Skip to main content

Føroyskt whisky sum uppliving og ferðamál

 

Konsentrerað og smakksterkt, sum whisky við fatstyrki er, er greitt, at fyri kennarar er tað ein ótyntur og ektaður upplivingarfaktorur í sjálvum sær.

Men ein nýtist ikki at verða afficiendo fyri tann saks skuld. Og heldur ikki at vera globetrottari, sum Tróndur í Götu sigst hava verið, fyri at sanna, at føroyskt whisky við fatstyrki kann verða eitt savnandi ferðamál hjá útlendingum við enda jarðarinnar, ella so langt sum slepst frá meginlandinum í Evropa, sum granskarar frá Columbia University greiddu frá í morgun. Føroyar eru ikki bara eitt ferðamál, men hevur fingið eitt nýtt aktiv.

Tað upplivdi eg í fjør heyst, tá John Dalsgarð skipaði fyri norðurlendskari ráðstevnu í Varpinum um atgongd til útbúgving og arbeiðsmarknað, eisini hjá fólki við skerdum førleika við lopfjølini á Tekniska skúla, har í býnum, sum briljantum dømi.

Tá møttu vit Anniku Waag, sum í søguligu hølunum hjá Føroya Bjór við sjóvarmálan í Klaksvík greiddi livandi frá um nýskapandi tilgongdina at gera whisky. Á etikettini á tjúgindu og nýggjastu útgávuni, Tróndur í Götu, siga tey: ”The oldest brewery in the Faroes, Føroya Bjór, founded in 1888, started the first legal distillery in the islands in 2016”.

Nú ólavsøkan stendur fyri og eg fari í 80 ára føðingardag hjá Albert Isfeld, formanni í Felagnum, sum Amariel Norðoy, sáli, stovnaði fyri mongum árum síðan, síggi eg í gerðabókunum Felagsins, at í 2017 varð ferðalag gjørt úr Havn og tað longu leið við bussi gjøgnum Sundalagið, at vitja Føroya Bjór, har Einar Waag greiddi frá um søguna hjá familjuni og bryggjarínum, og um serligar avbjóðingar, ið hava verið á leiðini, nú destilliering, dropatøka, varð vorðin ein føroyskur whisky veruleiki, sum ikki er óvanligt hjá ølbryggjaríum.

Fjórðingsøld frammanundan høvdu tey fyrstu ferð søkt um loyvi at destillera whisky.

Jógvan Dahl, sáli, sum var við í ferðalagnum, segði, hvussu trupul umsitingin var at fáa á tal, tá hann og starvsfelagin í Hoydølum, Finnur Lutzen, ætlaðu at gera føroyskan snaps úr hvonn.

- Men nú eru nýggjar tíðir, bedýraði Einar, og vísti til fyrstu destillering, dropatøku, frá oktober árið fyri, sum í fyrsta lagi fór at verða tøk á fløsku um hálvt triðja ár.

Eftir søguligu rundvísingina hetta árið, sluppu vit í ferðalagnum at kenna andan úr tunnuni og kundu við vissu siga, at tey bæði whiskyfeløgini, EinMalt í Havn og NorMalt í Klaksvík, kundu gleða seg. Semja var um, at angin av sjerri var framúr. Vit bæði væntaðu og vónaðu, at hetta verður nýggja føroyska tjóðareyðkennið, sum altjóða samfelagið fer at leggja merki til - whisky frá Einar’s Distillery í Klaksvík.

Í 2022, eftir koronustongsul og nýskapandi tunnilsgerð inn í Eysturoynna og norðureftir, skipaði EinMalt í Havn fyri whiskysmakking av sjey nýkomnum sløgum frá Einar’s í gamla Seglhúsunum. Har hitti eg Rúna Nielsen, cruisaran úr Náttarravnssendingum í Útvarpinum, sum á heysti í 1992 rakti okkurt óvæntað í fólkinum leygarkvøld, hóast kreppa hevði lagt landið lamið og Høgni Djurhuus lærdi okkum, at lívsnjótarar eisini kundu lurta eftir punk. Hetta var innan vit fingu internet og meylsamskifti, so alt gekk við fax. Tú visti ikki, hvør var hinumegin og skrivaði hesar herrligu tekstir, essays úr gerandisdegnum, sum vit báðir, Heðin og eg, lósu upp fyri leygarkvøldslurtarum í Útvarpinum. Seinni kom fram, at tað var Rúni, ið skrivaði undir navninum cruisarin. Og í røðini við føroyskum fuglanøvnum er sanniliga eisini ein útgáva við ravnaheitinum, corvus corax. Á ólavsøku hevur hann pitstop fyri innbodnum.

