21 ára gamli Lassi Havsteinsson Klein, sum er av Sandi, skal umboða Danmark í Ungtalentkappingini hjá Escoffier, Jeunes Talents Escoffier.
Eg hitti hann til eitt prát í Tórsbyrgi í 2022.
Lassi er í kokkalæru á Søllerød Kro, sum nógvir føroyingar
kenna, tí har arbeiddi navnframi Jan Restorff, sáli, tænari ella uppvartari, í mong
ár.
Lærumeistarin hjá Lassa, Brian Mark Hansen, sum er
høvuðuskokkur á Søllerød Kro, varð spurdur, um at finna ein kokkalærning, og
Lassi varð valdur.
Brian Mark Hansen er kendur í gastronomiska heiminum. Hann
vann kappingina Bocuse d'Or í 2022, sum verður kallað heimsmeistarakappingin í
kokkalist.
Í hesum døgum fyrireikar Lassi seg til Ungtalent kappingina
hjá Escoffier, sum í ár verður hildin í London hin 31. oktober.
Lassi hevur fingið eitt toymi av dugnaligum vegleiðarum, sum
skulu ráðgeva honum í kappingini.
Jeunes Talents Escoffier er ein altjóða kapping í
gastronomi, skipað av Disciples Escoffier fyri ungar kokkar og tænastufólk
undir 25 ár. Kappingin varð sett á stovn at varðveita arvin eftir Auguste
Escoffier (1846–1935), stuðla vitanardeiling og varpa ljós á samstarvið millum
køk og tænastu. Luttakararnir skulu vísa førleikar, kreativan hugburð og
eldhuga fyri matlistini gjøgnum ymiskar kappingar í matgerð og tænastu.
Auguste Escoffier var franskur kokkur, sum verður róptur
faðirin at nútímans fronsku matgerðini. Hann er serliga kendur fyri at skipa
køksarbeiði á ein nýggjan hátt, og at fáa franska gastronomi meira skipaða og
viðkomandi, tá umræður hotell- og matstovuvinnuna. Escoffier hevur havt stóra
ávirkan á almennu kokkalistina og serstakliga á franska køkin og fronsku matgerðina.
Comments