Skip to main content

Posts

Showing posts with the label filmur

Leopardur ella leigubilur?

Nú er heimsins besti filmur komin á Netflix. Hvørt tú hevur hug at uppliva fjálturstungnan stórbýarjazz í regni úr taxabilinum, ella undirjørðisku guvuna úr opnu lokunum í asfaltinum eina heita stórbýarnátt, meðan gula, svartblettuta dýrið, sum antin er leopardur ella leigubilur, skríður fram eftir gøtuni, klárur at leypa á, við einum andvekraðum krígssjaføri, sum í neonljósinum droymir um at rudda alla óhumsku burtur, og síðan lata regnið síla niður yvir seg og vaska alt burtur, so er hann eitt meistaraverk, hvussu tú so velur at hyggja eftir filminum, sum er um fremmandgering og leitan eftir meining í tilveruni á botninum í stórbýnum, kanska hyggur tú eitt petti í senn, ella eftir øllum umaftur og umaftur. Hendan vil eg viðmæla! Taxi Driver (Martin Martin Scorsese USA 1976 114 min)

Tóki út í Evropa við filmi

Nítjan ára gamli Tóki Jansson, sum hevur gjørt fyrstu føroysku teknifilmsrøð til børn, skal nú á størstu pitchkappingarstøð fyri børn og ung Tóki Jansson og Niels Jacob Kjærbæk frá BBB Movies eru saman við Jón Hammer og KYK Myndum í gongd við at gera eina av Føroya fyrstu teknifilmsrøðum til børn. Nú eru teir lidnir við pilotpartin til sendingina. Sendingin eitir Tann Óveruliga Verðin Hjá Aldu , og snýr seg um Aldu, ið er ein seks ára gomul genta, sum hevur gott hugflog, og fer saman við dreymavinum á ymisar ævintýraferðir, so sum eina verð, har ein kovboy er gjørdur úr matvørum, og hin sunni maturin er upp ímóti tí ósunna. Sendingin er sloppin við í Main Pitch á M:brane , sum er ein av størstu pitchkappingarstøðum í Evropa, sum hevur fokus á áskoðarar, ið eru í aldurinum 3 til 18 ár. Tiltakið er hvørt ár í Malmö í Svøríki, har sendingin skal vísast og leggjast fram fyri íleggjarum, so sendingin kann verða fíggjað.  Tóki Jansson er kendur innan føroyska animatión, frá tá hann gjørdi se

Óhugni á bygd

Tað er ikki bara Trom , ið fer fram í útryðjuni av teirri mentan og tilveru, sum fólk á meginlandinum eru von við. At vera langt burturi frá sivilisatiónini er blivin grundtóni í fleiri noir krimisøgum í sjónvarpi og biografi. Valisiski Hinterland og skotski Shepherd , sum er upptikin á Mull og sæst á Viaplay, lýsa fjarlagda lívið á bygd, har dekadentir bygningar skapa óhugnaliga ræðslu, tá desperat fólk flýggja og leita. Sama er við nýggjasta spanska Netflix filminum Infiesto . Bara navnið smakkar væl, tí tað kann verða ímynd av fiesta, veitslu, inferno, undirgangi og infest, smittu. Men navnið sipar til einki annað enn ein lítlan norðurspanskan bý undir Kantabriafjøllum í láglendinum við Piloñaánna í landspartinum Asturia nakað inn frá Biskaiavíkini. Leikstjóri er baskiski Patxi Amezcua (f.1968), sum fyrr hevur gjørt Septimo við kenda argentiska leikaranum Ricardo Darín. Filmurin Infiesto er skipaður sum tíggju dagbókabløð undir covidfarsóttini. Fyrsta dagin kemur ein ung genta,

