Seinastu dagarnar
hava tríggjar fakfelagskvinnur, Mary Antonsdóttir, Sanna á Løgmansbø og Óluva í Gong, og nú eisini
lærarafelagsformaðurin, Jacob Eli S. Olsen, frábiðið sær at verða umboðað í
lønarsamráðingum av øðrum áhugapørtum, sum tey onga avtalu hava við. Tað eru greiðu Kringvarpsboðini.
Tað er sum at fáa
ein heimligan forsmakk av nýggja heimildarfilminum Orwell 2+2=5, har leikstjórin tekur lýsandi dømi úr
okkara tíð. Mest ræðandi filmur í ár, sigur ummælarin hjá Rolling Stone.
Hvat skal man gera annað, enn at spyrja vitlíkið, nú tað
ikki bara er ein varisligur varhugi, men eitt hondfast faktum, at vit ikki bara
skulu finna okkum í at liva í einum stættarsamfelag, har lívsuppgávan er, alt
av náði arbeiðsgevarans, at finna tína hyll, men at nú hevur Starvsfelagið
eisini avdúkað, at til eru sosialiseringsagentar, ið hava sum lívsendamál, ikki
bara at halda fast um stættarsamfelagið, men at styrkja, spjaða og sementera fatanina
av egnar makt, og hvussu sjálvsagt hon kann útinnast, uttan at nakar veit av
tí. Stilltigandi at flúgva undir radaranum eftir greiðari fyriskipan úr erva. Nei, eg bara spyrji.
Vitlíkið fær fyrsta spurningin: í hvørjum fakfelagi eru
starvsfólk í fíggjarmálaráðnum? Síðani: hvørji fakfeløg eru mest umboðaði í
almennum nevndum? Og at
enda: hvørjir fakfelagslimir fáa hægstu løn fyri at sita í nevndum?
Eftir diskussión við vitlíkið, sum í hesum føri er Copilot hjá Microsoft, ið er á skúlateldunum kring landið, er svarið, "at tað er soleiðis, at limir úr ávísum fakbólkum oftari sita í nevndum, har lønirnar eru hægri - og tí fáa teir í praksis hægri nevndarløn. Fakbólkar, sum oftast fáa hægstu nevndarlønir eru fyrst Løgfrøðingar og búskaparfrøðingar, sum eru settir í eftirlitsnevndir, fíggjarnevndir, strategiskar ráðgevandi nevndir og nevndir við lógarábyrgd. Hesar nevndir hava vanliga hægri samsýning, tí ábyrgdin er stór og ofta lógartengd. Tey hoyra javnan til Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Akademikarafelagið".
Og so er
eingin endi á uppskotum, ið okkara skúlavitlíkið, sum uttan at hava verið í almennum
útboðið, lukkutíð gevur okkum svar uppá, alt eftir hvat vit spyrja, tí allir
upplýsingar liggja frammi. Teir eru bara so óluksáliga ringir og tíðarkrevjandi
at finna. Men onkuntíð eru miðlar, ið nema við hesi maktviðurskifti.
Men nú
hevur mín góði vinur frá útvarpsmiðilinum, Suni, sett hol á kjakið um
stættarsamfelagið, og hvussu vit, við fegnari vælkomu ella kaldari avvísing,
skulu fyrihalda okkum til nýggju maktstøðuna í Nútíðarføroyum, har tað ikki er ein nýggjheit, at pengarnir fólkið flyta.
Nú er tað ikki bara í veitslusangum og fyrndarsøgum um framtíðina, har summi eru meira lík enn onnur, at kríggj er friður, at upp er niður, at títt er mítt. Nú er hesin fiktivi tanki um eitt fjart samfelag lendur hjá okkum, herbeintnar.
Her nyttar ikki at siga kurteisliga, livst so spyrst. Nei, hevur tú pengar, hevur tú makt, er ikki serliga nýggja herðrópið. Men nú er tað sett í alment system. Frá ovast til niðast. Tað er nýtt.
Við pensjonistakvøðu vóni eg, at Mary, Sanna, Óluva og Jacob Eli fáa dygga undirtøku frá
teim mongu og vinna hetta íkomna stættarstríð hjá teim fáu.

Comments
Spildurnýggi heimildarfilmurin hjá haitiska leikstjóranum, Raoul Peck, “Orwell: 2+2=5”, tekur okkum á ferð inn í dystopiska meistaraverkið hjá Orwell, “1984”, við javnfjarum dømum úr okkara tíð.