Føroysk matgerðarlist, gastronomi, ella bara matarstøð, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur turrisliga og merkantilt sigur, eru í eini álvarsligari broytingartíð, har greið rák eru antin frameftir ella aftureftir.
Frameftir, tá gomul føroysk matgerðarhevd verður foredlað,
tá hon møtir fremmandum kokkum í føroyskum køki, og aftureftir, tá trendurin
bráddliga verður at taka upp tað slambur og tey avroð, sum altíð hava ligið
eftir, tá flett verður hesa ársins tíð.
Langt er síðan Mouldi fekk okkum út at eta ein vælsteikan piparbúff við góðum paringsvíni. Síðan er so mangt hent, har tað femmanda møtir tí heimliga, so sum at Mortan fekk okkum at njóta sjerry við røstum og chablis afturvið tí hvítasta bankatoski, Janus Einar leyp brell á okkum við einum hummara-hotdog, og spola vit fram til nútíðarkrúnuna á gastronomiska Føroyaverkinum, so stendur Sebastian Jiménez í durinum, og borðreiðir við náta, skerpikjøti, ræstum kjøti og súrhoyggi, ið alt samalt møtir og melur sum í meksikanska flógvanum við matgerðartraditiónum av hansara heimleið, sum Golfstreymurin enn ber okkum - og nú fær eitt fegið føroyskt Brá, sum heimasíðan sigur. Sama er galdandi fyri Áarstovu, Katrinu Christiansen, Roks og PAZ.
Vælumtókta arbeiðaramatstovan hjá FK í Hoyvík fær, eins og Fish & Chips á Vaglinum og OY á Hálsi, eitt strangt Brá. Pylsuvognar og bilar, ið selja mat, eins og bensinstøðir, eru enn ikki við í eftirlitinum.
Í stóru miðbýarhølunum hjá Klubbanum í Havn eru allar
matstovur fluttar út. Haps, sum nú er á Hálsi, fær eitt fegið Brá. Sama fáa
Burger King og Sunset í SMS, Gómagott, Paname, Hvonn, Sirkus, Umami, Moss,
Etika, Angus, Seven, Aroy og Kaffihúsið, hetta seinasta við tveimum
eftirlitsvitjanum, sum við dagfesting síggjast á Brá heimasíðuni.
Samstundis sum altjóða rákið er skilliga greitt og sjónligt
í okkara fine dining norðuratlantisku gourmetkøkum, tykjast fleirtalið av kendu
føroysku kokkunum flyta við teirra matgerðarlist til aðrar køkar hjá almennum
og privatum stovnum og umborð á skip, kanska serliga teimum, sum royna í
Barentshavinum.
Tað melur av ymsum ættum og dregur skilliga á bæði,
frameftir og aftureftir, í føroyska køkinum, nú hann heystar.
Sjálvandi kann eisini metast ymist um, hvat tað er, sum horvar
aftureftir ella peikar frameftir í matgerðarlist, og hvussu ein fatar sín egna
leiklut, ert tú virkin í miðdeplinum við føroyska matarborðið.
Sjálvur haldi eg tað vera eina serstakliga spennandi gongd,
at eygleiða ta føroysku hevd, soleiðis sum Jóan Pauli upp í skeppur hevur lýst
í kaffiborðsbókum, tá hon møtir fremmandum rákum og gestum, sum koma higar at
virka og uppvarta, sum Jan segði.
Just hetta er ein heilt serlig náðigáva hjá okkum herbúgvandi
at uppliva, nú undir meiningsgevandi almennum eftirlitið, tá vit vilja hava ein
góðan fine dining bita við paraðum drykkum, sum ikki altið eru vín, og heldur
ikki altíð eru við alkoholi.
Havnin er stutt og greitt blivin eitt smørhol, fyri at brúka
eitt simpult danskt matgerðarorð, um ein fjálgan stað, fyri ikki at siga eitt
paradís, sum okkara egni Orðabókagrunnur sigur.
Samanrenningin millum tað fremmanda og heimliga tænir ikki
bara okkara kræsnu gómum og langtandi tungum, men er eisini ein inngangsvikul
hjá fremmandum, at royna okkara matvørur, uttan at blíva ov bastant í sjálvum
sær, men við einum íbygdum vilja at møta tí fremmanda, sum nørir um okkara
matarstøð, ja kanska verður ein lopfjøl hjá matstovum, sum nú fáa Metingarbrá
fyri virksemið.
Higartil
hava vit í hvussu er manglað egnar brúkaraskipanir. Tí eiga vit at heilsa
Brá-skipanini vælkomnari og ikki bara dúva uppá Tripadvisor og aðrar útlendskar
brúkaraskipanir, tá um føroyska matstovuvinnu ræður.
Comments