Skip to main content

Mær dámar at hyggja

 

Mær dámar at hyggja, sigur franska Isabelle Huppert í samrøðu við íslendsku filmskvinnuna Veru Sölvadóttir. Nýggi franski filmurin Ríkasta kona heimsins, sum fiktivt byggir á L’Oréal søguna og Banier-Bettencourtmálið, er liðugur og Hrönn Sveinsdóttir hevur boðið okkum í Bió Paradís, har franskir filmsdagar eru á sjeyogtjúginda sinni.

- Eg eri ein spectator og mær dámar at spæla persónar heldur enn leiklutir, sigur fremsta kvinnuliga franska stjørnan, ið 72 ára gomul gongur høgt uppí at varðveita biograf sum rætta rúmið at uppliva film í. Sjálv hevur hon og hennara nærmastu tveir biografar í París.

Í dag er hon heiðursgestur á fronsku filmsdøgunum og tær hava verið á listasavni og tosa um at síggja og uppliva visuella list.

Franska sendiráðið í Íslandi og Alliance Francaise de Reykjavík eru fremstu stuðlar nú tíggju franskir verða vístir, teirra millum Hin fremmandi, sum er nýggjasti filmurin hjá François Ozon, har hann í svørtum og hvítum byggir á skaldsøguna hjá Albert Camus og L'inconnu de la Grande Arche um danska arkitektin Otto von Spreckelsen.

Í Filmsfelagnum hava vit víst Elle, sum Paul Verhoeven gjørdi í 2016 um sterku vinnulívskvinnuna, ið verður neyðtikin av einum maskumanni, sum brýtur inn um náttina, og hon lokkandi setir sær fyri at kanna, hvør framdi valdsgerðina. Kanska er hann nógv nærri, enn tú heldur. Ein sterkur filmur um kynsleiklutir og makt, ið verður viðmældur. Isabelle Huppert hevur høvuðsleiklutin.

Tað var fremsti íslendski leikari, Ingvar Sigurdsson, ið vísti okkum í Filmsfelagnum á Hrönn og hennara arbeiði í Bió Paradís, meðan hann við donsku Tea Lindeburg arbeiddi úti í Fugloy við The Seal Woman, ið hevur Kópakonuna sum tema. Í dag hava vit samband við Hrönn og hava avtalað at vitja biografin í vár.

Henrik vísir okkum runt í biografinum, sum hevur tríggjar salir, átta fólk á skrivstovuni og fimm og tjúgu, sum arbeiða og ganga til handa úti í biografinum. Her er fult hús og greitt er at Bíó Paradís eisini er eitt vælumtókt mentanarhúsunum í íslendska høvuðsstaðnum.



Vit eru í Hverfisgøtu 54, har fyrsta fjølsalakvikmyndahúsið í Reykjavík, Regnboginn, opnað í 1977. Tretivu ár seinni lat biografurin aftur, tí leigusáttmálin gekk út. Í septembur 2010 vórðu dyrnar lætnar upp fyri einum nýggjum arthouse-biografi, sum er sjálvsognarstovnur, Heimili kvikmyndanna, sum fakfeløg hjá íslendskum filmsfólki standa saman um. Endamálið er at skapa eitt frítt og óheft filmsmentanarhús, sum vísir film, ið stóru biografarnir vanliga ikki vísa. Júst hesin profilur hevur gjørt Bíó Paradís til ein mentanarlign miðdepil í býnum. Her verða vístir heimildarfilmar, evropiskar filmar, og filmar á øðrum málum enn enskum og her hava verið festivalar sum RIFF - Reykjavík International Film Festival. Biografurin er limur í Europa Cinemas, ið er skipað samstarv millum arthousebiografar í Evropa.

Men tað hevur ikki verið uttan snavíngarsteinar. Í januar 2020 varð boðað frá, at øll starvsfólk í Bíó Paradís vórðu uppsøgd, og at biografurin fór at lata aftur 1. mai 2020. Orsøkin var at húsaleigan hækkaði tríggjar til fýra ferðir, ta upphædd, hon hevði verið áðrenn. Hetta gjørdi biografraksturin í miðbýnum ómøguligan.

Men eftir stóran almennan stuðul og samráðingar varð avtala gjørd við húsaeigararnar, og 2. juli 2020 varð kunngjørt, at Bíó Paradís fór at lata upp aftur í september sama ár. Frá uppsløgum í biografunum og greinum í íslendsku miðlunum um biograf skilst klokkuklárt, at Bíó Paradís er eitt av týdningarmestu mentanarhúsunum í Reykjavík - eitt stað, har filmur verður sýndur sum list, og har altjóða og staðbundin filmsmentan møtast.


Comments