Skip to main content

Ein svipp til Eysturlandið

Beint framman fyri mær er tað stórbærasta á okkara ferðaleið, Dettifossur, sum er millum máttmiklastu fossar í okkara heimsparti, fýra og fjøruti metrar høgur og hundrað breiður. Tú missir næstan ondina, og hóast tað ikki er loyvt, vildi eg ynskt mær eina dronu, at fáa eina rættvísgerandi mynd, sum bara nøkurlunda kann endurgeva ein brotpart av stórsýninum av dettandi fossinum og duninum, ið setur niður í jørðina. Henda urkraft hvørvir, tá veðurlagsbroytingarnar taka lívið av Vatnajøkuli.

Fossurin prýddi inngangin í filminum "Prometheus", sum bretski Ridley Scott gjørdi í 2012 og varð Oscartilnevndur fyri visuella avrikið. Sami leikstjóri gjørdi "Alien", "Gladiator" og "Blade Runner". Ein visuellur stórmeistari. Og tey eksistentiellu sýni av lítlu menniskjuni í markleysu nátturuni, har eingin tykist hava verið fyrr, sært tú nógvastaðni á Eysturlandinum, innan Norröna fer avstað aftur.

Stóri fossurin hevur eisini kveikt tónaskaldið Jón Leifs at skriva samnevnda verkið, Dettifoss, í 1964. Men longu á sumri í 1926 hevur Jón Leivs havt konsertir við Hamburgar Filarmonikarunum í Noregi, Føroyum og Íslandi, skrivar Hjálmar H. Ragnarsson í 1990. Jón Leifs og jødiska konan, Annie Riethof, verða lýst í filminum hjá Hilmari Oddson, "Tár úr Steini", í 1995.

Týsdag til fríggjadag er eitt gott høvi at taka bilin umborð og sigla við okkara Norrönu til Íslands, nú vit eru á gáttini til føroyska summarið. Taka dagar úr kalendaranum, fáa eitt andarhald, fyrireika seg væl, og taka inn sum mest av tí, tú sært. Tað er feria og frítíð. Egintíð, sum fakfeløgini plagdu at siga.

Petur av Vollanum er drúgvasti skipari í reiðarínum. Í februar hevur hann verið á brúnni í fimtan ár. Geir skeinkir kaffi, og meðan Petur vísir okkum fyrstu tekningar av nýggju Norrönu, sum verður 215 metrar long, og bygd sum ein ocean liner, heldur enn í karibiskum siglingarstýli, sigur hann, at báðir synirnir hava fingið siglingstíð umborð.

- Fimta septembur steðga vit tvær nætur á Seyðisfirði, sigur Petur, og er serstakliga fegin um hondbóltstúrin í Oslo, og útlitini til, at tað nú kanska verður Kiel.

- Men fáir føroyingar taka henda túrin til Íslands. Tað eru mest ferðafólk av evropeiska meginlandinum í kamparabilum og húsvognum, sum koma ár eftir ár. Føroyingar vilja til Danmarkar, sigur Petur, sum sjálvur hevur summarhús har.

Svein í Heiðunum situr í búrinum, tá vit tjekka inn. Ikki bara starvsliga tænastusinnaður, men persónliga fryntligur og fyndiga stuttligur, vísir hann okkum á nummar fýra, sum er rætta leiðin umborð og inn á bildekkið, har tey, ja menn og kvinnur, Geir og Maria á myndini, duga so fyrimyndarliga væl at fáa alt uppá pláss. Hetta er abstraktur logistikkur í handaligum verki ein seinrapart í Havn, sum Svein hevur fingið uppá pláss sum eitt turnaround, ið verður avgreitt skjótt og effektivt við komu og fráferð. Og javnan møti eg Regin og vit fáa eitt prát um Gøtu í gomlum døgum.

Ferðin millum oyggjarnar, tá vit leggja Kallin afturum, og Christian í Grótinum hevur ligið í kjalarvørrinum eina løtu, er óbetalilig. Her doyði James Bond, sum vit higartil hava kent hann. Fólk eru bergtikin og best av øllum - eingin belærandi ferðafrásagnarpersónur tekur yvir og fyllir rúmið, larmandi, á øllum málum. Tað er stilli, meðan vit hábarsliga sigla norður gjøgnum Djúpini. Ein tignarlig løta.

Norröna er einasta havgangandi samband, ið knýtir evropeiska meginlandið norður í Atlantshav, til Føroya og síðan Ísland og heim aftur. Eisini fyrsta føroyska samband við siglandi foodies, fólk, ið dáma mat, og vilja hava ein smakk, har tey koma. Kokkur er Andrias Viðstein úr Klaksvík, har abbin hevði pylsuvirkið, og hann úr køkinum á middegi borðreiðir við delikatum smyrjubreyði í Munkastovu og seinni við døgurða á fine dining støði.

