Tað er ikki bara Trom, ið fer fram í útryðjuni av teirri mentan og tilveru, sum fólk á meginlandinum eru von við. At vera langt burturi frá sivilisatiónini er blivin grundtóni í fleiri noir krimisøgum í sjónvarpi og biografi. Valisiski Hinterland og skotski Shepherd, sum er upptikin á Mull og sæst á Viaplay, lýsa fjarlagda lívið á bygd, har dekadentir bygningar skapa óhugnaliga ræðslu, tá desperat fólk flýggja og leita.
Sama er við nýggjasta spanska Netflix filminum Infiesto.
Bara navnið smakkar væl, tí tað kann verða ímynd av fiesta, veitslu, inferno, undirgangi og infest, smittu.
Men navnið sipar til einki annað enn ein lítlan norðurspanskan bý undir Kantabriafjøllum í láglendinum við Piloñaánna í landspartinum Asturia nakað inn frá Biskaiavíkini.
Leikstjóri er baskiski Patxi Amezcua (f.1968), sum fyrr hevur gjørt Septimo við kenda argentiska leikaranum Ricardo Darín.
Filmurin Infiesto er skipaður sum tíggju dagbókabløð undir covidfarsóttini. Fyrsta dagin kemur ein ung genta, sum hevur verið horvin, afturíaftur við eini dukku í hondini.
Liturin í filminum er gulbrúnur, meinlíkur fyrsta filmi hjá Lars von Trier Forbrydelsens Element (1984). Grundtónin av dekadentum forfalli er brúktur sannførandi, tá hann førir okkum inn á bilverkstøð, ið eru stór sum skipasmiðjur, og risa stór nám, sum við lyftu føra okkum djúpt niður í jørðina. Umhvarvið av óhugna er ítøkiligt gjøgnum allan filmin.
Hóast bilar eru gamlir, ein Audi 80 til dømis, so heldur farsóttin okkum í nútíðini, eins og fartelefonir, iPads, telduskíggjar og instagram.
Gentan leiðir løgreglufólkini, Samuel og Marta, til aðrar burturførdar tannáringar, sum eru partar av keltiskum offurhandlingum til gudin Taranis, okkara Tór, triðja hvønn mánað. Reinkarnatión, endurføðing, er endamálið hjá el Demonio, Hundadreparanum og Profetinum. Men hvør er hvør, og nær sláa teir til, nú útgonguforboð er í økinum, tí smittan ger um seg?
Umframt Trier eru dómadagsreferensur til hválv úr kirkjum hjá Tarkovskij, og amerikanska bygdafilmin Deliverance, tá mest ómentaðu sponsku bygdamennirnir vísa sítt sanna andlit.
Lit- og ljósseting eru hugtakandi, serstakliga tá blá løgregluljós síggjast upp ímóti gulum neonljósum í stórum bygningum, stutt eftir at tað hevur regnað.
Eingin fiestahugni, men framúr ferð til okkulta og kriminella lívið í Norðurspania á Netflix. Tí verður Infiesto viðmældur!