Í fyrstuni var orðið, og tað var ikki føroyskt

Kjattbotturin chatGPT er enn við sítt fríska lív. Hvønn dag royni eg at fáa hann at svara og geva til kennar ein feril av førleika at orða seg á føroyskum og at grunda yvir tað skrivaða, hvat evnið so er. Hugsi fyri mær, at hetta er fyrsta høvið eg kann hugsa mær, at fáa næmingar í einum heilum flokki at sita við hvør sína maskinu og skriva, bjóða av, vinkla, venda og snara, og arbeiða við teksti og øllum teim smálutum, sum gera setningar, søgur og tekstir. Kjattbottur sum amboð at brúka í flokkinum, at bróta niður og byggja upp. Tekst eftir tekst. Framúr amboð. Í mínum dagligu skriviroyndum saman við kjattbottinum eri eg komin eftir, at føroyska orðfeingið er serstakliga avmarkað og ofta er ein samanseting av íslendskum og norskum, og allarminst brúkiligum føroyskum. Men onkuntíð bragdar, og fólk siga, at nú skal føroyski førleikin hjá bottinum bara byggjast upp í eina tíð. Men so er tað tað. Tá eg síggi hvussu jánkasligt og fátæksligt føroyska úrslitið mangan er, tá hugsi eg meir en

Munch í autodidaktum ljósi

Meðan blaðdeyði ger um seg hjá okkum og í øllum londum, vit hoyra um, hava tey í Noregi bygt upp mentatíðarritið Subjekt , sum byrjaði við einum skrivandi persóni í 2013, og í dag telur tólv fólk í føstum starvi og tjúgu frílansarar, sum við støði í pappíri og neti vilja verða fremsti kjakmiðil á mentanarøkinum og forsprákari fyri tí góða smakkinum. Filmummælarin hjá Subjekt, Cornelius C. Seinkjær  (f.1998), sigur um spildurnýggja filmin ”Munch”, at hann ’trolig er tidenes beste norske film’. Steinkjær hevur skrivað 223 ummæli. Eins gott skoðsmál geva allir aðrir ummælarar í landinum, eftir at filmurin varð frumsýndur á altjóða filmstevnu í Rotterdam hin 25. januar í ár og síðan í Noregi. 22. mars kemur hann til Føroya. Síggja vit burtur frá Oscarvirðislønta Peter Watkins, sum í 1974 gjørdi ein norskan sjónvarpsfilm um Edvard Munch (1863-1944), so er eingin filmur gjørdur um henda allarhelst størsta listamann í søguni, hóast fleiri onnur myndlistafólk hava verið gjørd til spælifilm, su

Matur sum ironisk distansa

  Kringvarpið er fari at gera rip off versiónir av Spískamarinum hjá Gutta Winther undir heitinum Foytar Greyðir , sum annan vegin kunnu tulkast sum vulgarisering av føroyskari gastronomi, og hinvegin sum ironisk distansa at náa ein hyggjaraskara, ið kann draga aldurin á føroyska sjónvarpshyggjaranum niður í helvt ella so. Matur, sum fyrst bleiv eitt barometur hjá betra slagnum at bjóða øðrum, og síðan eksotiskur veiðifongur at reypa av úr londum, sum eingin í vinabólkinum kendi, trophy travels , er nú blivin innbakaður kjaftfiskur.  Gongur tíð, so slær alt bakk. Eisini mat- og kokkasendingar. Í mínum eygum eru Foytar Greyðir avgjørt ein óhátíðarlig sending, gjørd við ironiskari distansu, yvir sjálvhátíðarliga føroyska køkin, og tær heilagu uppskriftir, har verða hildnar fram. Stuttliga ósmagligt og hvørt høvið at pilka í nalvanum verður brúkt. Tað ger stuttligheitina so troyttandi, at vit aldri gloyma satiruna. Fara vit í filmiska heimin er annarleiðis bit og slit í upptøkunum, har

