Skip to main content

Posts

Showing posts with the label politikkur

V4 tátturin er enn við sítt fríska lív

Meir enn hálv øld er runnin síðan Útvarpið fór undir V4 sendingar og skapti ein pall fyri føroyskari táttayrking, sum eingin hevði sæð fyrr.  Meðan V4 fór oyggj úr oyggja at fíggja Útvarpshúsið, vórðu sangarar av báðum kynum funnir, sum við besta fylgispæli bóru fram spillfeskar tættir, ið navnsnevndir, ella í hvussu er eyðkendir yrkjarar, settu saman til dagin og tiltakið, alt eftir hvar í landinum vit vóru, og hvørjar hendingar og støður sipað varð til.  Ein sjáldsama tíðarbundin hevd, sum í fleiri førum var tann beri og blektaði sangskaldskapur, seinni eisini á plátu, við varandi virði og undirfundigum sannleikum úr gerndisdegnum.  Veit, at eg ikki havi verið einsamallur at halda, at henda bók- og sangmentanarliga siðvenja langt síðan var mett sum deyð og farin av øllum føroyskum pallum.  V4 er jú hildið uppat, Gekkurin er komin í staðin, og fyri at keypa seðilin og halda øllum gangandi sum í V4 tíðini, fær lurtarin í dag einki undirhald afturfyri. Hevdin er dottin burtur. Men mitt

Lívið er ein ítróttakabal

Haldi tað var Telling, ið sang, at lívið er ein kabal, men tað er púra skeivt. Lívið er ein fóbóltsvøllur, inni ella úti, við uppstandsljósi, sum upplýsir hvørja stovu, sum fyrr var myrk. Og er ein gomul vælvirkandi multihøll á Hálsi, har Savage Rose spældu bestu konsert í landinum, umbygd fyri skattaborgarans pening, so hon, sambært hondbóltsforkvinnuni ikki kundi brúkast til skattafíggjaða endamálið, so byggja teir, býráðspolitikararnir í Havn, bara eina nýggja høll, umframt hana, sum fyrr er samtykt at byggja, so tey á Strondum onga byggja.  Kenni ein skaldbókahøvund, ið sum skjaldbøkan savnar tilfar til privtafíggjaðu hungursbókina ”Roknistykki arbeiðarans” við undirheitinum ”Nýggja Pisubókin” á egnum forlagi, ið er farin at spyrja Hagstovuna hjá landinum, um nakað yvirlit er, ið vísir hvussu nógvar skattakrónur fara til ávís endamál? Og um nakað yvirlit er, ið samstundis vísir, hvørjir politiskir flokkar mest og minst duga at leita eftir almennum skattakrónum, hildið upp ímóti, um

Góð nýggjársrøða hjá løgmanni

Gamlaárskvøld, meðan flestu eru savnað til ein betri bita, talaði løgmaður til okkum í trettan minuttir. Hóast hetta ikki er ein definerað tala, á linju við lógarásettu løgmansrøðuna á ólavsøku um komandi virksemið hjá samgonguni, so er nýggjársrøðan ein fólkslig hevd, ið skrivar seg aftur til fyrstu útvarpssendingar, bæði her í landinum og í øllum grannalondum okkara. Útvarp og seinni sjónvarp hava borðið nýggjárstaluna fram. Nýggjársrøðan var góð og bar greitt boð um, at stóra føðiketan, ið bjóðar sær til og livir av politiskum retorikki til eitt og hvørt høvi, er ikki sloppin fram at fatinum í eins stóran stíl og fyrr. Besta tekin um, at løgmaður í nýggjársrøðuni investerar seg sjálvan, og ikki dúvar uppá leysar setningar frá aðru hond, er, at hann í fyrsta lagi er engasjeraður við einum bjørtum og vaknum eygnabráði og síðan velur eg-formin, sum í setninginum ”Jólaaftan vitjaði eg í KFUK.” So kemur søgan um Ukraina, og hvussu løgmaður fordømir ógrundaða kríggið hjá russiska áleypara

