Skip to main content

Tá maktin flýgur undir radaranum

Myndin av Mary er brúkt við loyvi til mín egna blogg

Seinastu dagarnar hava tríggjar fakfelagskvinnur, Mary Antonsdóttir, Sanna á Løgmansbø og Óluva í Gong, og nú eisini lærarafelagsformaðurin, Jacob Eli S. Olsen, frábiðið sær at verða umboðað í lønarsamráðingum av øðrum áhugapørtum, sum tey onga avtalu hava við. Tað eru greiðu Kringvarpsboðini.

Tað er sum at fáa ein heimligan forsmakk av nýggja heimildarfilminum Orwell 2+2=5, har leikstjórin tekur lýsandi dømi úr okkara tíð. Mest ræðandi filmur í ár, sigur ummælarin hjá Rolling Stone.

Hvat skal man gera annað, enn at spyrja vitlíkið, nú tað ikki bara er ein varisligur varhugi, men eitt hondfast faktum, at vit ikki bara skulu finna okkum í at liva í einum stættarsamfelag, har lívsuppgávan er, alt av náði arbeiðsgevarans, at finna tína hyll, men at nú hevur Starvsfelagið eisini avdúkað, at til eru sosialiseringsagentar, tólv í tali, ið hava sum lívsendamál, ikki bara at halda fast um stættarsamfelagið, men at styrkja, spjaða og sementera fatanina av egnari makt, og hvussu sjálvsagt hon kann útinnast, uttan at nakar veit av tí. Stilltigandi at flúgva undir radaranum eftir greiðari fyriskipan úr erva. Nei, eg bara spyrji.

Vitlíkið fær fyrsta spurningin: í hvørjum fakfelagi eru starvsfólk í fíggjarmálaráðnum? Síðani: hvørji fakfeløg eru mest umboðaði í almennum nevndum? Og at enda: hvørjir fakfelagslimir fáa hægstu løn fyri at sita í nevndum?

Eftir diskussión við vitlíkið, sum í hesum føri er Copilot hjá Microsoft, ið er á skúlateldunum kring landið, er svarið, "at tað er soleiðis, at limir úr ávísum fakbólkum oftari sita í nevndum, har lønirnar eru hægri - og tí fáa teir í praksis hægri nevndarløn. Fakbólkar, sum oftast fáa hægstu nevndarlønir eru fyrst Løgfrøðingar og búskaparfrøðingar, sum eru settir í eftirlitsnevndir, fíggjarnevndir, strategiskar ráðgevandi nevndir og nevndir við lógarábyrgd. Hesar nevndir hava vanliga hægri samsýning, tí ábyrgdin er stór og ofta lógartengd. Tey hoyra javnan til Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Akademikarafelagið".

Og so er eingin endi á uppskotum, ið okkara skúlavitlíkið, sum uttan at hava verið í almennum útboðið, lukkutíð gevur okkum svar uppá, alt eftir hvat vit spyrja, tí allir upplýsingar liggja frammi. Teir eru bara so óluksáliga ringir og tíðarkrevjandi at finna. Men onkuntíð eru miðlar, ið nema við hesi maktviðurskifti.

Men nú hevur mín góði vinur frá útvarpsmiðilinum, Suni, sett hol á kjakið um stættarsamfelagið, og hvussu vit, við fegnari vælkomu ella kaldari avvísing, skulu fyrihalda okkum til nýggju maktstøðuna í Nútíðarføroyum, har tað ikki er ein nýggjheit, at pengarnir fólkið flyta.

Nú er tað ikki bara í veitslusangum og fyrndarsøgum um framtíðina, har summi eru meira lík enn onnur, at kríggj er friður, at upp er niður, at títt er mítt. Nú er hesin fiktivi tanki um eitt fjart samfelag lendur hjá okkum, herbeintnar.

Her nyttar ikki at siga kurteisliga, livst so spyrst. Nei, hevur tú pengar, hevur tú makt, er ikki serliga nýggja herðrópið. Men nú er tað sett í alment system. Frá ovast til niðast. Tað er nýtt. 

Við pensjonistakvøðu vóni eg, at Mary, Sanna, Óluva og Jacob Eli fáa dygga undirtøku frá teim mongu og vinna hetta íkomna stættarstríð hjá teim fáu.

Comments

Anonymous said…
2 + 2 = 5 ?
Birgir Kruse said…
Ja, her er filmurin: 25/2 kl 20:00 Orwell: 2+2=5 (Raul Peck Frakland USA 2025 119 min)
Spildurnýggi heimildarfilmurin hjá haitiska leikstjóranum, Raoul Peck, “Orwell: 2+2=5”, tekur okkum á ferð inn í dystopiska meistaraverkið hjá Orwell, “1984”, við javnfjarum dømum úr okkara tíð.