Ein umráðandi og vital ruta hjá flutningsvinnuni, men eisini vanliga ferðafólkinum, serliga týskarum, sum við eini krimibók í hondini fara til Íslands um várið og heystið í bussum, men nú í høgum væl útgjørdum bilum ella motorsúklu uppá egin hond. Her eru bøkur hjá skotska Alistair MacLean og enska Desmond Bagley, sum spinnur upp eina Íslandssøgu úr kalda krígnum, "Running Blind", har ein í stríðnum millum eystur og vestur, verður dripin og sleptur niður í eitt vulkanskt op í lendinum. Teir vóru væl umboðaðir í bókaklubbum í sjeytiárunum. Men av hillini í bókasavninum taki eg prædikur hjá Viderø upp í hondina, nú eg fyrstu ferð fari á Eysturlandið.

Leygardagin var prát í Vikusendingini í Kringvarpinum, har Johannes Jensen, hotelleigari, nevndi trygga ferðamálið Føroyar í einum ótryggum og polariseraðum heimi. Rætt hevur hann, tí í eysturi hevur Putin eydnast at fáa okkum at gloyma alt um hugtakið kríggj, við at kalla hansara ómotiveraða álop á eitt sjálvstøðugt land, Ukraina, eina innrás, sum bleiv til eina full scale invasion. Altso ein rættvísgjørd gerð, ikki í námindi av tí, skúlabøkurnar higartil kallað kríggi. Miðlarnir taka hetta upp og fáa okkum at gloyma alt um, at kríggj er aftur í Evropa. Vestanfyri er Trump líka krígselvandi allastaðni í Heiminum, eisini í okkara ríkisfelagsskapi, og í Miðeysturi er eini ríkisleiðarin ikki minni krígsfegin við bestu vápnum, hóast søgan skuldi sagt honum og hansara fólki nakað annað.

Niðurlendska parið Jan-Willem van de Pol og Annemieke Bron fyrireika túrin til Íslands, har tey skulu koyra í tríggjar vikur. Tey hava verið eina viku í Føroyum og tosa um málið, mótvegis nýnorskum, íslendskum og donskum, og so um navnið á landinum, um tað skal vera Holland ella Niðurlond. Tað seinna er skjóta svarið, Sjálvsagt, siga tey bæði og greiða frá, hví tað er rætt og hitt er púra skeivt. Ein týskari í gulari troyggju, sum er limur í einum Citroen 2CV, vil eisini verða við á myndini. Hann og konan fara somu leið runt Ísland.

Og so síggi eg týska krígsbilin, sum abbasonurin, Olaf, ið tá var seks ár, varnaðist á kampingplássinum, og vit báðir skrivaði søguna "Olaf sær ein krígsbil". Hugsi, hann er her á hvørjum ári, týski krígsbilurin. Trýst á leinkið og les søguna.

Gjøgnum stóra koyggjuvindeyga sæst sissandi havið, og tað sigst eisini vera gott móti sjóverki og øllum, sum hongur uppi í tí, at síggja og uppliva havið, hóast vit eru á áttanda dekki. Einki slit sæst nakrastaðni, har eg var, og so at hoyra fremsta íslendska troubadour við nýggjum sangum, Bubba Morthens, tað er bara frábært, hóast plátuheitið er tað longst nakrantíð: "Ég er ekki sá sem þú heldur ég er sá sem ég er", ella á føroyskum: Eg eri ikki tann, tú heldur, eg eri tann, eg eri. Og tað hevur hann ivaleyst rætt í, burtursæð frá at hann er betri enn nakrantíð. Bubbi, sum hevur sungið um at trælka í fiski í Føroyum og íslendskum bygdum, er í toppformi við kontantum rokkljóði, ið summstaðni nemur við disco, men allarbest við tíðina í Das Kapital í 1984. Nýggi rokksangurin "24 tímar" krøkir best í "Blindsker", mín favoritt við Bubba frá 84. Kortini, "Júlikvöld" er heitið á fyrsta sanginum á summarútgávuni hjá íslendska Bubba, sum, havi eg talt rætt, er album nummar fjøruti.

Í Munkastovu tekur Pablo ímóti. Fryntligur, tænastusinnaður og stuttliga vitandi uppá ein orðaknappan og professionellan máta, so tú altíð kennir teg væl. Hann er úr Pólandi, beint sunnan fyri Stettin.

