Sosialurin 24. november 2000: HARRY POTTER Í grundini er tann foreldraleysi Harry Potter tann lítli prinsurin, ið kemur frá einari aðrari klótu. Hann veit bara ikki av tí sjálvur, at hann hevur serligar gávur, at hann hevur gandamegi í sær, sigur týðarin Gunnar Hoydal í samrøðu. Haldi sjálvur, at tað er hetta, sum nógv børn kenna seg aftur í: Hvør eri eg? Tit halda meg kanska bara vera ein lítlan lort, men bíðið bara! Samrøða Birgir Kruse Fyrstu ferð eg hoyrdi navnið Harry Potter, helt eg tað var ein poppstjørna. Men sum Hodja, so bleiv eg klókari...men hvussu ert tú, Gunnar, komin tær uppí alt hatta hóvastákið við Harry Potter? Eg hyggi av og á í útlendsk bløð og tíðarrit, sum viðgera bókmentir. Tað man vera eitt ár ella hálvtannað síðani, at eg festi meg við navnið Harry Potter, kanska tí at ein stórur enskur rithøvundur eitur nakað tað sama: Dennis Potter. Tað var hann, sum skrivaði fleiri tiltiknar, nýskapandi sjónvarpsrøðir, t.d. The Singing Detective. Men tað var...