Meir enn hálv øld er runnin síðan Útvarpið fór undir V4 sendingar og skapti ein pall fyri føroyskari táttayrking, sum eingin hevði sæð fyrr.
Meðan V4 fór oyggj úr oyggja at fíggja Útvarpshúsið, vórðu sangarar av báðum kynum funnir, sum við besta fylgispæli bóru fram spillfeskar tættir, ið navnsnevndir, ella í hvussu er eyðkendir yrkjarar, settu saman til dagin og tiltakið, alt eftir hvar í landinum vit vóru, og hvørjar hendingar og støður sipað varð til.
Ein sjáldsama tíðarbundin hevd, sum í fleiri førum var tann beri og blektaði sangskaldskapur, seinni eisini á plátu, við varandi virði og undirfundigum sannleikum úr gerndisdegnum.
Veit, at eg ikki havi verið einsamallur at halda, at henda bók- og sangmentanarliga siðvenja langt síðan var mett sum deyð og farin av øllum føroyskum pallum.
V4 er jú hildið uppat, Gekkurin er komin í staðin, og fyri at keypa seðilin og halda øllum gangandi sum í V4 tíðini, fær lurtarin í dag einki undirhald afturfyri. Hevdin er dottin burtur.
Men mitt í hesum tankum um farnar sangir og fyndugar yrkjarar, ið veruliga dugdu at sita undir hvørjum orðið og foredla tað í sangi út til almenningin, varnaðist eg í vikuni ein sang um ta klassisku støðu, at halda við øðrum av pørtunum í einum stríðandi víggi, akkurát sum tá vit spældu røvara og politi ella indianarar og kovboyarar, har annar parturin varð greitt demoniseraða undirmennskja, sum lítlan rætt hevði, og hin parturin tað øvuta.
Hesin barnsligi skilnaður á spæligólvinum, í túninum ella haganum er aftur komin upp at blása í miðlunum.
Orsøkin er russiska innrásin í Ukraina, at bjarga teimum har í landinum - og seinni okkum - frá oyðandi og desimerandi nazismu. Tað sigur Putin.
Hini, tey álopnu við Zelenskyj á odda, siga tað øvuta. Vit mugu verja okkum - og seinni tykkum - móti hesum ómentaða barbaríið.
Tað hevur yrkjarin brúkt sum støði at snara ein elegantan V4 tátt um íkomnu støðuna, har heimliga avleiðingin er, at vit hava forskansað okkum í tveir stadnaðar partar, ið stríðast sum í áðurnevndu barnaspølum, har hvør demoniserar annan.
Við loyvi frá starvsfelagnum, Sámali Matras Kristiansen, fari eg at seta á bloggin henda dagsfeska og alment fynduga V4 tátt um russar og ukrainar, og hvussu vit í Føroyum eru farin at velta upp úr nýggjum, ein teig til hvønn av pørtunum at grava í, meðan heimurin brennur.
V4 tátturin er enn við sítt fríska lív. Takk og lov fyri tað!