Settur við borðið, varnist eg góða støði við serviettum og bestikki, og so tað heilt serliga, at gongulagið hjá øllum er artistiskt, listarliga málsøkið, elegant og ongantíð tungt. Sum tá flogternurnar í luftini vísa rímingarleiðir. Tann reina balett.

Brúsandi vín kemur á borðið, og fyrsti undanrættur er ein røst fiskakrokett. Tað hepnast altíð væl. So kemur hummari og toskur, turka gás við súrepli á drýli, lambakotelett við myntu og ræst lambskjøt í tortellini. Og afturvið parar Pablo eitt glas ella tvey av heiðurskrýnda spanska Rolls Royce víninum hjá danska Peter Sisseck, Pingus. Eg eri ovfarin og bilsin, fyrstu ferð at sleppa at smakka Pingus. Omaná eru sukurfermenteraðar rabarbur við curd og sauterne frá Andreasi.

Dagin eftir royna vit á sama staði hummara við kolrabi á botninum og blak, sum er stroytt uttanum. Pablo hevur leitað og funnið tvær fløskur av reyðvín, sum helst ikki eru fleiri enn tíggju í øllum Norðurlondum. Chambolle-Musigny 2022, floyalsmjúkt við gardinum og øllum, sum kennarar kika eftir gjøgnum glasið. Anna serverar.

Kjøtið er moyrt, várleykur er afturvið, og so kremut soppasós og eplamos við snertum eplaflusi, sum er broyskið. Andreas kemur við góðum ostum omaná, sovorðnum sum Gammel Knas, Hvide Dame og Drunken Dog, ræstur og innsprændur við gin, og so Tawny portvín afturvið. Ein sublim máltíð. Løtt og elegant á føroyskum kjøli. Servering og selskab er framúr. Andreas Viðstein tekur hin kokkin úr køkinum til okkara borð og teir heilsa uppá. Hann er Jeffrey Mirano og er av Filipsoyggjum.  

- Ísland er fýrs ferðir størri enn Føroyar, sigur Jói, Jóan Petur, sum býr á Seyðisfirði, giftur Hrefnu, og tey eru á heimferð, eftir at hava gist á Brandan í Havn, við einum bólki, sum telur sjey og tretivu. Jói er slektaður úr Andarisa heima á Sandi, sonur Hans (1920-2005), ið var næstelstur í barnaflokkinum, sum taldi tólv. Hann flutti til Seyðsfirðar í 1946, har Jói er føddur í 1950.

- Átjan dagar í apríl slapst ikki niðan brekkuna til Egilsstaðir, sigur Jói. Vegurin er í somu hædd, sum vegurin niðan á Sornfelli, ið helst er hin hægsti koyrivegur í Føroyum.

- Tað eru meir enn seks hundrað metur, tit skulu upp í hædd eftir Seyðisfjarðarvegi. Trettan kilometur langa tunnilsætlanin millum Seyðisfjørð og Egilsstaðir, sum vit eru í kommunu saman við, varð løgd á hillina eftir síðsta altingsval. Men kommunuvalið, sum var beint nú, broytti einki í samanseting her hjá okkum, sigur Jói og leggur afturat, at nú mugu vit ikki koyra við píkadekkum. Tað kostar túsund føroyskar krónur í bót fyri dekkið. Og legg til merkis, at nú prísurin á diesel og bensin lækkaði, rindar tú kilometurgjald, sum er vegskattur hjá tykkum, sigur Jói, sum vísir mær nettænastuna, umferðin.is.

Er ein vegur grønur, so er í lagi at koyra, er hann reyður, slepst ikki fram. Á síðuni sært tú eisini ferðslutøl, hvussu nógvir bilar hava koyrt seinastu minuttirnar.

Jói greiðir frá, at nú er einki fiskaarbeiði á Seyðisfirði, her 670 fólk búgva, men nógv ferðavinna. So mikið sum 400.000 ferðafólk hevur onkur talt í fjør. Her eru gistingarhús, húsahotel, og airbnb. Hálvfems ferðamannaskip koma higar um árið. So nógv sum nítjan prosent eru útlendingar, nevndi Kringvarpið, í sambandi við íslendska kommunuvalið.

Tað er kavið í fjøllunum, men ikki á vegnum, tá vit koyra niðan frá Seyðisfirði. Landslagið broytist skjótt, tá vit koma um tað hægsta, lyngur, mosi og víðar fløtur. Vit steðga á við Jökulsá á Fjöllum og brúnna, ein suspension bridge, sum varð bygd í 1947, og ótu ein bita, og steðgaðu við Hverir og Grímstaðir. Ætlaðu at svimja, men har var stongt.