Saman meta vit, cruisarin og eg, um smakkin á tjúgindu útgávu, batch, frá Einar’s Distillery, sum kom týsdagin. Hon ber heitið Tróndur í Götu, við prikka ö, sum siður er, og er cask strength, fatstyrki, 55,5%. Við pipett kann ein dropi latast úti, havi eg lært.

Útgávan er eld, aged, í oloroso og bourbon tunnum í seks ár í goymsluhølunum hjá Føroya Bjór í Klaksvík. 1035 hálvliturs fløskur vórðu sendar á marknaðin týsdagin, allar talmerktar. Fløskan hjá Rúna er nummar 331, mín er nummar 1024.

Á heimasíðuni verður á enskum sagt soleiðis um Trónd í Götu: ”A whisky inspired by defiance, forged in solitude, and matured in salt and storm. Tróndur í Götu was no ordinary man. A fierce and steadfast chieftain, he stood as a symbol of resistance during the Christianization of the Faroe Islands in the late 10th century. His legend lives on - in the mountains, in the sagas, and now, in this extraordinary whisky from Einar’s Distillery.”

Rúni og eg meta eftir parametrunum litur, nøs (aroma), smakkur og eftirsmakkur.

Liturin er rav-gyltur. Gardinurnar, gluggatjøldini, eru tjúkk og klína seg føst niður eftir innarvegginum á glasinum. Rondin hevur smáar perludropar, sum annan vegin bera boð um, at løgurin hevur tikið nógvan anga og smakk úr eikitunnunum, og hinvegin at alkoholinnihaldið er høgt, sum í fatstyrki.

Nøsin er eyðkenda húsnotan hjá Einar’s. Rúni, sum júst hevur ferðast, nevnir nýopnaða pakkan við ikoniska søtmetinum Basset’s English Wine Gums. Men heimligi angin av súrhoyggi á veðrabásinum ein stillan vetrardag, ger eisini um seg. Turkað melón og papaya koma eisini fram fyri okkum í hesi aroma fasu. Og so er eisini ein romm-bakstur, fikur og rosininur. Lættar, turrar sjerrinotur koma eisini fram eftir eina løtu í góða glasinum. Og so ein farri av gomlum madeira.

Smakkurin bjóðar inn til hvítt pipar og søtan indiskan karryrætt. Heimafrysti grøni ísurin frá Sun Lolly, ið kallaðist Sjampanjubrús, rennur eisini fram í minninum hjá Rúna. Leitar tú djúpari, so er eitt brigdi av blommu í madeira og fyltari konfekti við einum evarskalítlum farra av kili. Tilsamans ein frálíka kompleksur smakkur.

Eftirsmakkurin er søtur, og hann hongur leingi í gómanum. Pipar og kili eru við frá byrjan til enda.

Ein whisky, ið er í rúkandi menning. Hugsi, at Annika hevur skrivað seg inn í heimselituna innan whisky.

- Eg eri so heppin, at sleppa afturum leiktjøldini av og á, sigur Rúni. Tað er og hevur verið ein gáva at fylgja við teimum drammunum og teirri menning, ið whisky frá Einar’s hevur havt í stillisligu búningini í eikitunnum í Klaksvík, sigur fremsti kennarin og whiskysavnarin, Rúni, og leggur nágreinur sum á bakteriologiskari starvsstovu, afturat, at hann máldi 23,1 hitastig í glasinum, og skonkti í tjúgu minuttir, áðrenn hann byrjaði at njóta tjúgundu útgávuna frá Einar’s.

Takk fyri drammin – Sláinte – og góða ólavsøku!