Øll list er politisk

Aldri áður hevur ein føroyskur stuttfilmur verið so nógv umrøddur í Útvarpinum sum Sæla , ið 23 ára gamla Katrin Joensen-Næs frumsýndi í fullsettum hølum í Norðurlandahúsinum um nátturatíð leygarkvøldið, uttan at nakar fekk bitan í eygað ella skeivt í hálsin.  Lagið var gott á fólki og ein hátíðardámur var yvir tiltakinum. Norðurlandahúsið er góður biografur, sum verður lítið brúktur. Hann hevur kaféfasilitetir, sum hin biografurin ikki hevur, men kanska er húsið ov langt frá miðbýnum. At biografur kortini er eitt felags upplivingarrúm í høvuðsstaðnum í okkara tíð, er ikki ein sjálvfylgja. Tað upplivingarrúmið, sum í løtuni er í fríum falli, eiga vit at hjúkla um. Mystery sjangran , soleiðis kallar leikstjórin hyperrealistiskt sensitiva stuttfilmin, sum varir fimmogtjúgu minuttir. Hon undirstrikar, at evnið, bundinskapur av sex, hevur ikki verið lýst á føroyskum áður.  - Eg eri leitandi meðan eg skrivi, segði Katrin í Útvarpinum í gjár um tilgongdina, at gera henda filmin og film yvirh

The Pale Blue Eye - mitt í hjartað á Poe

Í nýggja Netflix filminum ”The Pale Blue Eye” síggja vit Christian Bale í høvuðsleiklutinum sum detektivurin Augustus Landor, ella hin søguligi Auguste Dupin, og Harry Melling, ið fleiri kenna sum Dudley Dursley í Harry Potter filmunum, sum herskúlanæmingurin Edgar Allan Poe (1809-1849), sum í veruliga lívinum skapti fyrsta detektivin, Auguste Dupin í 1841 Tey, sum minnast ríku stereotíðina í hálvfjerðsunum, lurtaðu heilt vist eftir plátuni ”Tales of Mystery and Imagination” hjá Alan Parsons, sum Útvarpið ofta spældi. Plátan, ið var frá 1976, bygdi á tekstir hjá Edgar Allan Poe og tá fløgur síðan komu til, varð kendasta útvarpsrøddin nakrantíð, Orson Welles, løgd inn yvir plátuna. Og tá vørubólkurin ”spoken word” fekk egna hill í plátuhandlum í Aberdeen, hagar Smyril sigldi, kundu vit eisini hoyra Christopher Walken lesa ”The Raven” og Marianne Faithfull ”Annabel Lee” hjá Poe, sum bleiv fremsta fascinatiónsobjekt hjá horrorromatikarum, ið høvdu áhuga fyri útvarpi og teatralsku samanren

Jólafilmar við árslok

Jólini eru ein markleysur lummi at síggja, lesa og tilogna tær alt tað, tú ikki náddi í árinum, sum nú bleiv gamalt. Til dømis belgiska filmin Jeanne Dielman, 23, quai du commerce, 1080 Bruxelles , sum høgt metta tíðarritið hjá Bretska Filmstovninum, Sight & Sound, valdi at kjósa sum heimsins besta frá í ár at rokna, frammanfyri Citizen Kane og Vertigo , sum fyrr hava átt hetta søguliga heiðurspláss. Filmin gjørdi Chantal Akerman í 1975, meðan Orson Welles og Alfred Hitchcock gjørdu hinar í 1941 og 1958. Chantal Akerman doyði 65 ára gomul í 2015. Aldri fyrr havi eg varnast henda film, sum nú er heimsins besti. Kanska verða stundir at síggja hálvanfjórðatíma langa filmin sum eina belgiska vaflu millum jólanna. Síðan talgilding kundi havt demokratiserað og frísett fjarlagda borgaran, ið ynskti upplysing gjøgnum nýggja atkomuligheit og nærverandi luttøku, er skinnfóðraði jólalummin vorðin órannsakiliga djúpur. Einki mark er fyri, hvat útbjóðarin kann veita okkum. Jólafilmar eru blivni

Hvør var besti filmur í ár?

