Skip to main content

Prædika fyri forsetanum

Her er prædika hjá the Right Rev. Mariann Edgar Budde (f.1959) fyri forsetanum í Washington National Cathedral í gjár undir heitinum A Service of Prayer for the Nation. Til ber at trýsta á ”show transcript” til vinstru undir upptøkuni, sum varir fimtan minuttir, og so fylgja við í øllum tekstinum, sum rullar niður í høgra borði við sekund og minuttali.

Ikki tí, prædikan fyri the common good er framúr, men tað, sum gjørdi at eg fataði prædikuna enn meira viðkomandi til høvið, var at ein prestur í einum meira heimligum kjakbólki siteraði eitt brot úr Rómverjabrævinum afturvið prædikuni, sum var fyri Trump forseta. 

Eg fari at gera tað sama. Seta tekstin inn niðanfyri: 

- Takið at tykkum tann, sum er veikur í trúnni, uttan at tit halda dóm um hugsanir hansara. Ein hevur ta trúgv, at hann kann eta alt; men hin veiki etur bert urtaføði. Tann, sum etur, vanvirði ikki tann, sum ikki etur; og tann, sum ikki etur, dømi ikki tann, sum etur. Tí at Guð hevur tikið hann at sær. Hvør ert tú, sum dømir ein fremmandan tænara? Hann stendur ella fellur fyri sínum egna harra; men hann skal verða standandi, tí at Guð er mentur at lata hann standa. Ein ger mun á døgum, annar metir allar dagar líkar; ein og hvør veri til fulnar sannførdur í sínum egna huga. Tann, sum gevur sær far um dagin, ger tað fyri Harranum; og tann, sum etur, ger tað fyri Harranum, tí at hann takkar Guði; og tann, sum ikki etur, ger tað fyri Harranum og takkar Guði. Tí at eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til. Tí at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi verða harri bæði yvir deyðum og livandi. Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Tí at vit skulu allir fara fram fyri Guðs dómstól. Tí at skrivað stendur: 

«So satt sum eg livi, sigur Harrin,
fyri mær skal hvørt knæ boyggja seg,
og hvør tunga skal lova Guði.»
So skal tá ein og hvør okkara gera Guði roknskap fyri sjálvan seg.

(Róm 14,1-12)