nógvar skattakrónur fara til ávís endamál? Og um nakað yvirlit er, ið samstundis vísir, hvørjir politiskir flokkar mest og minst duga at leita eftir almennum skattakrónum, hildið upp ímóti...

Nýggjasta Trapbókin fær góð ummæli

Undir yvirskriftini Fuldendt værk i enhver forstand , hevur Egon Kjøller, journalistur á Nordjyske Stiftstidende í Aalborg, seksstjørnað toppummæli av nýggjastu Trapbókini um Føroyar, sum er eitt av 36 bindum í nýggjastu røðini, teirri sættu, sum ikki bara er um Danmark, men eisini Føroyar og Grønland, í báðum førum við nýteknaðum landakorti, faldaðum og løgdum inn í bakpermuna, akkurát sum fyrr. Ummælarin er mest upptikin av partinum um Klaksvíksstríðið, sum Hans Andrias Sølvará hevur skrivað: ”Hvor stærke kræfter, der er på spil, får man et levende indtryk af i bogens kapitel om konflikten i Klaksvik 1952-56, det tætteste Danmark har været på borgerkrig i nyere tid. Det var grundlæggende en strid mellem den politiske og den økonomiske hovedstad, mellem fiskerne og byens matador, og mellem Danmark og Færøerne. 70 pct. af beboerne havde stemt for selvstændighed i 1946,” skrivar Egon Kjøller. Bókin, sum telur 330 síður og 71 fólk hava skrivað, kom út á donskum fyri jól, men kemur eisini...

Øll list er politisk

Aldri áður hevur ein føroyskur stuttfilmur verið so nógv umrøddur í Útvarpinum sum Sæla , ið 23 ára gamla Katrin Joensen-Næs frumsýndi í fullsettum hølum í Norðurlandahúsinum um nátturatíð leygarkvøldið, uttan at nakar fekk bitan í eygað ella skeivt í hálsin.  Lagið var gott á fólki og ein hátíðardámur var yvir tiltakinum. Norðurlandahúsið er góður biografur, sum verður lítið brúktur. Hann hevur kaféfasilitetir, sum hin biografurin ikki hevur, men kanska er húsið ov langt frá miðbýnum. At biografur kortini er eitt felags upplivingarrúm í høvuðsstaðnum í okkara tíð, er ikki ein sjálvfylgja. Tað upplivingarrúmið, sum í løtuni er í fríum falli, eiga vit at hjúkla um. Mystery sjangran , soleiðis kallar leikstjórin hyperrealistiskt sensitiva stuttfilmin, sum varir fimmogtjúgu minuttir. Hon undirstrikar, at evnið, bundinskapur av sex, hevur ikki verið lýst á føroyskum áður.  - Eg eri leitandi meðan eg skrivi, segði Katrin í Útvarpinum í gjár um tilgongdina, at gera henda filmin og f...

The Pale Blue Eye - mitt í hjartað á Poe

Í nýggja Netflix filminum ”The Pale Blue Eye” síggja vit Christian Bale í høvuðsleiklutinum sum detektivurin Augustus Landor, ella hin søguligi Auguste Dupin, og Harry Melling, ið fleiri kenna sum Dudley Dursley í Harry Potter filmunum, sum herskúlanæmingurin Edgar Allan Poe (1809-1849), sum í veruliga lívinum skapti fyrsta detektivin, Auguste Dupin í 1841 Tey, sum minnast ríku stereotíðina í hálvfjerðsunum, lurtaðu heilt vist eftir plátuni ”Tales of Mystery and Imagination” hjá Alan Parsons, sum Útvarpið ofta spældi. Plátan, ið var frá 1976, bygdi á tekstir hjá Edgar Allan Poe og tá fløgur síðan komu til, varð kendasta útvarpsrøddin nakrantíð, Orson Welles, løgd inn yvir plátuna. Og tá vørubólkurin ”spoken word” fekk egna hill í plátuhandlum í Aberdeen, hagar Smyril sigldi, kundu vit eisini hoyra Christopher Walken lesa ”The Raven” og Marianne Faithfull ”Annabel Lee” hjá Poe, sum bleiv fremsta fascinatiónsobjekt hjá horrorromatikarum, ið høvdu áhuga fyri útvarpi og teatralsku samanren...