Hóast biografstøðan í landinum er so trongd, at vit nú bara hava ein av slagnum, sum vísir film á handilsligum støði, Havnar Bio, so komu nógvir filmar á føroyska marknaðin.  Mest sum allir teir filmar, ið hava verið vístir og umrøddir úti í heimi, hava í somu løtu verið at sæð í heimliga biografinum.  Soleiðis hevur støðan verið síðan biografar blivu talgildir og stroyming tók seg upp.  Hevur tørvurin hjá biografgangarum verið enn størri, tá umræður nýggjar listarliga áhugverdar filmar, so hevur Filmsfelagið, sum í oktobur fór um tey 60, sett arthouse filmar á skrá hvørt mikukvøld í sama biografi, har felagið varð stovnað í 1962. Sama verður í komandi ári. Havnar Klubbi eigur hølini, sum Havnar Bio húsast í mitt í býnum, har sýningarhølini eru tvey. - Eftir tvey ár við avmarkingum, skulu vit føroyingar venja okkum frá gerandisdegi heima, til aktivt at koma út og aftur uppliva filmslistina og biografupplivingina, sigur Jógvan Kruse, sum er annar av eigarunum í Havnar Bio. - Avatar 2 Th

Nám X vann filmskappingina hjá Námi

Í kvøld varð kunngjørt í Havnar bio, hvør vann fjórðu stuttfilmskappingina hjá Námi um Heimsmálini hjá ST. Saman við lærarum hava næmingar í hádeild og miðnámi kring landið arbeitt við filmi í heyst. Vavið er í mesta lagi sjey minuttir og karmurin hevur verið eitt ella fleiri av teim seytjan Heimsmálunum.  Nógvir næmingar vóru møttir, og Tóri Slættalíð, sum er leiðari í nýggju Ráðgevandi deildini í Námi, bjóðaði vælkomin í Havnar Bio, har ellivu av filmunum, sum dómsnevndin hevði valt, vóru sýndir. - Teir filmar, sum løgdu seg fremst í huganum hjá dómarunum, vístu á serstakliga góð næmingaavrik, men hvør á sín hátt, segði Tóri og upplýsti, at eina løtu stóð á jøvnum, tá veljast skuldi millum bestu filmarnar. Men so samdust teir fimm dómararnir um vinnarafilmin.  Dómarapanelið, sum telur fimm fakfólk har Árni Øregaard er formaður, er av teirri áskoðan, at vinnarafilmurin í ár vísir beinleiðis til trý av heimsmálunum, og í fluttari merking eisini til onnur heimsmál, serliga um vit tosa

Bestu íslendsku filmar beint nú

Filmsfelagið hevur fingið fatur á tveimum teimum mest umrøddu filmunum, sum íslendskir leikstjórar hava gjørt til biografsýningar beint nú. Talan er um Berdreymi og Volaða land , sum úti í heimi hava heitini Beautiful beings og Godland.  Leikstjórarnir eru Guðmundur Arnar Guðmundsson (f.1982), sum er avmyndaður omanfyri, tá hann í Lübeck vann fyrstu virðisløn fyri fyrra filmin Hjartasteinn (Heartstone), og í seinna føri Hlynur Pálmason (f.1984), sum hevur arbeitt við filmi í Føroyum, og verið innboðin dómari í Geytakappingini, tá myndin niðanfyri er tikin. Tá hesir báðir filmar hava verið sýndir, hevur Filmsfelagið víst allar teirra filmar. Umframt góð ummæli í heimlandinum, eru báðir filmarnir í uppskoti at fáa Evropeisku Filmsvirðislønina, sum verður handað í Reykjavík hin 10. desembur. Har í landinum duga tey framúr væl at gera vart við seg sum filmsframleiðaraland við locations til eitt og hvørt høvið, harundir eisini í íslendsku suðurhavsoyggjunum, sum ein íslendskur uppstandssk