Gott valkvøld í Kringvarpinum

Fyri fyrstu ferð hevði Kringvarpið fingið atgongd til stóra grannahúsið, Norðurlandahúsið, at avvikla tann partin, sum valkvøldið lá uttanfyri nýggju Dag-og-Viku-stovuna í Útvarpshúsinum. Logistiskt var tað gott, tí avtalur kundu gerast við øll tey relevantu fólkini at vera ymsa staðni í húsinum, so hvørt tørvur var á teimum. Og sum krúnan á verkið kundi formansumfarið gerast klárt, og tað av einslistum, beint har fólkið savnaðist, og tó til viks, so tað ikki sást í nøkrum kameravinkli, hóast fólk koma og fara í gongini og savnast at seta seg við borð og fara á vesi at greiða sær.  Framúr hús til beinleiðis filming, kennir tú vinklarnar og ljósvirðini.  Men tøknin, bæði ljóð og serliga tað at fáa røttu talvurnar fram á skíggjan, sveik ov ofta. Alt ov ofta.  Hóast hann leingi hevur ligið í dvala, eru ríkir møguleikar í og við hesum multimediala stíli hjá Kringvarpinum.  Var sjálvur boðin at tosa við Kára Sólstein og Trónd Vatnhamar innast í Klingruni um sosialar miðlar í stroymdu sendin

Semja um, at skúlin er forsømdur

Á politiskum valfundi um fólkaskúlan , sum varð hildin í auluni á Námsvísindadeildini í gjár, var stór semja millum valevnini um, at fólkaskúlin er forsømdur - bæði í tingarbeiðnum hetta seinasta valskeiðið og í valstríðnum. Tað skrivar heimasíðan hjá Skúlablaðnum. - Tingmaður hetta valskeiðið vísti á, at tað hevur verið trupult at skapa áhuga fyri fólkaskúlanum. Hóast fólkaskúlin er ein av týdningarmestu og berandi súlunum undir okkara vælferð, hevur almenna kringvarpið ikki fólkaskúlan sum evni á teimum mongu fundunum, sum miðilin skipar fyri, skrivar Skúlablaðið.  Eitt annað valevni segði á fundinum, at hóast stóra semju um, hvat eigur at verða gjørt, tykist tað nógv truplari at fáa eyka fígging til fólkaskúlan, samanborið við onnur øki. Styttri skúladagur, færri næmingar í flokkunum, betri umstøður til lærararnar og taka landsroyndirnar av vóru evnini, ið oftast vóru havd á orði á valfundinum, skrivar Skúlablaðið. Stendur tað til valevnini, sum umboðaðu teir sjey flokkarnar á almen

Minnið skal grógva í lendinum

  Minnið skal grógva í lendinum. Soleiðis stóð at lesa í eini bók, sum vit lósu hjá Eldbjørn á Oyrarbakka skúlaárið 1974-75. Bókin var um ein einalærara, ið sum tað fyrsta vaskaði rútarnar í bygdaskúlanum, tí fyrri lærarin helt, at opna útsiktin órógvaði næmingarnar. Tí hevði fyrri lærarin hvíttað rútarnar.  Men nei, hesin nýbyrjaði, sum í lesibókini æt Johannes við eftirnavninum Vig, og sig tað ikki ov skjótt, tí so verður tað Svig, sigur høvundurin ávarandi, meðan hann konstaterar:  Lendið skal ikki fjalast, nei minnið skal grógva og vaksa í tí sjónliga lendinum. Estetikkur er evnið í dag. Og eg eri komin beint úr Havn. Býnum, har tey hata estetikk. Sum bloggari rakti eg herfyri rekord fyri lesing av einum og sama bloggi í meir enn fimtan ár. Tað var um ein serstakliga ljótan bygning í Havn, sum bara poppaði upp á alfara vegi. Ein granni, og journalistur, vísti til byggsamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, paragraff 28 og stykki 8, samtykt í 2017, og sum innrammar hugtakið estetikk, og

Oyðimarkargongd og sjálvgleði

Meðan vit í sannari og óblektaðari matgleði aftur kunnu svølgja tað besta av matinum hjá Gutta - í nýggjasta partinum enntá grønt og heimagrógvið av Sandafløtti - boðar løgmaður frá vali til løgtingið á gitnaðardegi Marriu, so jólagleðin, tað er so vist og sætt, verður púra forstýrað. Ikki tí, løgmaður liggur væl fyri til val, væl ger hann tað, men tað kann ikki sigast um fyrsta politiska stavin í durinum. Tað er ikki tann dagur, at sitandi stuðlar fyri A-toymið ikki koma kropp á kroppi í miðlarnar at siga frá, at teir ikki longur stilla upp fyri tann flokkin. Harvið tó ikki sagt at teir melda seg úr flokkinum. Nei, noy. Teir bara siga frá, so segði hann. Nýggjasta er, at Annika fer í Tjóðveldi, og at skilagóði ungdómsformaðurin stingur í sekkin. Ímillum liggur ein oyðimarkargongd hjá hyggjaranum, lurtaranum, lesaranum - og eftir øllum at døma veljaranum eisini. Alt síðan A-toymið fekk sær núverandi búmerki, havi eg fatað grøna bringuprýðið sum ímynd av oyðimarkargongd. Skuldi eg eina

