Hetta er stripped down pallurin, ið møtir tær, tá tú kemur inn í Høllina í Norðurlandahúsinum. Klavertónleikur, hamrandi og tó spinkult hangandi, forstemt stillaður, millum heims og heljar, sum vart tú í dekadenta Berlin fyri kríggið, saman við Kurt Weil og Bertolt Brecht, har alt kann henda, alt eftir hvat tey møttu í ófrættatíðum droyma um, ella eru bangin fyri. Men tað er Dánjal á Neystabø, sum situr í sterka ljósinum, ið kastar markantar skuggar upp á stóra føroyska løriftið, og við Gebrauchmusik teleporterar okkum inn í eina mytu, sum hóast føroysk, í mínum huga hevur Berlin sum umhvarv. Við lokalrealistisku søguni um Lykken, tað er Poul Jóhannus Poulsen (1925-1971), sum í eitt tjúgu ára skeið, fram til hann doyði, bygdi Lykkenborg í Miðvági, sum botni, hevur Det Ferösche Compagnie gjørt eina kraftfylta mytu við altjóða broddi um føroyska serlingin. Eg sá leikin í Høllini í Norðurlandahúsinum í morgun klokkan tíggju saman við starvsfeløgum og næmingum úr Vágum. Ein ste...