Mundi tað vera ein islamistur, ið gjørdi seg inn á stjóran í Norðurlandahúsinum, sum ein frálík norðurlendsk grein hjá Inga í dagsins Dimmu fortelur um?
Nei, eg bara spyrji, tí í síðstu viku proklameraði sama avís á forsíðuni, at islam var hóttanin hjá okkum øllum í Føroyum.
Tað fekk meg at rista í brókunum, sum rættur gravarasjurnalistikkur skal gera, fáa lesaran og plikttrúna arbeiðaran, fyri ikki um at tala makthavaran, at gera - rista í brókunum - av skrivaða orðinum, tí eingin kraft er sum hon, ið gongur út frá orðinum og sannkenningini av, at pennurin er sterkasta vápnið í heiminum.
Men redaksjónin er altso eina hædd hægri.
Um hon er betri, klókari og meira sjurnalistiskt dannað og betri útborin veit eg ikki, men í veldi yvirtrumfar hon alt, tá hon fer at velja, hvat kundin í butikkini skal fáa fyri oyrað, hann leggur á borðið fyri at keypa pressuna, ið blinkstrar sum profitabul søluvøra í kioskini.
Men nei, henda faktuelt aktuella og staðfesta nútíðarsøgan, sum í okkara egna samtíðarsamfelag sigur, at stjórin í Norðurlandahúsinum hevur verið bæði happað og hótt, tí hon signaleraði áhuga fyri LGBT í ein dag, nei, tann søgan kom ikki á forsíðuna á blaðnum, sum í fyrru útgávu ávaraði okkum um islam. Hon verður sett aftast, søgan.
Mundi tað vera tí at ein islamistur rópti eftir stjóranum og síðani kom trúttandi inn á kontórið hjá henni og vildi á óbehagiligan hatt umvenda hana frá hasi ranglæruni, meðan stjórin valdi at verða blíð og skeinkja siviliserað semjukaffi?
Kanska hevur blaðið veruliga fatur á eini hóttandi islamistiskari farsótt í føroysku undirverðini, sum vit øll eiga at varnast, hóast eingin sær hana, sum í Bird Box-filminum hjá Susanne Bier.
Men tá verður treytin, at blaðið leggur illgerðarmannin ella -konuna á blik.
Hóskiligt hevði verið, at terroristiski islamisturin við Ringvegin í Havn varð hildin fram á forsíðuni og viðurkendi, at tað var eg, ið hótti stjóran í Norðurlandahúsinum.
Eg havi hoyrt um líknandi hendingar, har ein landstýriskvinna er hótt av eini aðrari kvinnu, sum legði eitt sjokulátufostur á fyrisitingarliga arbeiðsborðið, at gera vart við munin millum lív og deyða. Et so og sig mær, hvat tú heldur um abort.
Eg gleði meg til ta avdúkingina á næstu forsíðu hjá blaðnum. Avdúkingina, at islam hóttir okkum uppá lívið í føroyska gerandisdegnum.
Livst, spyr so Móses.