Vit, sum ikki fara á fólkatingsval

Eg fari ikki á fólkatingsval. Grundgevingarnar fyri at velja fólkatingið frá eru, at tey umboð, sum verða vald úr Føroyum, taka fokus frá føroyska samfelagnum og hvussu tað verður rikið. Fólkatingslimirnir skapa órógv við at yvirbjóða hvør annan og onnur við, tá umræður at fáa stuðul til átøk í Føroyum, sum langt síðan eru yvirtikin, og eru í tryggum føroyskum hondum.  Teir báðir føroysku fólkatingssessirnir ávirka tann føroyska gerandisdegin á greitt neiligan hátt. Vit hava frítt rennandi tíðindi í Kringvarpinum beint úr danska Fólkatinginum, meðan vit ongan journalist hava í Løgtinginum. Tað er tann øvuta verð, sum her verður uppbygd eftir eini strammari skipan um public service. Taka vit av teir báðar føroysku fólkatingssessirnar, nærkast vit eini tjóðarbyggjandi semju um egið parlament og egið kjak um egin viðurskifti í egnum landi - uttan at verða yvirrulað av uttanífrákomandi boðum, uppskotum og møguleikum.  Hetta, ikki fyri at avbyrgja seg, men at byggja nakað egið upp, sum hevu

Kinesiski múrurin í Havn

Tað er ikki bara kommunan, sum í hesum døgum heldur hánt um allan estetikk, og enn minni lurtar eftir býarbørnum og skattaborgarum, tá um skemmandi byggimál ræður. Sama er galdandi fyri privata byggikompleksið hjá Havnar Klubba, sum hevur røtur aftur til 1799, og tískil er elsti óslitnaði mentanarfyriskipari í landinum. Eftir losju og ølklubbavirksemi í øldir, fór Klubbin í nýggjari tíð undir biograf og diskotek, har nógvir pengar vórðu at vinna, tí vaksandi ungdómurin í høvuðsstaðnum hevði onga aðra staðni at fara. Í dag eru fleiri Klubbaleigumál við matstovum, sum í onkrum føri vil savna barnafamiljur. Hyggur tú inn í okkurt av hølunum, sæst skilliga, at tað er langt síðan at málarapensil hevur verið á brúnkaða bróstinum, sumstaðni so langt síðan, at onkur gavstrikkur hevur gjørt sær tann sport, at skriva eitt pinkulítið árstal á veggin, og so bíðað til tað er lagt undir eitt nýtt strok av máling. Men mentanarliga stórheitstíðin er passé. Her eru ongar ferniseringar í veitsluhøllunum

Útskúgving

Í fyrndini plagdi eg at fara á aðalfund í einum fakfelag. Men tá eg nakrar ferðir gloppaði tungu hurðina og sá, at nú sótu tríkvart av limunum og bundu og kastaðu uppá, mátti eg sanna, at hetta var ikki mín samkoma, sum prædikað varð til einaferð um árið. Rýmdi og slepti hesum tulkingarfelagsskapi. Havi ongantíð søkt hann aftur.  Hvørja ferð eg í grannalagnum gangi framvið útigarðinum í einum skúla, sum einaferð var landsins størsti, verði eg mintur á útskúgving. Altíð stendur eitt fátal, onkuntíð bara ein genta, tí genta er tað av onkrari orsøk altíð, og tekur seg burturfrá, tí hon týðuliga ikki er partur av nýbyrjaða felagsskapinum í nýggja skiftisritualinum, sum skúlagongd er. Í Degi og Viku í gjárkvøldið var eitt óalmindiliga langt tíðindainnslag um útskúgving. Peikað var á 23, meðan hin 24’inda var útihýst. Hetta upplýsti landstýrismaðurin við ábyrgd fyri økinum beint í kamera hjá sendingini, sum tænir almenninginum. Gandatalið 24 fór aftur at spøkja.  Fyrr var verkfall, tá næming

Hvør hevur maktina í Havn?

