Í kvøld varð eg boðin í Lívdina í Hoyvík at síggja filmin, sum í spælifilmslongd er gjørdur úr teim trimum konsertunum, ið 25. og 26. oktobur vórðu hildnar, MC Restorff til heiðurs, eftir at hann fór um tey sjeyti og fekk ársins tónleikaheiður frá FMA. Og ert tú vaksin upp í Brøðrasamkomuni, hevur hann eisini skapt og lagt títt lívsins ljóðsporð, frá Carpenters um Imperials til Andraé Crouch.
Tað er PraiseHim, sum skipaði fyri konsertunum, og nú hevur gjørt filmin saman við Raclip, ið hevði trý upptøkutól, og Óla Poulsen, sum hevur blandað ljóðið, so tú frá fyrsta sekundi hoyrir trummu og bass, so massivt markerandi, at tú merkir improviseraða biografrúmið í Lívdini. Framúr styrki, rúmd og fylla.
Siri og Jens
Kristian á Brúgvaskifti bera mær kaffi og sjokulátu og hava reserverað mær
besta sessin. Aftur má eg sanna, at hetta ektaða tænastusinnið er nemandi, men
gongur eisini hinvegin, at tú sum ummælari verður tikin í álvara. Tað er ein
stór viðurkenning.
Og júst tað
orðið, kenning, lagt niður í hugtakið timburmenn og heimleysa ynskið um ein javnara
ein kaldan sunnumorgun í Steinatúni afturvið tjúgu Cecil millum barnasang úr
Ebenezer og klokkuna úr Kirkjuni, er karmurin um fyrsta leysa innskotið hetta
mánakvøldið, sum Svein í Prestgarði bar fram.
Tað sum varð
prikkurin yvir i’ið, ella proppurin av sjampanjuni, vórðu orðini um dreingin, har yrkjarin sær bóltdreingin renna framvið, og eg fái at vita, at tað er Jákup Mørk,
formaðurin í B36, ið hevur flutt sangin hjá Kris Kristofferson í føroyskt hjá
fótbóltsfjepparum at dyrka, tá teir einaferð um árið savnast.
Savningarmentan
er lyklaorðið. Hetta riggar. Ikki minsta tá Jens Kristian sigur teim møttu, at PraiseHim
er annað enn ein deyð heimasíða. - Tað er eitt stað, har vit møtast, har vit
skapa ein felagsskap, har øll eru vælkomin, og har vit gera nakað, sum vit eru
stolt av. Og tað er júst tað, sum ger meg so ómetaliga stoltan av PraiseHim,
sigur Jens Kristian. - At vit ikki bara gera tónleik, men skapa løtur, sum fólk
minnast. Løtur, ið seta spor. Løtur, sum vit nú hava á video, løtur sum vit
hava á fløgu, løtur sum vit kunnu flenna at, gráta og kanska skammast eitt
lítið sindur av okkum sjálvum. Løtur sum gera at vit øll kunnu blíva eitt, líka
mikið hvar í samfelagnum vit koma frá. Løtur sum gera at gáttin ínn í ein
samkomubygning sum í Livdini blívur burtur, sigur Jens Kristian so sannførandi, at
hetta kundi verið ein góður karmur til eina nýggja savningarmentan.
Hetta vóru
innbjóðandi loysunarorðini hjá Jens Kristiani vegna PraiseHim.
Og so byrjar
sýningin av samanklipta filminum av teim trimum konsertunum í oktobur.
Í grundini er tað
altíð spennandi at eygleiða, venda og snara og reflektera við medlurtarar í
gongini, hvussu tú vælnøgdur sat frammarlaga og mitt fyri til upprunakonsertina,
og nú sært nýmiksaða filmin, endurupplivir og nýfatar nokkso nógvar av framførslunum,
sum nú í fleiri førum eru markant annarleiðis, tí nú er úrvaldi sangurin fokuseraður
og settur í nýggja ljóðmynd, ið er kompakt og sterk. Hetta tænti lukkutíð best
høvuðspersóninum, MC Restorff sjálvum, tá hann syngur ”Kvøða til pinkubarnið”.
Í upprunaummælinum síggi eg, at í setlistanum stendur ”MC bara klaver”. Men til
konsertina spældi Eyðun Johannesen undir, sum eg skilti avtalað á staðnum, og
nú eg síggi ljóðmiksaða filmin, hoyri eg klaverspælið hjá honum fáa eina styrki,
ið málar eitt meistaraverk frá tí varisliga konturinum úti í tí fjara, til tað
lamterandi og staðfestandi beint her og upp eftir ljóðløriftinum við spartli og
breiðum pensli. Hetta er hvørki meir ella minni enn fantastiskt, og fær MC,
einsamallan á palli afturvið Eyðuni, at skína út um pallkantin og inn í hjørtuni
á okkum øllum, ið hyggja og lurta.
Eitt hástøkk, ið
fær meg at hugsa tann næstan automatiska tanka, at henda upptøka kundi verið
parað sum ein eyka ágóði afturvið teim ungu røddunum úr Hoydølum.
Takk til Lívdina
fyri at hugsa samkomurúmið til film og filmiska uppliving, fyrst og fremst í tí
allar besta ljóði.
Filmur: Meistarans Hond (PraiseHim 90 min 2026)




Comments