Skip to main content

Leopardur ella leigubilur?

Nú er heimsins besti filmur komin á Netflix. Hvørt tú hevur hug at uppliva fjálturstungnan stórbýarjazz í regni úr taxabilinum, ella undirjørðisku guvuna úr opnu lokunum í asfaltinum eina heita stórbýarnátt, meðan gula, svartblettuta dýrið, sum antin er leopardur ella leigubilur, skríður fram eftir gøtuni, klárur at leypa á, við einum andvekraðum krígssjaføri, sum í neonljósinum droymir um at rudda alla óhumsku burtur, og síðan lata regnið síla niður yvir seg og vaska alt burtur, so er hann eitt meistaraverk, hvussu tú so velur at hyggja eftir filminum, sum er um fremmandgering og leitan eftir meining í tilveruni á botninum í stórbýnum, kanska hyggur tú eitt petti í senn, ella eftir øllum umaftur og umaftur. Hendan vil eg viðmæla!

Taxi Driver (Martin Martin Scorsese USA 1976 114 min)