Vit koyra til Mývatn, har altskyns fuglur hoyrist og sæst í góðum fuglakikara, og vit krossa hina kendu Laxá. Fosshotel Mývatn dagar undan uppi á fløtuni, sum eitt framtíðar rúmdarfar í mánalandslagnum, nýlent í vulkansku oyðuni. Bygt, so tað næstan ikki sæst aftur í lendinum. Vit kendu hotellið úr filminum "Northern Comfort", sum íslendski Hafsteinn Gunnar Sigurðsson gjørdi í 2023 um fólk, ið eru bangin fyri at flúgva. Tey savnast á einum flogvølli í Bretlandi, og endaliga royndin er at fara umborð á eitt flogfar. Sjálvandi er tað íslendskt, og eftir nógvar skakandi, men eisini stuttligar hendingar, skriva tey seg inn á júst hetta hotellið við Mývatn. Umframt at gera egnar góðar filmar, hevur Ísland dugað serstakliga væl at dragað altjóða filmar til sín og bjóða fram locations, upptøkustøð, í kapping við onnur lond. Tað hevur havt stóran týdning fyri filmsgerð og alla ta avleiddu vinnuna, har í landinum, fyri ikki um at tala branding av Íslandi og tí, sum íslendskt er.

Juraj úr Slovakia, høgru megin, sum var í Føroyum í síðstu viku og royndi Roks, og Kamil úr Pólandi, sum veit alt um filmin um flogræðslu, seta silunga, bleikju, úr lokala økinum, roykta á næsta bóndagarði við seyðasparli og smurda við hunangi og løgd á myrkt grovkornað breyð. Men tað er bara forrætturin. Høvuðsrætturin er sama síl, bleikja, arctic char, við sitrón og kryddurtum við byggkorni, soppum, sýru fennel, aspargus og tomatsmørsós. Tvær ljóðleysar rýpur ganga undir vindeyganum. Tær eru so hvítar, at tær síggjast langvegis og allastaðni aftur, serliga har svartur sandur er. Á sama hátt sóu vit ein lágbeintan ungrev, hvítan við tjúkkum hala, renna yvir um vegin til Egilsstaðir. Tá er gott at hava kikara. Og so hoyra vit í matstovuni við Mývatn syngja John Prine og Dolores Keane "Her í bygdini" í originalútgávuni "In a Town This Size".

Runt um Mývatn vitja vit Dimmuborgir, har tú frítt kanst ganga eftir góðum gøtum millum vulkanska grótið, ið er sum at lesa "Flumbra" hjá Guðrún Helgadóttir og serliga at síggja tekningarnar hjá Brian Pilkington.

Á Egilstøðum fara vit inn á Gistihúsið frá 1903 at fáa okkum kaffi. Innkomin hitta vit eigaran Gunnlaugur, Gulli, sum er giftur Huldu Elisabeth Danialsdóttir, sum er ættað úr Klaksvík. Gulli hevur keypt elstu hús í býnum, Nielsen Restaurant. Men tað er ikki tað mest áhugaverda. Tí um eitt bil koma foreldur hansara inn á gólvið, 89 og 90 ára gomul. Mamman, Margreth, fortelur um garðin Karlsskála við Reyðarfjö, sum mamman var av, og tær báðar mammusystrarnar, sum giftust til Føroya, onnur við Jóannesi Patursson í Kirkjubø, og hin við Hans Mohr í Havn. Hon minnist fólk í ættini, nevnir fleiri, sum hon enn hevur samband við, og ikki minst serstaku upplivingina at fara í dans í Sjónleikarhúsinum, sum er frá 1926. Men tað vóru hestar, sum vóru gamla sambandið, minnist Margreth.

Og tá vit fara í Bónus handilin á Egilstøðum at keypa lambakotelettir og annað íslendskt krás, møti eg systkinabarninum, Leif Berg, sum hevur Berg Hestar, og loyvi at flyta ross til Føroya. Tað eru ørindini hann er í á hesum leiðum. Soleiðis gongur alt í ring, tá tú ferðast í næstu londum. Haldi, eg fari at tekna meg til ferðina hin 8. september.

Á bryggjuni á Seyðisfirði møta vit Eygló, dóttir Jóa og Hrefnu. Hon er gift føroyska Dánjali, og er leiðari av innkomutænastuni hjá Smyril Line á Seyðisfirði. Eftir átjan tímar síggja vit Risan og Kellingina, sum Martin Næs skrivaði íslendsku-føroysku søguna, "Spell, at sólin kom upp", um. So eru vit heima.

Takk fyri gott ferðalag og góða fyrireiking, Unn, Jensina og Johan.



Comments