Í útvið fimmogtredivu ár havi eg búð í Tórsbyrgi við einum vælfungerandi eigarafelag, ið summi siga er tað elsta í landinum. Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur í Havn og høvundur at bókum sum Hús úr ljóði , hevur teknað. Hóast fámæltur, segði hann við fleiri almenn høvi, at júst henda býling var hann best nøgdur við. Orsøkin er, at fólk, sum búgva her, trívast, tí tey kenna seg at hava ávirkan. Her eru 36 hús og tey fyrstu fluttu inn í 1976. Øll hava tey ávirkan á egin hús og umhvørvið har í nánd. Í seinastuni havi eg fingið innlit í, hvussu onnur fólk og búfelagsskapir í sama býi kenna seg yvirfyri sama myndugleika, Tórshavnar kommunu, tá um byggimál ræður. Var eg tíðindafólk av hermótinum, og kendi hvørki partarnar ella staðin, so vildi eg sagt, at støðan er merkt av ómegd hjá tí órættaða, sum heilt greitt er borgarin, ið býarstýrið bert í evarska lítlan mun tekur við í ætlanir og vil lurta eftir. Tykist, sum um borgarin er púra settur út av fólkaræðisliga spælinum, til fordei

Rasisman í Svøríki

Í eitt ár havi eg goymt hesa mynd, uttan at vita akkurát hví. Nú upprann dagurin, at eg fekk greiðu á, hví eg hevði goymt hana á skíggjanum, alt siðan tiltakið Remember - ReAct varð hildið í Svøríki. Tað er 65 ára gamli fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, ið sigur at vit, sum liva í dag, liva í skugganum av förintelsen og nazistiska fólkadrápinum.  Í gjárkvøldið, tá svensku valhølini lótu aftur, hoyrdi eg Löfven útgreina uppáhaldið í norsku sjónvarpstíðindunum. Forfardur av framgongdini hjá 43 ára gamla Jimmy Åkeson, sum er formaður í Sverigedemokraterna, fór Löfven at lesa úr tilfarinum hjá hesum nýggja flokki, sum so fegin vil definera, ikki hvat ein rættur svenskari er, men púra øvut, hvør tað er, sum ikki rúmast í svenska fólkahugtakinum. Ovast á burtursjúgvingarlistanum hjá Sverigedemokratarna eru muslimar, jødar og sámar. Eftir at hava verið skrivari í Norrøna felagnum í fjúrtan ár, fekk eg sum vátan vøtt. Hvussu kann ein politiskt ambitiøsur persónur, ið

Vil fáa Netflix til Íslands at gera film

Fyrrárið kunngjørdi íslendska stjórnin eina filmpolitiska ætlan, sum fevnir um tíggju ár og røkkur heilt fram til 2030. Á heimasíðuni hjá íslendsku stjórnini kunngerð Lilja D. Alfreðsdóttir, sum umsitur menta- og handilsmál, í dag, at hon hevur hitt Netflix í Los Angeles. Hon vil fegin hava stroymingarrisan til Íslands at gera film. Ítøkilig samráðingarevni vóru aktuellu karmarnir, sum eru fyri íslendskari filmsgerð, og økta afturberingin, ið hevur verið 25% og nú er 35%. Samstundis er ætlanin at skapa áhuga hjá stórum filmsætlanum úti í heimi, sum burturav vilja brúka Ísland og íslendskar tænastur at gera film. Partar av langsiktaðu filmsætlanin eru burðardygd og nýggj deild á Listaháskúla Íslands. - Ég hef sterka sannfæringu fyrir mikilvægi þess að búa skapandi greinum hagfelld skilyrði á Íslandi og stjórnvöld eru á slíkri vegferð. Nýleg hækkun á endurgreiðsluhlutfalli mun auka alþjóðlega samkeppnishæfni landsins í kvikmyndaheiminum og hafa jákvæð margfeldisáhrif á íslenskt s

Heðin stillar ikki uppaftur

  Eftir samskifti á Vaglinum í dag, eru borgarstjórin og bloggarin í høvuðsstaðnum, Heðin og Birgir, samdir um, at teir stilla ikki upp.  Birgir, 65, fer ikki inn til Tobba og søkir ikki mentanarstarvið, hann hevur lýst leyst, og Heðin, 76, lovar, at hann stillar ikki upp til kommunvalið, sum verður um tvey ár, hin 12. novembur í 2024.  Orsøkin er, sigur Heðin, at teir eru ov gamlir at átaka sær tílíkar uppgávur.  Hevði Birgir verið yngri, so varð tað annarleiðis, sigur hann og leggur aldurin hjá báðum til grund í lesarabrævi til allar miðlar.  Hetta er rætti holdningurin, at lata ungdómin sleppa framat, samtykkir bloggarin í.