Meðan blaðdeyði ger um seg hjá okkum og í øllum londum, vit hoyra um, hava tey í Noregi bygt upp mentatíðarritið Subjekt, sum byrjaði við einum skrivandi persóni í 2013, og í dag telur tólv fólk í føstum starvi og tjúgu frílansarar, sum við støði í pappíri og neti vilja verða fremsti kjakmiðil á mentanarøkinum og forsprákari fyri tí góða smakkinum.
Filmummælarin hjá Subjekt, Cornelius C. Seinkjær (f.1998), sigur um spildurnýggja filmin ”Munch”, at hann ’trolig er tidenes beste norske film’. Steinkjær hevur skrivað 223 ummæli. Eins gott skoðsmál geva allir aðrir ummælarar í landinum, eftir at filmurin varð frumsýndur á altjóða filmstevnu í Rotterdam hin 25. januar í ár og síðan í Noregi. 22. mars kemur hann til Føroya.
Síggja vit burtur frá Oscarvirðislønta Peter Watkins, sum í 1974 gjørdi ein norskan sjónvarpsfilm um Edvard Munch (1863-1944), so er eingin filmur gjørdur um henda allarhelst størsta listamann í søguni, hóast fleiri onnur myndlistafólk hava verið gjørd til spælifilm, sum við hepni hava verið vístir í biografi, so sum ”Turner”, ”At Eternity's Gate”, ”Paula” og ”Pollock”, ið allir hava verið vístir í Filmsfelagnum.
Tað er sjálvlærdi norski filmoperatørurin, Henrik Martin Dahlsbakken (f.1989), sum nú hevur tørnað fyri og gjørt biograffilm um fýra skeið í lívinum hjá Munch, har fýra leikarar - tríggir menn og ein kvinna - spæla ein greitt tilskilaðan Munch-leiklut. Tey eru Alfred Ekker Strande, Mattis Herman Nyquist, Ola G. Furuseth og Anne Krigsvoll.
Leikstjórin hevur valt fýra visuellar mátar at siga frá um tey fýra avmáldu lívsskeiðini, frá tí Munch er 20 til hann fyllir 80.
”Munch” sigur okkum søguna um hin unga Edvard, sum forelskar seg í eini giftari kvinnu, og hvussu hann síðani verður fyri ongum, tá fyrsta framsýningin í Berlin púra miseydnast. Filmurin lýsir eisini dramatisku hendingina, tá Munch verður lagdur inn á eina nervaklinikk í Keypmannahavn, og verður noyddur at taka støðu til lívsins mest týðandi spurningar, innan hann at enda fer at stríðast av almakt móti nastistunum, at bjarga egna listaliga arvinum.
Altjóða filmsíðan IMDB sigur um norska filmin: “Rejected by the art establishment, wracked with grief over the loss of his older sister and tortured by addiction, the film captures Edvard Munch's life, one of the world's greatest artists of all time.”
Filmsummælarin hjá NRK, Birger Vestmo, sigur í sendingini Filmpolitiet, at nýggi listafólkafilmurin er ”Et fortellerteknisk vågestykke som gir full uttelling”. Í Noregi hava tey siðvenjuna at geva terningkast.
Danski ummælarin, Bo Tao Michaëlis, er samdur og gevur fimm stjørnur í filmstíðarritinum Ekko: ”Det er det autonome genis historie, vi får. Sågar med hans malerier som signifikante sætstykker i filmens fortolkende fortælling. Om modgang, mod og melankoli. Og med forskellige kvinder, hvor venner undervejs bliver til fjender.”
Norska filmseftirlitið sigur: ”Denne filmen inneholder tematikk knyttet til selvmord og psykiske lidelser. Dog ingen nærgående skildringer av vold. Partier med mørk stemning og sterke følelsesutbrudd. Filmen får derfor aldersgrense 12 år.”
Nýggi og ikki sørt nýskapandi filmurin um Edvard Munch verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 22. mars. Atgongumerkjasølan er byrjað.