Hvør sangur er bestur?

Við ársenda taka vit saman um. Tað gera øll. Eisini starvsfólk, sum fáast við sangtekstir av øllum handa sløgum, summi ið bara lurta til gerandisbrúk og onnur, ið syngja í kóri innan og uttan kirkjugátt.  Men henda dag vildu vit røkka longur og gera eitt meira varandi yvirlit, nakað sum indiánarin, Unkas hjá Chingachgook, ið tók knívin fram og høgdi í stóra steyran við litaðu skurðmyndunum, sum eru verndardýr, ið skríða fram eftir jørðini og vit sjálvdan geva okkum far um. Vit gjørdu ein sang-totem-pela. Hvussu langt upp á steyran kunnu vit seta bestu føroysku sangir? Og hvørjir eru teir niðastu? Og hvat er tað, sum gera av, hvør plaseringin er? Eftir fleiri umskrivingar kom eitt slag av semju um bestu og ringastu sangir á talvuna. Sálmar hildu sær ovast á øllum variantum av listunum, tí at sangbøkurnar eru nógvar, og í stóran mun hava tær skapt málið, tann hjá Brøðrasamkomuni, sum kallast sangbók og ikki sálmabók, hóast hon í fleiri førum er identisk við Sálmabókina, er hin størst...

Verður størsta skomm enn ljótari?

  Foto: Katrin Holm Fólk, ið publisera, seta fram, tað tey skriva, plaga við ársenda at gera upp, hvat varð mest lisið. Og tað er ongin ivi um, hvat blogglesarin hevur havt áhuga fyri í undanfarna ári. Men innan vit koma til mest lisnað evnið í ár, fari eg at steðga á við útvarpsprátið, sum Armgarð Arge hevði við Eyðun Andreassen um hetta sama, at gera upp við ársenda, eitt ritual, ið skal gera upp við alt tað, sum er sloppið at órudda í huganum, at gera talvuna reina, so mentali móttakarin aftur kann koma á beint og verða hin besti og reinasti at taka ímóti nýggja árinum og øllum tí, sum koma skal. Ein beint fram positivistisk hugsan um mentalt reinføri, har øll, ár eftir ár, vilja øllum tað besta, og seta akkumuleraða lortasekkin frá sær einaferð um árið. Lúka út og koyra burtur. Men hetta er ikki galdandi fyri byggiharrar, sum sita á pengunum, ið ikki longur yngla í bankanum. So er at byggja uppí, út ella upp. Langt upp. Hetta er ein oyðileggjandi konstantur, sum ikki tekur ...

Góð nýggjársrøða hjá løgmanni

Gamlaárskvøld, meðan flestu eru savnað til ein betri bita, talaði løgmaður til okkum í trettan minuttir. Hóast hetta ikki er ein definerað tala, á linju við lógarásettu løgmansrøðuna á ólavsøku um komandi virksemið hjá samgonguni, so er nýggjársrøðan ein fólkslig hevd, ið skrivar seg aftur til fyrstu útvarpssendingar, bæði her í landinum og í øllum grannalondum okkara. Útvarp og seinni sjónvarp hava borðið nýggjárstaluna fram. Nýggjársrøðan var góð og bar greitt boð um, at stóra føðiketan, ið bjóðar sær til og livir av politiskum retorikki til eitt og hvørt høvi, er ikki sloppin fram at fatinum í eins stóran stíl og fyrr. Besta tekin um, at løgmaður í nýggjársrøðuni investerar seg sjálvan, og ikki dúvar uppá leysar setningar frá aðru hond, er, at hann í fyrsta lagi er engasjeraður við einum bjørtum og vaknum eygnabráði og síðan velur eg-formin, sum í setninginum ”Jólaaftan vitjaði eg í KFUK.” So kemur søgan um Ukraina, og hvussu løgmaður fordømir ógrundaða kríggið hjá russiska áleypara...